týsdagur 2. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 232 - 2. desember 2008
Borgarstjórin fegn
aðist um, at Eik
Banki nú verður ein
sjónligur aktørur í
Klaksvík
Nýggjur
bygNiNgur
Jan Müller/Árni Joensen
Steinbjørn Jacobsen, borg
arstjóri, duldi ikki fyri, at
hann telist millum teirra,
sum eru hugtikin av tí
nýggja bygninginum hjá
Eik Banka í Klaksvík, men
hann helt eisini, at Eik
Banki hevur havt eina
hepna hopnd við at finna
sær eitt stað at seta bygn
ingin á.
Sjálvur er hann uppvaksin
hinumegin vegin, og hann
mintist, hvussu hann og javn
aldrarnir plagdu at fara inn
til Haldor Holm at keypa
„tjúguoyrakaku“. Steinbjørn
Jacobsen nevndi hjúnini Hal
dor og Olgu Holm og lýsti
tey sum ein part av býar
myndini í Klaksvík tá, Hann
helt fyri, at plássið, sum Eik
Banki hevur valt, hevur ein
dám av trivnaði, góðum
minnum og framburði.
Steinbjørn Jacobsen vísti
á, at Eik Banki hevði veitt
munagóðan stuðul, tá stand
myndin Fípan Fagra bleiv
gjørd. Tá hon bleiv avdúkað
í summar, helt Bjarni Olsen,
stjóri í Eik Banka, røðu, og
nevndi millum annað, at
bankin leggur dent á vakur
leika og tað listarliga. Borg
arstjórin helt, at tann nýggi
bygningurin prógvar orðini
hjá stjóranum.
Vit vita frá hesum sein
astu árunum, at Eik Banki
er ein sterk og væl virkandi
fyritøka, sum ynskir fram
burð og trivnað, har hon
virkar. Við hesi deildini her
í Klaksvík gerast møguleik
arnir innan fígging her í
økinum enn fleiri, har tit
sum banki gerast ein ógvu
liga sjónligur aktørur – og
hetta gleðast við um, segði
Steinbjørn Jacobsen, borg
arstjóri at enda.
Eitt prýði fyri Klaksvík
Eik banki
gongur
undan í
Klaksvík
Helt nýggi deildar
leiðarin, Hilmar
Sam Lamhauge
fyri og endurgav
Norðlýsið
Tann 19. mai skrivaði
Norðlýsið, at “Eik Banki
gongur undan í Klaksvík”
Tá var stóra glasfasadan
liðug, og ein kundi siga
at tað hendan várdag í
mai spíraði í Klaksvík
bæði so og so segði
nýggi deildarleiðarin hjá
EIK í Klaksvík, Hilmar
Sam Lamhauge til hátíð
arhaldið
fríggjadagin.
Og hann helt fram:
Hetta orðafellið, um
eg so má siga, “Eik
Banki gongur undan í
Klaksvík” kann brúkast í
fleiri samansetingum um
Eik, men júst her var
meint við tað arkitekton
iska, at hesin bygningur
ikki bert er ein fornald
arlig grótlaging – men at
bygningurin er nútímans,
og prýðir um í miðbýn
um.
Facadan hevur reinar
linjur og er klødd við
gróti, móttøkan er opin
upp í aðru hædd, upp til
balkongina, sum kann
ímynda Víkina – altso
Klaksvíkina. Við hesi
opnu móttøkuni og stóru
glasfacaduni norðureftir,
við tí flotta útsýninum,
blívur
inniumhvørvið
ein partur av útiumhvørv
inum.
Hilmar Sam Lamhauge
segði at enda, tað er
honum ein æra at saman
við sínum starvfólkum
at vera við til at leggja
ein
hornastein
undir
framtíðar virksemi hjá
Eik í Klaksvík og í Norð
oyggjum.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, ynskir Hilmar Sam Lamhauge tillukku við starvinum og bygninginum
Mynd: Jan Müller
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, her saman við Marner Jacobsen, Eik-stjóra
Mynd: Dávur Winther
Øðrvísi jólakalendari í Vinnuhúsinum
Vinnuhúsið hevur gjørt ein heldur øðrvísi jólakalendara, har ein letur lúkur upp, men ikki
beinleiðis fær nakra gávu. Ístaðin fær tann forvitni, við at lata eina lúku upp hvønn dag til
jóla, vitan í gávu. Í dag var spurningurin »Hvat er munurin á einum arbeiðsgevarafelag og
einum vinnugreinafelag?«. Og í lúkuni verður hesin munurin so útgreinaður.