Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 231 - 1. desember 2008 Føroya bestu upp­ lesarar á Reinsarí­ num Hóskvøldið 4. desember fara Føroya fremstu skøld at lesa upp í Reinsarínum. Talan er um ein marathon­ upplestur, ið varir í knappar 4 tímar. Fyrsti upplesarin fer at lesa klokkan 20:00, og málstrikan verður nádd á midnátt. Í sambandi við at fimti Vencil júst er komin út, eru flestu upplesararnir onkursvegna knýttir Vencili, men eisini eru gestir við. Tey, ið lesa eru: Carl Jóhan Jensen, Heðin M. Klein, Oddfríður Marni Rasmus­ sen, Sigri Gaini, Kim Simonsen, Arnbjørn Ólavs­ son Dalsgarð, Katrin Rein­ ert, Bárður Persson, Hanus Kamban, Agnar Artúvertin, Vónbjørt Vang og Bergur Rønne Moberg.Tiltakið verður samstundis startskot­ ið til bókmentadagarnir, sum verða hildnir í Norður­ landahúsinum 6. og 7. desember. -ave- ToyoTa Camry 2.4 Skrásetingarnr: VH 257 Km: 104.500 Árgangur: 23.09.2002 Útgjald: 37.000 mðr. gjald: 3.709 (3 ár) kr. 148.000,- ToyoTa Corolla 1.6 H/B auT. Skrásetingarnr: JH 264 Km: 117.878 Árgangur: 10.06.2002 Útgjald: 27.000 mðr. gjald: 2.701 (3 ár) kr. 108.000,- Corolla 2.0 linea Terra D-4D Skrásetingarnr: HE 038 Km: 217.000 Árgangur: 07.08.2002 Útgjald: 21.250 mðr. gjald: 2.151 (3 ár) kr. 85.000,- SuBaru legaCy 2.0 auT. Skrásetingarnr: AD 873 Km: 100.000 Árgangur: 09.03.2006 Útgjald: 49.500 mðr. gjald: 3.172 (5 ár) kr. 198.000,- ToyoTa yariS luna Skrásetingarnr: KE 941 Km: 16.418 Árgangur: 11.05.2006 Útgjald: 38.000 mðr. gjald: 2.469 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTa rav4 2.0 vvT-i 4x4 Skrásetingarnr: JG 132 Km: 55.000 Árgangur: 03.02.2005 Útgjald: 58.750 mðr. gjald: 3.744 (5 ár) kr. 235.000,- mazDa 6 2.0 BenSin Skrásetingarnr: GF 564 Km: 97.000 Árgangur: 03.09.2004 Útgjald: 38.000 mðr. gjald: 2.489 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTa Corolla 1.6 Terra H/B Skrásetingarnr: SD 828 Km: 69.000 Árgangur: 25.11.2003 Útgjald: 31.000 mðr. gjald: 2.410 (5 ár) kr. 124.000,- BmW 320 D Skrásetingarnr: SB 326 Km: 146.000 Árgangur: 01.06.2001 Útgjald: 38.750 mðr. gjald: 3.858 (3 ár) kr. 155.000,- ForD FoCuS gHia 1.6 Skrásetingarnr: VP 011 Km: 35.000 Árgangur: 30.12.2004 Útgjald: 37.000 mðr. gjald: 2.425 (5 ár) kr. 148.000,- Yrkingasavnið “Rot” eftir Tórodd Poulsen er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðis­ lønina 2009 Bókmentir Frá nevndini, ið sum ger tilmæli til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, verður sagt, at Tóroddur Poulsen skarar við sjáld­ sama málkynstri sínum burturúr í føroyskum skald­ skapi. Í savninum ”Rot” verða tung og álvarsom evni við­ gjørd á lættan og óvæntaðan hátt. Yrkingarnar snúgva seg serliga um óttan fyri persónligari týning, men eisini um tráan eftir deyða, og um hvussu kanska tamar­ hald fæst á bæði lívs­ og deyðsótta í listaligari upp­ gerð. Blandingin av tí góðsliga og tí hvassa, av speisemi og eyðmýkt, av tí kenslusama og tí ágangandi gevur yrkingunum eitt heilt serligt innihald og málsligt lag. Hjá Tóroddi Poulsen er ein­ ki er sjálvsagt, heldur ikki tað mest einfalda, alt kann sigast av nýggjum, fáa nýggjan týdning og gerast tvítýtt og undrunarvert. Í “Rot” verður lesarin krøktur á frá fyrstu síðu við orðinum “svøvnur” og loyst­ ur aftur á síðstu síðu við orðinum “vøka”. Ein máls­ lig leitan er knýtt at tilveru­ spurningunum í savninum, sum samstundis er eitt tað besta og mest heilskapaða, yrkjarin hevur latið úr hond­ um higartil. Ein gjølligari lýsing av yrkingasavninum verður at síggja á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum (www. norden.org). -ave- Tóroddur í upp­ skoti til Norður­ lendsku Bókmenta­ virðislønina