mikudagur 3. desember 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 3. desember 2008
lýsingartilfar
‘08
37
Handilin er frá 1960,
men nógv er broytt, og
í dag er leisturin ein
heilt annar. Hjá Eilif
Arge fæst alt frá gulli,
silvuri og gávulutum,
til kaffi og kryddarí. Og
rørslutarnað hava ikki
framkomutrupulleikar, tá
tey vitja hjá Eilif Arge
Tað var í 1960, at Eilif Arge lat upp
handil, og æt tað tá ur, brillur gull
og silvur.
Eilif doyði í 1968, og konan førdi
handilin víðari. Í dag rekur sonurin,
Magnus Arge, ið er ursmiður,
handilin.
Í 1983 flutti handilin Eilif Arge í
egnan bygning.
Broyttu leistin í 2006
Í 2006 varð avgjørt at broyta leistin.
Nú er talan um gull og silvur og um
gávubúð.
Handilin er limur í norskari ketu,
og umboðar Black Design, men
eisini eittnú Georg Jensen gávulutir
og Pandora.
Men sum nakað forkunnugt, so er
handilin bygdur upp eftir norskari
fyrimynd, tí Magnus hevur eitt
norskt syskinnabarn, ið er designari,
og sum tískil kundi hjálpa við
hesum.
Eilif Arge er í dag so nógv meira,
enn gávubúð, og eittnú fáast serlig
sløg av kaffi, og alt sum hartil
hoyrur, og eisini ymisk kryddarí.
Vinarligt hjá
rørslutarnaðum
Men siðvenjan er ikki heilt slept, og
eittnú er Eilif Arge av størstu
veitarum av steypum og líknandi,
og at fáa gravering í er ongin
trupulleiki.
Hjá rørslutarnaðum er ikki trupult
at vitja hjá Eilif Arge, tí hesum hava
tey tikið hædd fyri, tá bygt varð.
Ongar trappur eru og hurðin er
sjálvvirkandi. Partar av innbúgvi
num eru eisini á hjólum, so teir
kunnu flytast, og yvirhøvur er
plássið gott í handlinum.
Á tremur
Og nú jólini nærkast, so er handilin
hjá Eilif Arge sjálvandi á tremur, so
kundarnir lættliga finna røttu
jólagávurnar hjá Eilif Arge.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eilif Arge er í dag so nógv meira, enn
gávubúð, og eittnú fáast serlig sløg
av kaffi, og alt sum hartil hoyrur, og
eisini ymisk kryddarí
Mynd: Jóannes N. Poulsen
Gávubúðin hjá Eilif
Arge á tremur við
gávuhugskotum
749,-
Gabor
damuskógvar
Jólaskógvarnir til hennara
4HKAN§HMHDQT@SEÈ@Ó4DKDAÞ§TMTLJQHMFK@MCH§NFDQTF@KC@MCHSHKIØK@
./+)!
%HMDHMEKCNFRMFFE@QSDKDENMSHKSÓM
RTLHJJHJQDUTQLDHQ@ƍ@RDMMMDX§TFS
,TLL@KXJSpROKp-OQHMFHSØM@Q
3HFS@§ÈIØKTL
395,-
O