Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 231 - 1. desember 2008 Føroyska samfelagið førkar seg longur og longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi, og sjálv­ bjargni er longur burtur nú, enn tað hevur verið í nógv ár. Tá ið føroyingar hava skert blokkin, hevur tað verið við bindi fyri eyguni og eftir einum prinsippi um at skjóta fyrst og spyrja aftan á, staðfestir Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur Sjálvberandi búSkapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nógv, sum bendir á, at landsstýrið noyðist tað eyðmýkjandi gongd niður til Danmarkar at biðja donsku stjørnuna hækka ríkisstuðulin til Føroyar einar 300-500 milliónir krónur um árið tey næstu 10 árini. Tað staðfestir Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur og stjóri á Føroya Handils- skúla. Í grein í Sosialinum í dag, staðfestir hann, at hesi sein- astu árini hevur føroyskur búskapur førkað seg longur og longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi. Og í dag er sjálvbjargni longri burtur enn tað hevur verið í nógv ár. Hann staðfestir, at skal føroyski búskapurin klára seg við ongum ríkisstuðuli, kann tað bara gerast við einari størri, sterkari, sunn- ari og kappingarførari útflutningsvinnu. - Men tað eru nógv greið tekin um, at føroysk vinna ikki megnar at leggja upp fyri eini minking í ríkis- stuðulinum og ongi útlit eru fyri at hetta hendir tey næstu 20–30 árini, sigur Reidar Nónfjall. Skjóta fyrst og spyrja aftan á Hann nevnir eisini, at tað er greitt fyri honum, at tá ið Løgtingið hevur samtykt at skerja blokkin, ella at frysta hann fastan, er tað gjørt í tíðarskeiðum við hávøkstri uttanífrá, góðum fiskiskapi o.a., og ikki við miðvísum bygnaðarbroytingum í huga. - Tað er gjørt eftir eini mannagongd um at skjóta fyrst og at spyrja aftan á. Politikarar hava hildið fyri eygu og oyru táið teir hava skert blokkin og so hava teir bara vónað, at okkurt hendir í sambandi við einum sjálvberandi bú- skapi. - Men búskaparliga gongdin vísir beint tað øvugta. Vit førka búskapin enn longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi og ger- ast enn meira heft, at ríkis- stuðlinum og øðrum váða- tengdum inntøkum. - Táið nú lágkonjunktur- ur kemur í búskapin, mangl- ar hesin peningar í, sum seinastu tíðina er skorin av ríkisstuðlinum og tí hava vit stórt hall á fíggjarlógini fyri 2009. - Tað eru sostatt ongar miðvísar bygnaðarligar og aðrar grundleggjandi broyt- ingar gjørdar fyri at búskap- urin kann gerast sjálvber- andi. - Politiska arbeiðið bygg- ir á passivitet og ongar ítøki- ligar ætlanir, sum stuðla upp undir málið at gerast búskaparliga sjálvberandi. - Í dag er støðan tann, at føroyski búskapurin er vorð- in fullkomiliga heftur at danska ríkisstuðlinum upp á 615 milliónir krónur um árið. Harafturat koma útreiðsl- ur til rakstur av ríkisstovn- um uppá umleið 350 milli- ónir um árið. - Verður ríkisveitingin minkað, fer hetta at fáa van- lukkuligar avleiðingar fyri samfelagið, tí tað hevði verið neyðugt at skert fíggj- arlógina munandi, ella noyð- ist landskassin at fíggja hall við innistandandi ella lán- tøku, men tað ber ikki til í longdini. Grønlendskir tilstandir Reidar Nónfjall vísir á, at hagtølini vísa heilt greitt, at tað er stór gjógv millum inn- og útflutning av vørum. Í 2006 varð virðið av inn- flutninginum av vørum og tænastum góðar 6 milliardir krónur og virðið á útflutn- inginum var 4, 9 milliardir krónur. - Sostatt varð hallið á vøru- og tænastum 1.1 milli- ard í 2006. Tað eru heili 24% av tí samlaða útflutn- ingsvirðinum og hetta er nøkunlunda sama støða, sum í Grønlandi. Tað sæst eisini í tølunum, at hetta stóra hallið verður fíggjað við avkasti frá virð- isbrøvum og øðrum inntøk- um- og av blokkstuðlinum. - Hesar serligu inntøkur hava við sær, at gjaldsjavn- in so at siga hevur javnvig- að seinastu árini, uttan í 2004, sum gav eitt stórt avlop. Hetta merkir at verður ríkistuðulin skorðin allur burtur, fáa vit tilsvarandi hall á gjaldsjavnanum, sum onkursvegna skal fíggjast við láni. Reidar Nónfjall sær ongi tekin til at ítøkilig stig verða fram ímóti einum sjálvberandi búskapi. - Ein tilvildarlig yvirtøka her og har hevur onki at gera við eitt miðvíst arbeiði fyri einum sjálvberandi búskapi og tað, sum lands- stýrið risikerar við hesi tilvildarligu gongdini, er, at tað noyðist at biðja danir økja blokkstuðulin aftur, tí hallið á fíggjarlógini ella gjaldsjavnanum verður at kalla varandi. Les greina hjá Reidar Nónfjall í fullum líki á síðu 32 og 33. Føroyingar til Danmarkar at bidda meiri blokkstuðul Tey næstu 20-30 árini er tað púra meiningsleyst at tosa um ein sjálvberandi, føroyskan búskap. Tvørturímóti risikera vit at vit noyðast tað eyðmýkjandi gongd niður til Danmarkar at biðja um meiri blokkstuðul, sigur Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur Rímiliga friðarligt vikuskiftið Hóast nógv fólk hava verið til jólaborðhald um vikuskiftið, varð talan kortini um eitt av teimum rímiliga friðarligu vikuskiftunum. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at fólk hava verið friðarlig, og at tað hevur at kalla eingin ófriður verið í miðbýnum í Havn, sum onkur kanska kundi væntað. 500 ung til stevnu í Klaksvík Leygarkvøldið var Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um ymisk tiltøk í sambandi við ungdómssamfelagsstevnuna sum samkoman Betesda stóð fyri. Stevnan varð fyri ein part hildin í salinum, men leygarkvøldið var farið í høllina, har millum annað bólkurin TOS var á palli. Norðlýsið skrivar, at omanfyri 500 ungfólk vóru í Badmintonhøllini hetta kvøldið. Stevnan endaði sunnukvøldið.