Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 Fýra jólabryggj frá Føroya Bjór Tríggjar Føroya Bjór øl og ein Restorff’s øl. Tað er úrvalið av jólaøli, sum Føroya Bjór hevur sent á marknaðin. Av Føroya Bjór siga tey, Jólabryggj er heldur dimmari bjór. Smakkurin er frískur, kryddaður við góðum malt- og humlusmakki. Jólabryggið frá Føroya bjór, ið er tað góða gamla vit kenna, hevur í fleiri ár vunnið heiðurin sum tað besta í kongaríkinum. Restorff’s Jólatrøll er ein meira kryddað bjór. Tær síðstu ølirnar, sum Føroya Bjór hevur sent á marknaðin eru bryggjaðar í avmarkaðari nøgd. Hesi eru bryggjað eftir belgiskum íblástri við fleiri spennandi natúrkryddaríum umframt úrvaldari humlu og eisini Kvann, sum føroyskt krydd í aðrari. Talan er um eina Green Islands Special og X-MAS 1888. Hesi sløgini hava meira fyllu í smakkinum. Jólabryggj riggar væl til ræst kjøt, riv og allan góðan føroyskan mat. Eisini til gás ella fleska- og oksasteik. Til kryddaðan mat riggar jólabryggj eisini, men kann eisini bara njótast í góðum selskapi. Nú ber til at keypa gávupakkar og smáar trækassar við ymiskum bjór sløgum. Í GRAMS í Sosialinum í gjár ummælir Mortan í Hamrabyrgi Jólabryggj, Green Islands Special og Jólatrøllið. Tær báðar Føroya Bjór ølirnar fáa fýra stjørnur, meðan Jólatrøllið hjá Restorff’s fær tvær. Eftir, at Sosialurin og Rás2 høvdu tosað við kringvarpsstjóran um fíggjarligu útlitini hjá Kringvarpinum, greiddi Rúni Heine­ sen á portalinum frá, at tað var púra skeivt at leggja eftir henni. Tí kringvarpsstýrið hevur evstu ábyrgd av fíggjarætlanini. Kringvarpið Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Um kringvarpsstjórin ikki klárar at gera nakrar Dag & Viku sendingar, 3-2 og gudstænastur fyri 61 milli- ónir krónur, so eigur hon at fara úr starvinum, sigur Jon- hard Hammer, stjóri á Rás2, í tíðargrein í Sosialinum í dag. Hesi orðini endurtók hann í tíðindunum á Rás2 klokkan 15. Niðurstøðan hjá Rás2- stjóranum er fallin formann- inum fyri kringvarpsstýrið, Rúna Heinesen, fyri bróstið. - Vit taka fulla ábyrgd av fíggjarligu støðuni í Kring- varpinum, og tað er stýrið sum hevur sent og stendur aft- anfyri skrivið til fíggjarnevnd- ina. Tí er fullkomiliga skeivt at leggja eftir stjóranum fyri stovnin, Anniku Mittún Jac- obsen, sigur Rúni Heinesen. Hann vísir á, at stovnurin hevur gjørt sera nógv fyri at spara. - Í løtuni eru eini 10 ósett størv í Kringvarpinum, og harafturat eru nøkur fólk í farloyvi, har vit heldur ikki hava sett avloysarar, sigur nevndarformaðurin fyri kringvarpsstýrið. Í skrivinum ger stýrið vart við, at síðani 2004 eru útreiðslurnar til lønir, sum fara við 70 prosent av saml- aðu útreiðslunum hjá stovn- inum, hækkaðar við 30 pro- sentum, meðan kringvarps- gjaldið í sama tíðarskeiði hevur staðið í stað. - Hetta er ikki nakað nýtt og fer langt aftur um tíðina hjá kringvarpsstjóranum, sum er nýggj í starvinum. Nú tíðin komin, har politik- ararnir mugu taka ábyrgd av støðuni og gera greitt, hvat teir vilja við Kring- varpinum, sigur formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen. Hetta stóð alt á portalinum í gjár. Rúni Heinesen metir eis- ini, at Kringvarpið hevur havt eina tunga uppgávu við samanleggingini, og at hetta er um at fara aftur um bak. - Sum vit fleiri ferðir hava ført fram, so hevur stýrið tikið við beint eftir at UF og SVF vóru løgd