Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 Í gjár vitjaðu sjúklingar og avvarðandi av Hotel Tórs­ havn í Fólkatinginum, har Høgni Hoydal, fólkatings­ maður vísti teimum runt á Christiansborg Á rundvísingini varð farið í fólkatingssalin at lurta eftir orðaskiftinum. Síðani varð vitjað í gamla landstingssal­ inum, á aðru hædd, har flokk­ ar og nevndir halda til, í „Snapstinginum“ og í sonevnda „Føroyarúminum“ og „Grønlandsrúminum“, har tey vitjandi fingu ein kaffimunn og eina stutta kunning um arbeiðið á hjá Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi. Eisini stakk danski undirvísingarmálará ðharrin, Bertel Haarder, inn á gólvið at heilsa upp á før­ oyingarnar. Sjúklingahotellið Tórs­ havn ger regluligar útferð­ ir fyri sjúklingar og avvarð­ andi við lítla bussinum, sum hotellið fekk fyri nøkr­ um árum síðani. Hetta var fyrsta ferðin, at útferðin fór til Fólkatingið. sb. w w w . h a v s b r u n . f o Vit sóknast eftir góðsku- umhvørvisleiðara Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá uml. 600 mill. Kr. Árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á mjøldeildini, og alifóður á fóðurdeildini. Vit koma í nærmastu framtíð at hava brúk fyri einum góðsku- umhvørvisleiðara og vilja hervið eggja áhugaðum at søkja hettar starv. Arbeiðsuppgávur: • At umsita góðskukervi á øllum virkinum. • At umsita samskiftið við mynduleikar á ymiskum økjum. • At samskipa og leiða umhvørvisarbeiði hjá virkinum. • Verða leiðari fyri innanhýsis starvstovuna. Vit rokna við at tú hevur: • Fyrisitingarligt hegni. • Áhuga fyri góðsku- umhvørvismálum. • Dugir at tillaga arbeiðsdagin, ið kann verða skiftandi. • Eldhuga og ágrýtni. Tú skal tola ymiskar tillagingar í arbeiðsuppgávum eins og nýggjar uppgávur kunnu koma afturat. Lønina tosa vit um. Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur skjótt og avbjóðingarnar broytast alla tíðina. Hevur hettar tín áhuga, so send eina umsókn so skjótt sum gjørligt. Tó seinast 01. Jan. 2009. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í smb. við Harvig Joensen, deildarleiðara ella senda ein teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf 41 44 00 Fax 41 44 01 E-mail: haj@havsbrun.fo Sjúklingahotellið Tórshavn vitjaði í Fólkatingið Føroyski hópurin á stóru trappuni í Fólkatinginum, sum er føroyska íkastið á Christiansborg: Trappuna laðaðu Arge-menninir úr føroyskum gróti fyrst í 1900, tá Christiansborg varð bygd uppaftur eftir stóra eldin í 1884 Langur leygardagur í Runavík Leygardagin fara handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu at hava opið til kl. 17. Allan desember mánað verða hópin av tiltøkum fyriskipaði í økinum, og í sambandi við tunnilsdagin leygardagin 13. desember hava handlarnir opið til kl. 20. Henda dagin lata Gomul Jól í Heiðunum upp, og brandbilurin við jólamonnum vitjar kl. 14.45. Jólavikan byrjar annars mikudagin 17. desember og heldur áfram til týsdagin 23. desember. Í Jólavikuni hava handlarnir opið til kl. 20, tó er opið til kl. 22 týsdagin 23. desember. Leygardagin 20. desember kl. 18 vitjar jólaskipið Runavíkina, skipið leggur at við bátahylin, beint við økið, har Gomul Jól í Heiðunum er. “Open by night” á Klaksvíkar bókasavni Leygardagin 13. desember hevur bókasavnið í Klaksvík opið frá kl. 10 til kl. 22. Umframt útlán av bókum henda dagin verður eisini ymiskt á skránni. Frá kl. 15 verður høvi hjá foreldrum og børnum at koma á bókasavnið at klippa jólaprýði og eta piparnøtur. Kl. 17 syngur barnakórið í KFUM & K jólasangir, eisini verður Luciagongd og ein jólasøga verður lisin. Alt kvøldið bjóðar bókasavnið kaffi við onkrum góðum aftur við.