Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 232 - 2. desember 2008 Bibi í Snarskivuni Hósdagin kl. 16 letur Bibi Sigmundsdóttir upp framsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Framsýningin verður opin allan desember mánað. Høvið er hjá fólki at framsýningin hjá Bibi Sigmundsdóttir, tá Snarskivan er opin millum kl. 9 og 16, hósdagar tó millum kl. 9 og18. Leygardag og sunnudag er ikki opið. Fiskar tosk við rúsu Norðmaðurin Geir Strandenes hevur bygt sær bát í Skotlandi. Báturin Docfish er serbygdur til rúsufiskiskap. Docfish er bygdur á Seaway Marine í Skotlandi og er fyrsti bátur teir lata á altjóða marknaðin. Hann kann føra 2 tons av livandi fiski til lands, skrivar bkv.fo. Strandenes vónar í komandi ári at fara undir royndir at veiða tosk við rúsu, har hann verður partur í granskingarverkætlan hjá Havforskningsinstituttet. Rúsan verður hildin 70 cm yvir botninum, so at hon fiskar tosk, men krabbin røkkur henni ikki. Væntandi fer Docfish at hava 100 rúsur, sum í teori’ini kunnu fiskað 120 kilo hvør, men eru 10 kilo í meðal, so er hann nøgdur, sigur Strandenes. 19 ára gamla Joan Holm Olsen hevur starvast á einum barnagarði, til stjórin nærmast kroysti hana úr starvi. Í dag starvast hon á einum øðrum barnagarði, men hvønn dag livir hon í ótta fyri at missa starvið. Ella at avleiðingarnar av hennara kynsligu sannføring kunnu ger­ ast, at foreldur taka børn teirra úr barna­ garðinum Ólíkarættur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Í eini seks ár hevur 19 ára Joan Holm Olsen vitað, at hon ikki var áhugað í dreingjum, sum hinar genturnar í flokkinum høv­ du. Síðan henda dag hevur hon nærmast livað sítt lív í loyndum og roynt at fjalt sína kynsligu sannføring. ­ Eg og daman hjá mær kalla okkum bara fyri vin­ konur, sigur Joan. Av hesari orsøk kom tað sum eitt stórt sjokk hjá fyrrverandi stjóra­ num hjá henni, sum ikki kann sigast at hava tikið hesi tíðindi serliga væl. ­ Hon byrjaði at biða meg koma seint til arbeiðis og helt ikki, at eg egnaði meg so væl til starvið hóast alt. Men hon segði ongantíð, at tað var tí, eg var samkynd, greiður Joan frá. Stjórin hjá Joan byrjar síðani at umrøða støðuna við starvsfólk á barnagarði­ num, og at enda kendi Joan seg noydda at siga seg úr starvi. ­ Starvsfelagarnar hjá mær søgdu, at stjórin dámdi einki, at eg var samkynd, og eg kendi meg at enda noyd­ da at siga upp, sigur hon. Samkynd oyðileggja børnini Joan og dama hennara høv­ du fingið eina avtalu í lag við eina familju um at leiga kjallaran hjá teimum. Tær manglaðu bert at fáa lykil­ in. Familjan, sum tær skuldu leiga frá, høvdu fingið illgruna um, at hesar gentur vóru meira enn vinir og byrjaðu at ringja runt til fyrrverandi stjórar og starvs­ felagar hjá gentunum. ­ Tey søgdu við ein av mínum fyrrverandi starvsfe­ løgum, at tey ikki vildu hava okkum inn, tí vit kun­ du oyðileggja børnini hjá teimum, men tey søgdu tað ongantíð við okkum, greið­ ur Joan frá. Tær hoyrdu hvørki orð ella boð frá familjuni aftur, men fingu ongantíð lykilin. Óliviligt í Føroyum Eftir hesa truplu tíð fluttu Joan og dama hennara til Íslands, og har gjørdist til­ veran heilt øðrvísi. ­ Tað var heilt ótrúligt at koma til Íslands og kunna halda í hondini á damuni, uttan at nakar helt tað vera