mikudagur 3. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 3. desember 2008
lýsingartilfar
39
‘08
Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50
Góð
jólagávu-
hugskot
Rein
føroysk
ull!
Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur
í Før oyum. Við mest
seldum ketlum á før-
oyska markn aðinum
nýtist ikki at siga
meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
Tel 312 000
| Fax 315 970
| mp@mp.fo
| www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur
í Før oyum. Við mest
seldum ketlum á før-
oyska markn aðinum
nýtist ikki at siga
meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
l
- Tað er ongantíð
ov seint at røkja sín
kropp, sigur Elsa
Maria Bærentsen,
instruktørur og annar
stjórin í Yndifitness
yviri við Strond í
Havn. Yndi hevur eitt
spennandi, kveikjandi
tilboð til tey eldru:
Fitness í Yndi
– Hetta er óført! Her er ymisk
venjing, renniband, motiónssúkkla
og ein hópur av maskinum, sigur
Jógvan Andreassen, fyrrverandi
dómari.
Jógvan Andreassen er sera fegin
um hetta nýggja tilboðið til pen
sjónistar í Yndifitness í november.
Og øll, ið hava roynt tilboðið
higartil, eru himmalfegin: Kom við,
sigur Ása Hátún, eftirløntur lærari.
Ætlanin hjá Yndifitness er so at
bjóða teimum eldru sama tilboð
aftur í januar.
Nógv burturúr
– Tey, sum hava gingið her henda
royndarmánaðin í november, eru
glað fyri tað, tey hava fingið burtur
úr, sigur Elsa Maria Bærentsen,
instruktørur.
Elsa Maria sigur, at tey byrja aftur
5. januar og halda fram í átta vikur.
Tey, ið taka av tilboðnum frá Yndi,
gjalda 700 krónur.
– Vit hava skipað soleiðis fyri, at
vit fylgja við teimum alla tíðina. Vit
hava tey undir observatión og rætta
uppá tey, um neyðugt. Og tað er tað
sjálvandi.
Elsa Maria heldur, at tey eldru ella
pensjónistarnir eru væl nøgd. Ið
hvussu er lata tey væl at.
Aktivering
Elsa Maria sigur, at tankin við øllum
var upprunaliga, at mamma
hennara, ið nú er ein eldri dama,
gekk á Tjarnargarði í samband við
eitt tilboð haðani, sum kommunan
og landið høvdu fingið í lag um at
aktivera tey eldru.
– Eg sá, hvussu hon tók seg fram.
Tað er eitt gott tilboð, men tað
røkkur ov stutt. Mamma helt uppat,
og so verður tað ikki hildið við líka.
Tankin hjá Elsu Mariu við
tilboðnum í Yndi er tískil, at kanska
verða tey vand upp á Tjarnargarði
og kunnu so fara oman í Yndi at
halda seg sjálv við líka. Upplating
artíðirnar hjá Yndi eru sera hóski
ligar, og tey eldru skulu í øllum føri
hava høvi til at venja í Yndi minst
tvær ferðir um vikuna, tveir tímar í
senn frá klokkan 9 til 11 mikudag
og fríggjadag.
– Tankin er, at tey eldru kunnu
koma higar og røkja seg sjálv, so tey
kunnu liva eitt virðiligt lív. Og tær
nýtist ikki at vera pensjónistur, men
eg leggi dent á, at tað er ongantíð
ov seint at íðka, sigur Elsa Maria
Bærentsen í Yndifitness.
Stimbrandi eldratilboð í Yndifitness
Ása Hátún og Jógvan Andreasen
gera seg klár at fara í holt við
rennibandið