Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 tíðindi Jólakonsert við Magna Christiansen Fólkakæri sangarin Magni Christiansen undirheldur 6. desembur í Áarstovu. Á hugnaligu konsertini, sum Meginfelag Føroyskra Studenta skipar fyri, framførir hann nýggjar sangir og ymisk jólaløg. Nú jólini standa fyri durum er hetta ein góður møguleiki at koma í veruligt jólahýri. Prísurin er 100 krónur, men einans 50 fyri limir í MFS. Á staðnum verður møguligt at keypa holukøkur og gløgg fyri einans 10 krónur. Dyrnar lata upp kl 20 og øll eru vælkomin. Listasavnið á Sandi arbeiðir nú eftir vetrarskránni, sum merkir at savnið er opið sunnudagar frá 14-16. Tó ber til hjá bólkum at gera seravtalur. Virksemið á vet- ri er nakað minni enn um summarið, men seinastu árini hevur tað víst seg, at ferðaløg av ymsum slagi hava hug at gera hugnaligar útferðir. Her er listasavnið millum møguleikarnar at hava á skránni. Til ber at ringja á tlf. 211924 ella 361617 í hesum sambandi. Sunnudagin 7. desember verður filmurin »Ein regla um dagin man vera nokk«, eftir Katrin Ottarsdóttir sýndur. Filmurin lýsir lista- mannin Tórodd Poulsen. Sýningin byrjar klokkan 15. Mikudagin 10. desember verður serligur jólahugni í sambandi við 95-ára føð- ingardag Sofus Olsen: Tú stjørna blonk, Jákup Reinert Hansen, prestur, les- ur hugleiðingar um vetur og jól eftir Jákup Dahl, próst. Sangir eftir Jákup Dahl verða sungnir. Hugnakvøldið byrjar klokkan 20, verið vælkom- in. Vetur í listasavninum á Sandi Hetta vikuskifti tendra ikki færri enn 9 jólatrø á bygd og í bý í Tórshavnar kommunu. Í hesum sambandi halda prestar og umboð fyri býráð- ið røðu, tónleikur og kór- sangur verður at hoyra, jóla- menn verða at hitta, og ein drekkamunnur verður at fáa. Í tíðarrøð er skráin henda: Í Kirkjubø, við skúlan, fríggjadagin, kl. 17.00 Í Kaldbak, við skúlan, leygardagin, kl. 15.30 Á Argjum, við brúnna um Sandá, leygardagin, kl. 17.00 Í Norðradali, við skúlan, leygardagin, kl. 18.30 Í Nólsoy, leygardagin, kl. 16.00 Í Kollafirði, við skúlan, sunnudagin, kl. 16.00 Á Velbastað, við skúlan, sunnudagin, kl. 16.00 Á Hvítanesi, sunnudagin, kl. 18.00 Í Hesti, sunnudagin, kl. 18.00 Á www.torshavn.fo sæst útgreinað skrá fyri tendring- ina av jólatrøum og fyri til- tøk í kommununi í fram til jóla. Nógv jólatrø tendra í Tórshavnar kommunu Føroyski vokalbólkurin, Mpiri, sum er mannaður av 14 útisetum fer komandi tíð- ina at halda jólakonsertir um í Keypmannahavn. Bólkurin er mannaður av dugnaligum sangarum og hevur 10 ár á baki, har tey hava givið tríggjar fløgur út og hava verið á konsert- ferðum í Spania, Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Týsk- landi, Danmark og Føroy- um. Tað er danin Gorm Larsen, ið er útbúgvin kór- og orkesturleiðari frá Kongaliga Danska Musikk- konservatoriinum, sum stjórnar kórinum. Umframt tað hevur hann lært á Royal College of Music í London og lisið Tónleikavísund á universitetinum í Århus. Á jólakonsertunum í ár verða føroyskir, russiskir og franskir sangir á skránni. Millum annað verk eftir Trónd Bogason, Per Nør- gaard, Pjotr Tjajkovskij og Franc Poulenc, umframt satsir frá føroysku jólafløg- uni, sum bólkurin gav út í fjør. Konsertirnar í ár liggja soleiðis: 7. desember klokk- an 16 í Bellahøj Kirke, Frederikssundsvej 125A í Brønshøj, 10. desember klokkan 20 í Fredens Hus, Øster Allé 25 í Keypmann- havn, og 13. desember klokkan 17 í Helligaands Kirke á Strøgnum í Keyp- mannahavn. Meiri kann lesast um føroyska útisetavokalbólkin á www.mpiri.org. Føroyskar jólakonsertir í Keypmannahavn Jólakonsert við Kristiliga Sangkóriðnum Elsta kórið í landum, Kristi- liga Sangkórið heldur jóla- konsert í Kommunuskúla- num 6. desember klokkan 16. Konsertin er eisini ein jubileumskonsert, fyri at hátíðarhalda tað at kórið hevur 55 ár á baki. Síðan stovnan í 1953 hev- ur kórið verið virkið og í dag telur tað 41 limir. Hanus Joensen er kórleiðari, men undan hon hava navn- framir kórleiðarar verið, so sum Alfred Dahl, vanliga nevndur Beiggin, Eilif Samuelsen, Jóannes Nolsøe og Knút Olsen. Kórið held- ur fast í at syngja kristiligt tilfar, sálmar og sangir, fyri tað mesta á føroyskum máli, hareftir á norður- lendskum. Á konsertini leygardagin 6. desember verður aftur- lítandi tilfar framført og eisini yngri og eldri jóla- løg. Leikaløtan 2008 verður í ár í døgnum 5. til 14. desem- ber, sýningarnar verða klokkan 18 gerandisdagar og klokkan 16 og 18 í vikuskiftunum. Næmingar á Dramaverkstaðnum fram- føra leikin “Ársins Nissa”, “Lítli Gutti” og afturvend- andi tátturin “Søgan” er eisi- ni á skránni. Tað eru børnini í aldurs- bólkinum 11-13 ár, sum framføra leikin “Ársins Nis- sa”, ið snýr seg um stríðið jólamaðurin og nissurnar hava í hesum tíðum, og omaná tað skal ársins nissa kjósast. Onkur heldur seg vera betri enn onkur annar og nógvur trupulleikar sku- lu loysast. Yngstu næmingarnir framføra fittu søguna um eingilin lítla Gutta, sum hev- ur verið framførdur fleiri ferð. Marius Johannesen hevur skrivað leikin. Eins og undanfarin ár er stórur dentur lagdur á, at yngstu børnini eisini skulu fáa nakað burturúr. Millum annað verður møguligt hjá børnum at verða málaði eins og tey í leikinum og fáa høvið at spæla við á pallinum, um tey ynskja tað. Leikaløtan er um ein tíma til longdar og til ber at keypa atgongumerki á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýn- ing. Dramaverkstaðið liggur í brekkuni niðan á Nabb, beint undir grønu ítróttar- høllini í Havn. So komið við til Leika- løtuna 2008 og fáið eina stuttliga løtu. Jólaleikir í Dramaverkstaðnum