hósdagur 4. desember 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2008
35
Foreldrini hjá Rasmus vóru
Óla
Jákup
Samuelsen,
doyptur 21.1 1796, úr
Heimbø í Søldafirði, og
Elin Katrina Clementsdatter
úr Lamba, doypt 8.9 1799.
Rasmus, f. 14.9.1836, var
yngstur av fimm brøðrum.
Hann fór uttanlands longu 15
ára gamal. Hann fór fyrst til
Danmarkar og síðan helst
skjótt til Svøríkis. Hann hevði
verið í læru sum blikkinsláari,
óvist er hvar, men hann
búsettist í Stockholm í Mäster
samuelsgatan nr. 10. Har
hevði hann egið virki og lýsti
við, at hann gjørdi kirkjuspír
og alskyns ornamentur, um
framt vanligt arbeiði. Hann
varð giftur við svenskari
kvinnu, Mathilde. Men tá ið
hann fór at eldast, kom hann
aftur til Føroya og hevði ætlað
at byggja sær hús í Havn.
Hann var eitt legg burtur
aftur, men samb. dagbókini
hjá Petur Alberg kemur hann
aftur til Føroyar við Ceres
tann 14. september 1899.
Hendan dagin fylti hann 63
ár. Men hann doyr longu 25.
september og fer til gravar 1.
oktober 1899. Í dagbókini hjá
Peter Alberg og í kirkjugarðs
protokollini
verður
hann
nevndur “Fabrikant”.
Í Havn býr Rasmus hjá
bróðursoninum Sam Olsen,
kendur
handilsmaður
í
Havn. Rasmus og konan
áttu eingi børn, og konan
var eftir í Svøríki.
Tað varð skift eftir Ras
mus í Føroyum. Tá ið Ras
mus var deyður varð sagt
konuni frá. Tað varð eisini
lýst eftir henni í Berlingske
Tidende og Dimmalætting í
november 1899. Hon skuldi
koma til Føroyar til várs í
1900, men er ikki komin.
Rættarskipanin hevur virk
að hampiliga væl, tí rætturin
útnevndi
“tilsynsværge”
fyri hana. Hetta gjørdist
C.C. Danielsen, fyrr um
rødddur í hesi røð.
Var væl fyri
fíggjarliga
Tað vísir seg, at Rasmus
hevur verið væl fyri fíggjar
liga. Í kontantum átti hann
kr. 4.237, sum hevur verið
ein heilt stór upphædd tá á
døgum. Hansara leysu ogn
ir eru seldar á uppboði fyri
kr. 509. Hann átti tilgóðar
hjá bróðursoninum Sam
Olsen kr. 120 fyri eitt penga
skáp. Síðan eru lutir sum
ringur, silvurskeið og pokal
ar fyri kr. 95. Hetta fær
samlaðu ognina upp á um
kr. 5.000.
So var tað spurningurin,
hvat ið skuldi fara burturav.
Rasmus skyldaði kr. 58 til
Finsens apotekara og kr. 15
til fysikus Boeg. Hetta
bendir á, at hann helst er
komin sjúkur til Føroya og
hevur fingið bæði lækna
vitjan og heilivág. Hann
skyldaði eisini kr. 309 til
Sam Olsen. Hann hevur
tikið sær av Rasmussi og
lagt út fyri hann, eisini fyri
jarðarferðina.
Sam royndi eisini at fáa
búgvið at rinda fyri grav
stein hjá Rasmussi. Hetta
var ikki góðkent. Tað sigst,
at konan segði kortanei!
Men gravsteinurin er so
komin á grøvina, og hann
hevur Sam Olsen tískil
sjálvur goldið.
Tað var eisini eitt ivamál,
hvørt Sam Olsen skuldi fáa
endurgoldið kr. 25 fyri
skjútsgjald at fáa deyðs
boðini av Rasmus til beiggj
an Jóan Petur í Klakksvík.
Hetta var jú áðrenn telefon
ina. Hetta var ein stór
upphædd tá. C.C. Danielsen
mótmælti
eisini
hesum
vegna einkjuna. Men móti
hesum varð ført fram tað
sjónarmið, at “det er i over
ensstemmelse med færøsk
Skik straks at sende Bud
om et Dødsfald til afdødes
Familie selvom Budsendel
sen bliver bekostelig som i
dette Tilfælde.”
Hini, sum møttu, søgdu
seg hava viljað gjørt tað
sama, um tey vóru í hesi
støðu. Hetta mátti kunna
roknast sum jarðarferðar
kostnaður, sjálvt um Sam
Olsen einki krav hevði uppá
hesa upphædd.
Afturat hesum vóru tað út
reiðslurnar av skiftinum.
