Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2008 lýsingartilfar ‘08 45 MBM Búrøkt hava í nýggja bygninginum stóran handil við vørum til landbúnaðin, so sum vørur til ross, seyð, hundar, kýr og m.a., og eisini sláimaskinur, traktorar, plenuklipparar, arbeiðsklæðir og ymisk amboð MBM er eitt lutafelag, sum varð  stovnað tann 25. oktober 1977  undir navninum Mjólkarvirki  Búnaðarmanna. Mjólkarvirkið í  Hoyvík var byrjanarskotið til  Meginfelag Búnaðarmanna. Tað fór  undir at framleiða tann 1. apríl 1980.  Navnið varð síðan broytt til  Meginfelag Búnaðarmanna, stytt  MBM. MBM var eina tíð í 4 deildum:  tveimum framleiðsludeildum og  tveimum innkeyps-, sølu- og  tænastudeildum. Í dag koyrir virkið í  tveimum deildum, einari  framleiðslu- og einari søludeild. Harafturat kemur leiðsla og  marknaðarførsla.  Mjólkarframleiðarar eru lutaeig- arar í felagnum men hóast felagið  er lutafelag, er tað rikið sum eitt  partafelag. Munurin er helst eigara- viðurskiftini, at bert mjólkarfram- leiðarar kunnu eiga lut/part í  felagnum og tá eftir mjólkarnøgd/ kvotu. Bygdu nýggjan bygning Tá vit fluttu í nýggja bygningin,  valdu vit at laga felag okkara  soleiðis, at vit eftir henda dag hava  tvær deildir, eina framleiðslu- og  eina søludeild. Framleiðsludeildin er Mjólkar- virkið, sum hevur verið síðani byrj- anina við MBM. Søludeildin, sum umfatar fóður- søluna, handilin og verkstað- ið, kallast BÚRØKT. Í 1997 varð ein útbygging gjørd,  sum tvífaldaði gólvvíddina og  framleiðslu-orkuna. 1987 fór MBM undir at keypa og  selja kraftfóður, handilstøð o.a. til  landbúnaðin. MBM-Fóður hevði  leingi heimstað á bryggjuni í Kolla- firði, men eisini var fóðursøla á  Mjólkarvirkinum í Hoyvík og hjá  ymiskum umboðum kring landið.  Eisini var og er handlað við amboð- um og útgerð til húsdjórahald. Í januar 2003 brann fóðurbygn- ingurin í Kollafirði í grund og eftir  brunan  húsaðist deildin á  Búnaðardeplinum í Kollafirði í 2 ár,  inntil flutt varð til Hoyvíkar.  MBM Búrøkt hava í nýggja  bygninginum stóran handil  við vørum til landbúnaðin. - Í úrvalinum hava vit vørur til  Ross, seyð, hundar, kýr og m.a., og  eisini sláimaskinur, traktorar,  plenuklipparar, arbeiðsklæðir og  ymisk amboð. Jólagávuhugskot Millum maskur og útgerð til teirra,  ið fáast við landbúnasð og djór, so  er óivað  eitt gott hugskot at hyggja  innar hjá MBM Búrøkt, ber heilt víst  til at finna røttu gávurnar til teirra,  ið fáast við slíkt, og har er veruliga  ymiskt, ið kann tendra jólaljós í  eygunum á bóndanum, hús- bóndanum, og óivað so mongum  øðrum eisini. MBM Búrøkt hevur ment seg og  er avgjørt eina vitjan verda. __________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo MBM Búrøkt hevur jólagávurnar cool til jóla! Í Miðlon Hoyvíksv. 67 100 Tórshavn Tel 321755 Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo tel. 351220 Jólagávuhugskot Tórshavn | Kambsdalur kr. 295,- SONY NWZ-B135 1GB (250 sangir) Elegant snið. Bein- leiðis USB-samband (drag and drop) MP3 avspælari k