sam- an. Veruliga samanlegging- in var ikki framd og tí hava vit brúkt ein stóran part av okkara orku, at fullføra sam anleggingina. Stovnurin er mitt í hesi tilgongdini og tá ið komið er á mál, skal stovnurin sjálvsagt vera rati- onellari og effektivari. Men í sjálvari tilgongdini er ein eykakostnaður, sum stavar frá bygnaðarbroytingum, smærri umbyggingum og flytingum. Tí væntar stjórin í kring- varpsstýrinum, at Kring- varpið verður effektivari í framtíðini, um eisini polit- iskur vilji er fyri tí. Kringvarpsstýrið hevur ábyrgdina Hóast Kringvarps­ stýrið hevur góðkent eina fíggjarætlan frá Kringvarpinum, har ein hækking av kring­ varpsgjaldinum er íroknað. Er Dagur og Vika enn ikki heilt trygg Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Mikudagin sendi kring- varpsstýrið bræv til Løg- tingsins fíggjarnevnd, har biðið var um at hækka kring- varpsgjaldið, soleiðis at fíggjarætlanin frá leiðsluni í Kringvarpinum, ið stýrið hevur góðkent, kann setast í verk. Men í fíggjarætlanini er als ikki roknað við búskaparligu niðurgongd- ini, ið sambært brævinum fer at minka um lýsingar- og spælinntøkurnar. Hetta vil við øðrum orð- um siga, at fíggjarætlanin, har Kringvarpið fær fimm milliónir krónur meira inn í kringvarpsgjaldi, hevur ein stóran møguleika fyri ikki at røkka. - Sjálvandi skal tað lesast sum, at tað helst ikki vera nokk av pengum, hóast Kringvarpið fær meiri pen- ing, men tað ger, at Kring- varpið koyrir trygt. Tað vil eisini siga, at helst verður neyðugt við rationalisering- um allíkavæl, sigur Rúni Heinesen, formaður í kring- varpsstýrinum. Hetta kann skiljast sum, at summir stólar verða tómir hóast eina hækking í kringvarps- gjaldinum. Hetta er tó ikki nakað, ið kringvarpsstjórin ímyndar sær. - Fáa vit hasar fimm milli- ónirnar, so fyristilli eg mær ikki nakra uppsagnarrundu á sama hátt, sum annars hevur verið frammi, men hvørjar langsigtaðar ætlanir eru, kann eg ikki úttala meg um, tí har er stýrið hægri, greiðir Annika Mittún Jacobsen frá. Meiri kringvarpsgjald Í fíggjarætlanini, ið Kring- varpið er komið við fyri 2009, og er góðkent av stýr- inum, er roknað við, at kringvarpsgjaldið verður hækkað. - Vit hava gjørt eina fíggj- arætlan, ið stýrið hevur góð- kent. Í henni hava vit rokna við eini meirinntøku av kringvarpsgjaldinum á fimm milliónir, og hetta hevur stýrið góðtikið, sigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri. Forroknað seg Í gjár samanbar Annika Mit- tún Jacobsen Kringvarpið við Danmarks Radio. Hon segði at fíggjarætlanin hjá DR er umleið tríggjar milli- ardir krónur, og at kring- varpið eigur at vera umleið 100 ferðir minni. Tað vildi, sambært henni, við øðrum orðum siga, at Kringvarpið skuldi havt 300 milliónir krónur. Hetta er ikki rætt, tí eitt prosent av trimum milli- ardum er 30 milliónir. - Hatta er nakað eg má fara at hyggja uppá, men vit fáa bara fjøruti, og tað er dýrt í startumkostningum eisini, sigur Annika Mittún Jacobsen, sum er vís í, at kringvarpið fær ov litið av peningi í mun til public ser- vice skyldurnar, og tí ikki megna at uppfylla tær. Sparingar hóast hækking Hóast kringvarpsgjaldið verður hækkað, er framvegis møguleiki fyri tómum stólum í Degi og Viku Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, heldur, at mann ger eitt mistak, við at leggja eftir Anniku Mittún Jacobsen, tí stýrið hevur evstu ábyrgd