løgið, greiður Joan frá. Joan og dama hennara skrásettu seg í parlag í Íslan­ di, soleiðis at tær kundu ætt­ leiða børn sambært tí Íslendsku lóggávuni á øki­ num, ið staðfestir at sam­ kynd kunnu ættleiða, tá tey hava livað saman í skrásett­ um parlagi í meira enn tvey ár. Spurd um tær høvdu ver­ ið verandi í Føroyum, um tað bar til at adoptera og at skráseta seg í parlag, svarar Joan soleiðis: ­ Tað er ikki tað, sum ger av, um vit trívast ella ikki. Tað snýr seg ikki um lógir, men um at verða góðtikin í samfelagnum. Um tað var lógligt í Føroyum, høvdu føroyingar allarhelst ikki góðtikið tað, og tá kann lógarverkið ikki hjálpa okk­ um longur, sigur Joan. Orsakað av kreppuni í Íslandi flutti Joan og dama hennara aftur til Føroya, men hava onga ætlanir um at búsetast í Føroyum longri enn neyðugt. ­ So skjótt sum vit kunnu, fara vit til Danmarkar ella aftur til Íslands. Tað einasta, sum heldur mær í Føroyum, eru familja og vinir. Vit liva tó konstant í ótta fyri okkara størvum, og at onkur skal halda okkurt ringt um okk­ um, tí vit eru samkyndar, og tað ger tað ótrúliga ólivi­ ligt her, greiður Joan frá. Fokus frá teimum samkyndu Spurd um hennara hugburð til kjakið um tey samkyndu, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini, sigur Joan soleiðis: ­ Eg haldi, at málið um 266b og kjakið, sum hevur verið um tað, hevur tvingað fólk at hava eina meining um samkynd, og alt er so uppblást allastaðni, at tað gerst ótrúliga strævið at búgva í Føroyum, sigur Joan Holm í samrøðu við Rás2 Eftir hennara tykki er tað ein hugburðsbroyting, sum skal til og ikki ein lóg sum 266b ­ Eg haldi sjálvandi, at tað er gott, at lógin er komin í gildi, men vænti ikki, at tað broytir tað heilt stóra hjá tí vanliga føroyinginum, heldur hon. Í kjakinum um samkynd hevur eisini verið frammi, um tað at verða samkyndur er ein sjúka, og um tað er møguligt hjá teimum at lekj­ ast. ­ Eg skilji ikki, hví fólk tosa um, um tað ber til at lekjast ella ikki. Eg hevði bara ynskt, at fólk lótu verða við at seta so nógv fokus á samkynd, og at tað gjørdist heilt natúrligt mill­ um føroyingar, at samkynd eisini vóru í Føroyum eins og alla aðrastaðni, sigur Joan Holm Olsen. Kommuna fornoktar mismun Trivnaðarstjórin í Tórshavn­ ar kommunu, Ingibjørg Berg, sigur at kommunan finnur seg ikki í, at mismun­ ur verður gjørdur millum starvsfólk orsakað av kyns­ ligari sannføring. ­ Um vit kunnu prógva, at ein leiðari á einum barna­ garði hevur gjørt mismun millum starvsfólkini, hevði hetta heilt víst fingið avleið­ ingar fyri leiðaran, sigur Ingibjørg Berg. Kommunan hevur sam­ tykt eina javnstøðu lóg (javnstøðulóg í einum) ið staðfestir k at munur skal ikki verða gjørdur orsakað av etniskum uppruna, tjóð­ skapi, trúgv ella kynsligari sannføring. Hetta er javn­ støðulógin, sum vit kenna frá §266b í straffilógini. ­ Eg kenni ikki málið um Joan Holm Olsen, men tað er greitt, at hetta hevði verið tikið upp í kommununi, um vit fingu meira vitan um hetta. Kann tað prógvast, at Joan er illa viðfarin orsakað av kynsligari sannføring, hevði hetta uttan iva fingið avleiðingar fyri nevnda leið­ ara, sigur trivnaðarleiðarin hjá Tórshavnar kommunu. Samkynd kvinna kroyst úr starvi Kærleiki millum kvinnur er illa sæddur á summum arbeiðsplássum hjá Tórshavnar Kommunu