Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2008 lýsingartilfar Hjá Leivi Ellingsgaard í Klaksvík er ur, optik og gávuhandilin gingin í arv, men stovnarin er enn fúsur og við í virkseminum Ein av kendu handlunum innan ur, optik og gávulutir, er Leivur Ellings­ gaard í Klaksvík. Leivur byrjaði í 1951, men helt tá til undir trongligum umstøðum. Í 1955 vórðu núverðandi handils­ húsini bygd, og handilin er har enn, men eitt skifti var tað eisini har, ið familjan Ellingsgaard búði, til hon seinni fluttu í onnur hús. Børnini taka yvir Sonurin var útlærdur sum optikari í 1987, og dótturin sum urmakari í 1991, og tey hava síðani verið við til at dríva handilin. Dótturin tekur sær, umframt av urunum, eisini av innkeypi og líknandi. Partur av úrvalinum er eisini gávulutir, og hetta hevur altíð verið ein partur av tí, ið Leivur Ellings­ gaard hevur havt at bjóða. Skjótt 50 ár Leivur Ellingsgaard byrjaði í 1951, og nærkast fyritøkan sostatt teimum 60 árunum. Leivur Ellingsgaard sjálvur er »still going strong«, og er enn partur av virkseminum. Fyritøkan hevur verið í menning øll árini, men sum ein handil, ið hevur nógv ár á baki, so hava tey upplivað tíðir, har tað er gingið við, og har tað er gingið ímóti. Hóast Klaksvíkin í hesum døgum kanska upplivir nakað av niður­ gongd, so ætla tey hjá Leivi Ellingsgaard sær ikki at sita hendur í favn, og enn hava tey meira enn nóg mikið at gera, og óivað er stórur møguleiki at finna røttu jólagávuna hjá Leivi Elingsgaard í Klaksvík. __________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo 47 ‘08 Leivur Ellingsgaard havt handil síðani 1951 Leivur Ellingsgaard byrjaði handil í 1951 Mynd: Jóannes N. Poulsen Skifti tú 1. desember... Mintist tú til at skifta battaríini á roykvarnaranum 1. desember sansir.fo Stílur & elegansa Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo N. Finsensg. 18 · Tórshavn · Tlf. 318110 Fax 321007 · www.klivin.fo 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna á