mikudagur 3. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 233 - 3. desember 2008
Á stórfingnum
bókmentatiltaki
komandi dagarnar
fara rithøvundar,
viðmerkjarar og
áhugaði annars at
taka pulsin á før
oyskum bókmentum
sæð í mun til altjóða
rák
Bókmentadagar
08
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Komandi dagarnir eru halg
aðir bókmentunum. Í øllum
førum um tú leggur leiðina
framvið gamla Reinsarínum,
Rit & Rák og Norðurlanda
húsinum. Hesi verða nevni
liga karmur um Bókmenta
dagarnar í Havn, sum við
maratonupplestri,
rithøv
undavitjanum og kjaki á
ymsar mátar fara at varpa
ljós á støðuna hjá føroyskum
bókmentum í dag.
Kroystar bókmentir
Ein av stigtakararnum til
Bókadagarnar er Kim Sim
onsen. Sum rithøvundur og
bókmentafrøðingur hevur
hann ein neyvan fingur á
pulsinum á føroyskum bók
mentum, sum hann kundi
ynskt sær slóð eitt sindur
títtari.
– Vit kunnu í øllum førum
staðfesta, at bókmentir hava
verið rættliga kroystar av
skjótu miðlunum og ymsum
lættisoppaundirhaldi seinnu
árini. Og tað hevur ikki
gjørt tað betri, at høvundar
hava svarað aftur vit at
grava seg niður í skotgravir,
og eru komnir upp aftur við
meir og minni óskiljandi
verkum, sum sjáldan venda
sær til onnur enn seg sjálv
an, sigur Kim Simonsen,
sum kortini heldur seg
hóma glottar.
Hann vísir á, at tað hóast
alt framvegis eru høvundar,
sum seta uppá at siga uni
versellar søgur um tað at
vera menniskja. Millum
hesar nevnir hann metsølu
høvundarnar, norska Johan
Harstad og danska Carsten
Jensen, sum báðir verða við
á Bókmentadøgunum. Hin
vegin ásannar Kim Simon
sen, at tey eru mong, ið
halda, at netupp tíðarinnar
metsølubókmentir so sum
krimisøgur, ævisøgur og
siðsøgur eru at meta sum
ein hóttan móti fínbókment
unum.
Men merkir hetta, at eitt
nú krimisøgur ikki eru rætt
ar bókmentir, ella hvussu?
– Tað fari eg ikki at taka
dagar ímillum her, men eg
haldi at kjakið er áhugavert.
Og okkurt bendir á, at tað
ikki er so svart/hvítt, sum
tað sær ofta sær út. Til døm
is nevndi svenski krimi
høvundurin, Lisa Marklund,
herfyri, at bókmentir í dag
eru munandi meir demo
kratiskar enn fyrr, tá tær
bara vóru fyri tey fáu og
útvaldu, sigur Kim Simon
sen.
Ov nógvur idyllur?
Men hóast undirhaldsbók
mentir hava fingið alsamt
fleiri fólk at lesa bøkur, er
alt ikki bara idyllur. Ella
tað er kanska netupp trupul
leikin at tað hevur verið
ov nógvur idyllur á eitt nú
føroyska bókmentapallin
um seinnu árini
Vit kunnu í hvussu er
undrast yvir, hví vit hava so
lítið av samtíðarskaldskapi
á føroyskum. Og hví vit
síggja so fá yngri episk
talent. Eg haldi tað í øllum
førum vera tankavekjandi,
at meðan ungir føroyskir
tónleikarar blóma og gera
um seg allastaðni, eru ungir
føroyskir rithøvundar meir
at kalla ósjónligir, sigur
Kim Simonsen.
Hesin eins og ein røð av
øðrum spurningum verða
serliga á skránni leygar
dagin, tá lagt verður upp til
bókmentakjak í Norður
landahúsinum.
Men longu í annaðkvøld
verður startskotið til Bók
mentadagarnar latið av við
maratonupplestri á Reinsa
rínum. Síðani verður hildið
á út í eitt líka til sunnudagin,
tá serligt ljós eisini verður
varpað á barnabókmentir.
