Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 1. desember 2008 lýsingartilfar 47 ‘08 Nógv er hent síðani tryggingarvirksemi byrjaði í nýggjari tíð í Kristnastovu í 1940 og fram til virksemið á Kongabrúnni í dag. Og Tryggingarfelagið Føroyar brynjar seg støðugt til nýggjar tíðir, har samskiftið við kundan hevur alstóran týdning Tann 1. juli 1940 varð Tryggingar­ sambandið Føroyar sett á stovn, sum eitt fyribils sínámillum trygg­ ingarsamband, vegna ta serligu støðuna, ið valdaði, tá sambandið við Danmark varð slitið undir 2. heimsbardaga. Aftaná kríggið var tað eyðsæð, at hesir stovnar høvdu røkt uppgávur sínar til fulnar. Tað sum skuldi gerast eitt fyribils samtak, var vorðin ein spírandi føroysk fyritøka, ið hevði fingið fastatøkur í føroyska vinnu­ lívinum. Avgjørt varð tí, ikki at lata tryggingarvirksemi í Føroyum fara aftur á danskar hendur, sum tað hevði verið áðrenn kríggið. Í 1956 kom fyrsta løgtingslóg um trygging í Føroyum. Miðskeiðis í 1970´ ­unum fekk tryggingar­ virksemi rættuliga ferð á seg innan flestu váðaøkir og upp gjøgnum tíðirnar varð tosað um at avtaka einkarrættin. Tó var meiriluti ikki fyri hesum á Tingi fyrr enn nýggj lóggáva um tryggingarvirksemi í Føroyum varð samtykt í 1996. Lóggávan kom í gildi 1. januar 1997, nú var vegurin lagaður fyri fríari kapping. Upp gjøgnum seinnu helvt av 20. øld var føroyska samfelagið fyri stórum broytingum og árini uttanífrá. Tryggingarøkið var ongin undantøka. Í útheiminum broytist bygnaðurin nógv innan fíggjar­ heimin. Tað var eyðsæð, at skuldu føroyingar fylgja við og halda áfram at veita tí føroyska vinnulívinum og samfelagnum sum heild, tað neyðugu trygdina, var nýhugsan og bygnaðar broytingar eisini neyð­ ugar í Føroyum. Hetta gekk væl í tráð við at nýggja lóggávan, ið var komin í gildi í 1997, kravdi eina umlegging av verandi stovnum. Samráðingar vóru millum stovnar­ nar, um hvør bygnaður vildi geva viðskiftafólkunum stórsta fyrimun, og í 1998 varð avgjørt at leggja teir verandi tryggingarstovnarnar um til eitt felag, Tryggingarfelagið Føroyar, sum vit øll kenna tað í dag. Kundin í fokus Nýggjar tíðir gera, at marknaðurin er opin, og aðrir tryggingarveitarar kunnu koma úr útlondum og á Føroyska marknaðin. Tryggingarfelagið Føroyar vil ganga á odda, og eisini brynja seg til nýggju tíðirnar. Sum ein liður í hesi gongd hava øll starvsfólk hjá felagnum í ár verið undir útbúgving, og tryggingarútbúgving og onnur neyðug útbúgving er annars nakað, ið starvsfólkini fáa støðugt. Miðað verður eftir, at Tryggingar­ felagið Føroyar gerst so kundavinarligt, sum til ber. ­ Frá at kanska hava heldur tungan bygna, verður roynt at finna ein lættari og opnari bygna. Hetta verður partvís gjørt við heima­ síðuni, men í hesum døgum verður eisini eitt samskiftisfólk sett í starv, sigur John Eystberg, marknaðarleiðari. Hann sigur, at endamálið er at fara frá fakligum tryggingarpráti, til at tosa, so fólk skilja hvat tað snýr seg um, og hetta er ein tilgongd, ið er byrjað, leggur hann dent á. __________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tryggingarfelagið Føroyar brynjar seg til nýggjar tíðir Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KETILIN JÄSPI-ketilin er kendur í Før oyum. Við mest seldum ketlum á før- oyska markn aðinum nýtist ikki at siga meira... JÄSPI-ketilin fáa tygum hjá Mariu Poul sen. RINGIÐ 312 000 Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KETILIN JÄSPI-ketilin er kendur í Før oyum. Við mest seldum ketlum á før- oyska markn aðinum nýtist ikki at siga meira... JÄSPI-ketilin fáa tygum hjá Mariu Poul sen. RINGIÐ 312 000 Billie borðstólur kr 260,- Hoyvíksvegur 67 · Tórshavn · Tel. 315101 · Fax 315112 · babysam@post.olivant.fo ... al t ti l tey sm á u tlf. 31 10 36 · hnj@hnj.fo · www.bokhandil.fo Det kolossale menneske Blachman Ørkenens Sønner Bogen Peter Schepelern æ Fyrr: kr. 999,- NÚ kr. 699,- Svart leðurlook við innbygdum hátalara/ subwoofer. Game Chair Kann setast til Nintendo, Playstation, Mp3 o.a.