Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 233 - 3. desember 2008 Í gjar varð ein sangur, ið er nýskapandi í føroyskum høpi, fyrstu ferð nakrantíð spældur í útvarpi á Rás2. Unga morskra­ nesgentan Ann Anthoniussen eigur sangin, ið nevnist Nice, og stílurin er nýmótans popptón­ leikur, ið ikki hevur verið royndur áður í Føroyum Tónleikur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Mydnir: Jens Kristian Vang Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein nýmótans føroyskur poppsangur í Britney Spears stíli sendur í umferð. Ann Anthoniussen syngur nýggja lagið, ið eitur Nice, sum Bárður Háberg hevur gjørt og skrivað saman við Casey Monroe. Júst hesin stílurin er ongantíð áður royndur av einum føroyingi, og má sigast at hetta er nýskapan­ di. Ann Anthoniussen er 18 ára gomul og uppvaksin á Morskranesi, har hon búði inntil hon fyri tveimum árum síðani flutti til Havnar at ganga á FHS. Í dag arbeið­ ir hon sum skrivstovu­ lærlingur hjá Vodafone, men viðsíðunaav hesum borgarliga starvinum roynir hon nú at bróta ígjøgnum á tónleikaøkinum. Gingið skjótt framá Tíðliga í summar byrjaði hon at ringja runt til ymisk fólk, og sóknaðist eftir onkr­ um, ið kundi framleiða eitt lag saman við henni. Eftir at hava ringt til fleiri kom hon í samband við Bárður Háberg, ið beinanvegin var við upp á æltanina. Hann hevur fleiri kontaktir uttan­ lands og tað endaði við at hann gjørdi eitt lag saman við Casey Monroe, ið syng­ ur og skrivar sangir uttan­ lands. Í byrjanuni tosaðu Ann Anthoniussen og Bárður Háberg um ymisk hugskot. Ann Anthoniussen siti hvønn sang hon vildi hava, og so gjørdi Bárður lagið til hana. Sjálva sangin byrjaðu tey veruliga at framleiða fyri trimum til fýra vikum síðan, og nú er hann longu sendur í umferð. Altíð dámað stílin Sum 12 ella 13 ára gomul byrjaði Ann Anthoniussen at syngja við Ungdómskórinum á Strond­ um, har tey í høvuðsheitum sungu gospelsangir og van­ ligan kórtónleik. Men Ann dylir ikki fyri, at tað er júst hesin stílurin, ið appellerar til hana, og at hon altíð hev­ ur dámt sera væl henda stíl­ in. Hon hevði ein dreym um at syngja henda stílin, og við nýggja sanginum »Nice« hevur hon nú gjørt álvara av dreyminum. Orsøkin til at hon valdi henda stílin er eisini tí at hon vil appelera til ein mál­ bólk, ið stílar eitt sindur omanfyri eitt nú Faroe5 og Poppkorn. Hennara mál­ bólkur eru tey millum 16 og 25 ára gomlu, tá hesin aldursbólkurin eru júst tey, sum dáma sera væl hetta slagið av tónleiki, ið verður spældur sera nógv á eitt nú MTV og The Voice fyri tíðina. Í dialog við Voice og P3 Tá tey sendu sangin í umferð, sendu tey eisini sangin til aðrar útvarpsstøðir enn tær føroysku, eitt nú The Voice og P3 í Danmark. Donsku støðirnar hava tikið sera væl ímóti sanginum, og serliga The Voice eru spentir uppá nýggja lagið frá føroysku songkvinnuni. The Voice hava, síðan tey hoyrdu sangin, sett seg í samband við ymisk plátu­ feløg, tí tey meta at stórir møguleikar liggja í sangi­ num. Meira á veg Fyrsti sangurin er júst settur í umferð, men Ann Anthoniussen ætlar ikki at steðga her. Saman við Bárði Háberg arbeiða tey við fleiri møguleikum, og vænt­ ar hon sjálv at enn ein sang­ ur verður at hoyra fyrst í nýggja árinum. Eisini arbeiða tey við at gera eitt videolag til sangin, eins og tey longu eru byrjaði at framleiða eitt image til hana, ið líkist nógv tí image­ inum, ið vit kenna frá sangarinnum sum Rhianna, Britney Spears og aðrar popp og R&B sangarinnur. Men áðrenn hon fer at arbeiða víðari við tónleiki­ num, ætlar hon sær fyrst at halda jólaferiu og fáa ró aft­ ur í lívið. Skipa seg skjótt í Skúvoy Á kommunuvalinum í farna mánaði varð ein kvinna, Inga Tórarenni vald í Skúvoyar bygdaráð við 12 atkvøðum, skrivar bkv.fo. Hon kemur at sita saman við tveimum monnum, Jørgin Olaf Høgnesen, ið eisini fekk 12 atkvøður og Harry Jensen, ið fekk 9 atkvøður. Valluttøkan í Skúgvi var 83,6%. Bygdarráðið hevur ikki skipað seg, men tað verður ein av komandi døgunum. 49 íbúgvar eru skrásettir í Skúgvi. 760 fáa heimahjálp Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at í 2007 fingu 760 fólk heimahjálp. Tað er 13% av teimum sum eru 67 ár og eldri. Av teimum sum fingu heimahjálp vóru 39% úr Suðurstreymoy, vísa hagtølini. Jólasølan á Verkhúsinum Stíggjur 2008 Hósdagin 4. desembur kl 14-18. Fríggjadagin 5. desembur kl 14-19. Eisini verður málningaframsýning, tombola og kaffisøla. Øll eru hjartaliga vælkomin. Verkhúsið Stíggjur Saltangará Ann roynir stjørnulívið Nýggi sangurin, ið ber heitið »Nice«, hevur longu fingið jaliga móttøku á millum annað The Voice og P3 í Danmark Ann Anthoniussen er 18 ára gomul, uppvaksin á Morskranesi og hevur teilendska mammu. Nú hevur hon givið sín fyrsta sang út, ið er nýskapandi í føroyskum høpi