Úrslititið er, at til avlops
verða kr. 4.477, sum umvegis
uttanríkisráðið verður sent til
einkjuna í Stockholm.
Brøðurnir
Rasmus átti fýra eldri
brøður, og teir vóru:
Ole Olsen f. 13.11. 1824,
kallaður Ólavur á Heimbø.
Hann festi garðin á Heimbø
9.4. 1859. Hann var giftur
við Elsu Hansdatter (1833
1903). Hon var dóttir Hans
Paula Olsen, kongsbónda
og Malenu Heinedatter úr
Syðrugøtu.
Tey fingu 10 børn. Eitt
teirra var Hans bóndi í
Søldarfirði. Eitt annað var
Sam Olsen, sum vit fara at
umrøða seinni í hesi røð.
Clement Olsen f. 29.9.
1828 d. 3.8.1876. Hann var
nógv norðuri í Klaksvík hjá
beiggja sínum Jóan Petur á
Stongunum. Í fólkateljing í
1870 stendur hann til at
vera “bødker og husfaderens
broder”. Hann var eisini
handelsbetjent. Hann var
ógiftur og gjørdist ikki
gamal. Klæmint varð funnin
deyður á sandinum í Norð
ragøtu aftaná eina grind.
Hann var annars á veg til
Søldarfjarðar.
Samuel
Jacob
Peter
Olsen f. 17.1. 1821 d. 9.9.
1867. Hann giftist í 1867
við Elsu Mariu Hansen við
Gøtugjógv. Tey áttu eingi
børn, men tey fostraðu upp
tveir synir hjá beiggjanum
Ólavur, Jóan Jakku og Karl,
og eina systirdóttir Elsu
Mariu, sum kallaðist Billa.
Henda
Billa
giftist
til
Lorvíkar. Hon gjørdist ung
einkja. Ein sonur hennara
Jógvan giftist við Onnu
Wolles av Trøllanesi. Hann
gjørdist kendur sum Billu
Jógvan, og tað sama gjørdist
sonur hansara.
Joen Peter Olsen f. 1832
d. 20.3. 1921. Hann giftist í
1858 á Nesi við Marie
Elisabeth Haldansen. Tey
fingu trý børn, men Marie
Elisabet doyði á barsilssong
við tvíburum. Hann giftist
aftur við systir hennara
Siggu Mariu, og tey fingu
eisini trý børn.
Jóan Petur á Stongunum
gjørdist eitt kent handils
navn í Klaksvík. Hann kom
20 ára gamal í kongiliga
handilin úti í Klaksvíkini
og var har til 1862.
Hann er fyrsti maður, ið
setur seg niður á Eystaru
síðu á Stongunum.
Hann bygdi handil og
sethús í 1863 yviri á Stong
unum, har hann fór at handla.
Seinni komu úthandlar í Lor
vík, Gøtu, Svínoy og Skála.
Í teimum góðu fiskiárunum í
1870unum økist virksemi
skjótt og teir fingu sær eisini
bátar til útróðurs.
Í 1876 var handilin vaksin
við lossibrúgv, fiskadammi,
fiskastykkjum,
bakarí,
hoyggjhúsi og fjósi. Jóan
Petur hevði eisini fingið
eina stóra trøð.
Um aldarskiftið taka børn
ini yvir og fær handilin nú
navnið Ellen Olsens Forretn
ing. Millum 1910 og 1920
menti handilin seg væl. Hann
hevði fleiri motorbátar og í
nøkur ár skuppina Queen.
Eitt skifti leigaðu hann
enskan línubát til kalvaveiðu
á ísfiskaveiðu. Í 1921 helt
hesin handilin uppat.
Stutt eftir stovnaðu synir
nir Olaf og Eliesar hvør sín
handil á Stongunum.
Keldur:
Maria Jacobsen
J. Símun Hansen
Skiftiprotokollin
Rasmus Olsen:
Konan unti honum ikki gravstein
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Í komandi parti fara
vit at greiða frá
grøvini hjá Fanny f.
Restorff og Johan
Jacobsen
Tað eru ikki so nógvir gravsteinar í gamla kirkjugarði, sum eru so lítillátnir sum tann hjá Rasmus Olsen. Men hann sigur
kortini frá áhugaverdari søga um søldfirðingin, sum var næstan alt lívið uttanlands, og sum vildi enda sínar dagar í
Føroyum. Hetta gjørdi hann skjótari enn væntað
RASMUS OLSEN
F. 14. SEPTEMBER 1836
D. 25. SEPTEMBER 1899
Rasmus Olsen
Visitkortið hjá Rasmus
Sethús og handil hjá Jóan Petur á Stongunum
Tá konan ikki vildi lata
mannin fáa gravstein, tók
bróðursonurin Sam Olsen
um endan