Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 232 - 2. desember 2008 Sum eitt slag av aftur­ gjalding fyri lánið, ið føroyingar hava veitt íslendingum, hava trý universitet boðið føroyingum ókeypis pláss. Trý pláss á Háskólinn Reykjavík, tvey á RES á Akureyri og tvey á Bifrost, ið liggur norðanfyri Reykjavík. Talan er í øllum førunum um universitets útbúgvingar Íslandslánið Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað er ikki gloymt, at føroy­ ingar hava latið íslendingum eitt lán. Trý íslendsk uni­ versitet bjóða nevniliga føroyingum ókeypis pláss á universitetunum, sum takk fyri lán. Talan er um eitt universitet í Reykjavík, eitt beint norð­ anfyri og eitt á Akureyri, ið bjóða Føroyingum tvey og trý ókeypis pláss í part. Vanliga plaga hesi pláss at kosta pening. Háskólinn Reykjavik Talan er um trý pláss, á uni­ versitetinum í Reykjavík. Undirvíst verður í vinnu, løgfrøði, teldum, verkfrøði, almannaheilsu. Har er ítrótt­ ur eisini íroknað, men mann fær ikki stað at búgva. ­ Vit vóna at fáa trý før­ oysk lesandi, ið kunnu lesa púra ókeypis á okkara skúla, men vit fara at velja trý tey bestu, sigur Margrét Jónsdóttir, ið er í Føroyum umboðandi skúlan. Hon leggur afturat, at orsøkin til, at tey eru í Føroyum, er at takka føroyingum fyri at vera tey fyrstu at reagera upp á íslendsku kreppuna. Hon metir eisini, at Ísland er upplagt sum lestrarland fyri føroyingar, tí tætt sam­ bond hava altíð verið mill­ um londini, og málini líkjast rættiliga nógv. ­ Vit bjóða undirvísing í íslendskum áðrenn skúla­ byrjan, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, men vit hava eisini útbúgvingar á enskum, greiðir Margrét Jónsdóttir frá. Hon metir eisini, at altjóðagerð eisini handlar um at knýta tættari bond við nábúgvarnar. Bifrost Er ein skúli beint norðanfyri Reykjavík. Tað tekur ein og ein hálvan tíma at koma til høvuðsstaðin, og skúlin er tað einasta í økinum. ­ Vit bjóða tveimum før­ oyskum næmingum fult uppihald á skúlanum hjá okkum. Tann lesandi býr á skúlanum og skal hvørki gjalda fyri at búgva ella fyri útbúgvingina, sigur Kristin Olafsdóttir, ið umboðar Bifrost á túrinum í Føroyum. Hon leggur afturat, at upp­ skotið er íkomið, tí føroy­ ingar altíð hava verið hjálp­ samir mótvegis íslending­ um, tá teir hava havt trupul­ leikar. Á skúlanum er tað sum á Háskólinn Reykjavik, at stórur partur av undirvísing­ ini er á enskum, á hesum altjóða universitetið. ­ Eg vóni bara vit fáa nakrar dugnaligar føroying­ ar, ið kunnu fáa nógv burtur úr skúlanum hjá okkum, sigur Kristin Olafsdóttir Akureyri Plássini á Akureyri eru á RES, ið er styttin fyri The School for Renewable Energy Science. Tey vilja lata føroyingum eitt til tvey pláss at luttaka í útbúgving­ ini hjá teimum innan var­ andi orkukeldur. Talan er um útbúgvingar á master støðið. Møguleiki verður at hoyra meira um allar hesar møguleikar í Miðlahúsinum í morgin, mikudagin, frá klokkan 19:30. Solar Føroyar Deildarleiðari søkist Um tygum hava útbúgving innan HVS vinnuna er nú møguleiki at gerðast deildarleiðari á okkara HVS deild. Arbeiðið umfatar Ábyrgd av at stovna og menna HVS deildina Ábyrgd av dagligum rakstri Tøkniliga ráðgeving Førleikakrøv Vitan og førleika innan HVS Leiðsluroyndir T-kunnleika Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Finn Jørgensen, tel. 357933 ella teldupost finn@solar.fo Brekkutún 2 Hoyvík Tel 35 79 33 Fax 31 78 90 finn@solar.fo www.solar.fo Øssur Mohr í Leikalund Fríggjadagin letur upp framsýning í Leikalund í Klaksvík við nøkrum av nýggjastu málningunum hjá listamanninum Øssuri Mohr. Myndevnið er í høvuðsheitum tað, sum Øssur Mohr er so kendur fyri ­ nevniliga sermerkta ljósspælið í náttúruni kring Fuglafjørð. Samstundis sum listamaðurin er trúfastur móti sínum myndevni, sæst ein støðug listarlig menning í myndunum, sum seinnu árini eru vorðnar alt meir abstraktar. Framsýningin í Leikalund letur upp fríggjadagin 5. desember klokkan 16. Fernisering er frá 16 til 18. Framsýningin hongur uppi allan desember mánað Takk fyri lán Kristin Olafsdóttir og Margrét Jónsdóttir eru í Føroyum fyri at greiða frá ókeypis universitets plássunum, ið íslendingar bjóða sum takk fyri lán Mynd: Jens K. Vang