Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 1. desember 2008 lýsingartilfar ‘08 45 Sirri er í dag ein fyritøka, ið selur vørur um allan heim. Í fjør keyptu yngri fólk seg inn í fyrtøkuna, sum í dag hevur virki í útlondum og handils- og snigevarahús í Havn, umframt handil í Suðuroynni. Vørurnar fáast eisini í handlum kring landið, og eisini um allan heim Í oktober í fjør keyptu Óluva á Lofti og Dávid Nordendal 25% av fyritøkuni Sirri. Árni og Karin Brattaberg stovn­ aðu fyritøkuna. Nýggju parteigararnir leggja alstóran dent á, at talan er um náttúrliga vøru, og eisini hevur tað vistfrøðiliga týdning. ­ Ullin verður bert vaska, annað verður ikki tilsett, ella tikið úr, sigur Óluva á Lofti. Handil og sniðgevar Handilin, har tey halda til í Dr. Jacobsensgøtu, eiga Óluva og Dávid sjálvi. ­ Handilin er ikki bara handil, tí afturat mær havi eg 3 sniðgevar; Johonnu av Steinum, Malan av Lofti og Barbaru í Gongini, greiðir Óluva á Lofti frá. Og um hetta at hava alt undir somu lon sigur hon, at við hesum er líka so nógv talan um eitt sniðgevarahús, sum handil. Úti í heimi Sirri byrjaði í Suðuroynni, og virkið er har enn, um tað stendur á at framleiða, men annars hevur Sirri flutt framleiðsluna og verður nú framleitt á virki í Litava. ­ Framleiðsluvirkið í Føroyum gjørdist ov lítið, sigur Óluva á Lofti. Á virkinum í Litava arbeiða 40 fólk. ­ Sirri er í dag kring allan heim, sigur Óluva á Lofti, og sum dømi nevnir hon, at vørur verða seldar í Kina, Amerika, Russlandi og Týsklandi. Sirrivørur eru snøgt at fáa kring allan heim. ­ Vit hava nú eina ætlan um at gera kollektiónir, eina til veturin og eina til summarið, sigur Óluva á Lofti. Umframt handilin í Havn, er Handil eisini í Suðuroynni, og vørurnar fáast eisini í øðrum handlum kring landið. __________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sirri um allan heim 4HKAN§HMHDQT@SEÈ@Ó4DKDAÞ§TMTLJQHMFK@MCH§NFDQTF@KC@MCHSHKIØK@ ./+)! %HMDHME“KCNFRM“FFE@QSDKDENMSHKSÓM  RTLHJJHJQDUTQLDHQ@ƍ@RDMMMDX§TFS ,TLL@KXJSpRO“Kp-OQHMFHSØM@Q 3HFS@§ÈIØKTL 350,-          Ryggsekkur Nordpol Husky 28 L Fyrr kr. 375,00 Nú kr. 275,00 ð