Taka pulsin á før
oyskum bókmentum
Skrá fyri bókmentadagarnar
4.–7. desember 2008
Hósdagur 4. desember
20.00-
23.00 Reinsaríið. Maratonupplestur. Carl Jóhan
Jensen, Vónbjørt Vang, Bergur Rønne Moberg,
Sigri M. Gaini, Marjun S. Kjelnæs, Oddfríður
Marni Rasmussen, Katrin Reinert, Arnbjørn Ó.
Dalsgarð, Kim Simonsen og onnur lesa upp
Fríggjadagur 5. desember
17.00 Rit & Rák, SMS. Bókasignering
Bókasignering við rithøvundunum Carsten
Jensen (DK) og Johan Harstad (NO)
Leygardagur 6. desember
13.00 Norðurlandahúsið
Allan dagin skipar Rit & Rák fyri framsýning og
sølu av bókum, sum komu út í 2007 og 2008.
Bøkur eftir útlendsku gestahøvundarnar fáast
eisini til keyps
13.00 Dánjal á Neystabø leggur fyri við einum sangi
13.05 Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri,
setir dagarnar
13.15 Arnbjørn Ó. Dalsgarð, formaður í Rithøvunda-
felagnum, ber fram nøkur orð.
Kim Simonsen, ritstjóri á Outsider Magazin, og
Bergur Rønne Moberg legggja upp til dagsins
tema
13.40 Carsten Jensen (Dk) fer at kjakast við Kim
Simonsen um støðuna hjá nýggja
norðurlendska skaldskapinum
15.00 STEÐGUR
15.20 Dánjal á Neystabø og onnur spæla
15.40 Johan Harstad um støðuna hjá skaldskapinum í
samtíðarinnar Norðurlondum, prát við Ivan
Niclassen
16.40 Vit samanfata dagsins tema
Sunnudagur 7. desember
13.00 Norðurlandahúsið
Allan dagin skipar Rit & Rák fyri framsýning og
sølu av bókum, sum komu út í 2007 og 2008.
Bøkur eftir útlendsku gestahøvundarnar fáast
eisini til keyps
13.00-
15.30 Barnabókmentatiltak fyri bæði børn og vaksin.
Á skránni verður bæði upplestur, kjak,
framsýning og annað undirhald.
Johan Harstad, Rakel Helmsdal, Oddfríður
Marni Rasmussen, Marjun Syderbø Kjelnæs,
Bergur Rasmussen, Janus á Húsagarði, Bárður
Oskarsson og onnur luttaka
Rithøvundafelag Føroya, Norðurlandahúsið, Outsider
Magazin, Forlagið Eksil, Vencil, Rit & Rák og tiltakið
”Tórshavn - fólkavald kommuna i 100 ár” skipa í felag
fyri Bókmentadøgunum í Havn 4.-7. desember 2008.
FAKTA
- Ætlanin við tiltakinum er millum annað at fáa ein føroyskan
vinkul á ymsar aktuellar bókmentaspurningar, sigur Kim
Simonsen, sum er ein av stigtakararnum til Bókmentadagarnar
Búnaðarstjóri við visjónum
Bjørn Patursson úr Koltri verður nýggjur stjóri á Búnaðarstovuni í Kollafirði, boðar Fiskimálaráðið frá í morgun. Bjørn
Patursson er 51 ára gamal og hevur hann drúgvar royndir innan landbúnaðarøkið. Landbúnaðurin hevur altíð havt stóran
áhuga fyri nýggja stjóranum á Búnaðarstovuni, sum nú fær møguleika at verða við at menna hesa vinnugreinina. Eg
havi nógvar visjónir um, hvussu landbúnaðurin kann verða mentur í framtíðini, sigur hann við Sosialin. Seinastu árini
hevur hann verið formaður í Bóndafelagnum og festari í Koltri. Festarastarv sítt má hann lata frá sær, nú hann fer í
nýggja starvið á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Eg gleði meg til uppgávuna, sigur hann. Nýggi stjórin tekur við
starvinum á Búnaðarstovuni so skjótt sum ein avloysari er funnin til festið í Koltri.
Bjørn Patursson hevur so líðandi bygt upp landbúnaðin í Koltri. Nú fær hann møguleika
at menna allan tann føroyska landbúnaðin sum stjóri á Búnaðarstovuni í Kollafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
Carsten Jensen
Jóanes Nielsen
Gunnar Hoydal
Johan Harstad