mánadagur 1. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 231 - 1. desember 2008
Ummæli
Victor Carlsen, skrivar
Myndir: Jens Christian Vang
Nógv hava vit sæð, lisið og hoyrt
um henda nógv umtalaða
svenska sangfuglin, og tann
sangstíl, hon hevur umboðað øll
tey 25 árini hevur verið virkin.
Tað var í 1983 at sangluttøka
hennara við sanginum
“Främling” fullkomiliga vendi
upp og niður á tilveru hennara,
og fram til dagin í dag hevur
kristiligi sangurin verið hennara
sermerki.
Nógvar eru lívsroyndirnar hjá
hesum úrmælingi, sum hevur
megnað at hildið verkið gangandi
øll hesi 25 árini, og tað skal stór
styrki til, tí tað er jú ikki sum at
siga tað at vera í hesi vinnuni, tí
ágangurin er nógvur, og ikki
minst freistingarnar kunnu fara
við einum, hagar tað ikki altíð
vendist aftur. Soleiðis uppliva
mong tað, men Carola hevur
megnað at staðið føst, tá bylgj
urnar hava leikað sum harðast.
Føroyavitjanin
At tað nú hevur eydnast konsert
fyrireikarum at fáa fatur á
Carolu, er ikki minni enn ein
meistaraverk, og tøkk skulu Five
Star Mannagment hava fyri hetta.
Væl varð fyriskipað, og konsert
ini var jú útseld eftir fimm
døgum, so sigast má, at áhugin at
hoyra hana hevur verið ovur
honds stórur. Um skipað varð
fyri tveimum konsertum hevði
heldur ikki bilað, men hetta má
bíða til eina aðru ferð, og tað
hevur Carola longu lovað, at
henda Føroyavitjanin verður ikki
tann seinasta.
Henni dámar væl seyð, og sum
eg skilti tað, hevði hon einki haft
ímóti at ein seyður kundi verið
við á pallinum hetta kvøldið,
men hinvegin, so smakkar kjøtið
jú sera væl, og so má hetta bíða
til jóladøverðanheima, har seyða
kjøt verður notið sum jólamatur.
Jól í Betlehem
Henda konsertin við hesum undir
heiti var tann fyrsta av fleiri, sum
fara at verða hildnar runt um í
Norðanlondum komandi vikur
nar. At hetta fellur inn í advent
ina ger heldur einki, tí við hesum
tori eg at siga, at vit øll komu í
tann rætta jólastemningin, sum
tikið verður til. Ikki bara ein
stemning, men eisini skilt
soleiðis, at vit kundu seta okkum
inn í sjálva hendingina til, hví vit
halda jól, sum hetta kvøldið so
týðuliga gav øllum eina kenslu
av, bæði í sangi og handling.
Bæði ljós og pallpynt vísti týðu
liga at Carola tvær ferðir hevur
vitjað í føðibýinum Betlehem, og
hetta setti sín serstaka dám á
Stuttligt var at síggja, hvussu
væl skipað konsertin var, har vit
nærum kronologiskt kundu fylgja
gongdini sum ein ímynd av, tá
Jesus varð føddur. Byrjað varð
við at lítla Mirjam kom inn á
pallin við ljósi í hond og sang
sangin “Nú tendrast túsund
jólaljós” og so kom sjálv Carola
inn og sang á svenskum sama
lagið. Ein sera vøkur byrjan. Vit
hoyrdu eisini sangir um “Mitt
hjerte altid vanker”, “Jul, jul,
strålande jul”, “Kristus är
kommen”, “I denne julenatt” og
“Ett barn är føtt i denna dag”.
Sjálv lýsingin varð endurspeglað
við sjónleiki um fjósið, Mariu,
Jósef og lítla barnið í krubbuni,
vitjað av einglum og hirðum.
Harumframt fingu vit upplestur,
ið týðuliga greiddi frá tí, ið
boðað var av einglinum Gabriel
um føðing Jesu. Sera væl
hóskandi kom sangurin, sum
Carola sjálv hevur skrivað:
“Himlen I min famn”.
Sangurin “Drummer boy” varð
sungin og vit fingu eisini
frágreiðingina um henda sangin
og tann týdning, hann hevur. Vit
eru hvør einstakur ein Harrans
tænari, sum ikki tørvar at spyrja,
hvat eg kann gera fyri at geva at
hjálpa mínum næsta. Hesin
lívsstílur kann á ein hátt gerast
okkara kærleiksmál.
Hugaligt var at síggja, hvussu
Carola royndi at fáa kontakt við
fjøldina, og hetta gjørdi hon við
at ganga oman í salin, meðan
sangurin hjá Thore Ås: “En
stjerne lyser så klar”, har hon
síðani fekk stóran riðil av
børnum upp á pallin og kundi
práta við tey. Fáorðað børn, men
kortini ein góð kontakt við
foreldur og børn. Tá so 9ára
gamla Mirjam eftir hetta byrjaði
við sanginum “Tað lítla ljós eg
fekk”, kom rættuligt lív í, og
eftirfylgjandi fingu vit góðar og
vælkendar gospelsangir so sum,
“Go tell it on the mountain”,
“He´s got the whole world in His
hand” og “I´m gonna keep on
singing”. Tað kendist veruliga
sum at Carola hevði fingið ta
kontakt, hon vildi hava og rósti
mannfjøldini fyri góða luttøku, tí
væl varð klappað.
Endiliga ……
Tað tók bara fimm dagar at
selja øll atgongumerkini til
konsertina hjá Carolu