Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 Bara tríggjar um­sókn­ ir kom­u inn til illa um­strídda starvið sum­ ovasti leiðari fyri alt tað føroyska heilsuverkið, m­en m­ótstøðan ím­óti starv­ inum­ er so stór, at nú verður tað kanska av ongum­ kortini Heilsuverkstjóri Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki serliga stórur áhugi fyri at átaka sær tað umstríddu uppgávuna at verða yvirstjóri fyru øll tey trý sjúkrahúsini. Tað er nakað síðani, at Heilsumálaráðið søkti eftir einum heilvuverksstjóra við ógvuliga víttgangandi heim­ ildum. Og nú umsóknarfreistin er úti, vísir tað seg, at bara tríggir umsøkjarar eru til starvið. Poul Geert Hansen, aðal­ stjóri í Heilsumálaráðnum staðfestir, at talan er um tríggjar føroyingar, sum haa søkt. Men tað er eisini tað ein­ asta, hann vil siga um umsøkjararnar Hann leggur afturat, at nú fara tey at kanna umsóknir­ nar og tá verður støða tikin til, um umsøkjarar skulu boðsendast til setanarsam­ røður, ella um starvið skal lýsast leyst av nýggjum. Ógvuliga víðar heimildir Nýggi heilsustjórin fær ógvuliga víðar heimildir við tað at hann skal samskipa tey trý sjúkrahúsini og hann skal samstundis tryggja at pengar og starvsfólk í heilsu­ verkinum verða gagnnýtt sum best. Harafturat fær hann evstu ábyrgdina við­ víkjandi fyrisiting, fíggjar­ ligari játtan og í starvsfólka­ málum í heilsuverkinum Stutt sagt fær hann alla yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av teimum trimum sjúkrahúsunum og hann fær rætt og skyldu til at taka stig á øllum økjum í Heilsuverkinum, um­ framt at hann fær ábyrgdina av, hvussu tey trý sjúkra­ húsini verða skipað. Kanska av ongum Tað er fallið nógvum fyri bróstið at heilsuverksstjórin skal fáa so stórar heimildir, sum talan er um. Bæði úr Suðuroy og í Norðoyggjum hevur verið mælt frá at geva einum einsamøllum stjóra so stórt vald, tí tey stúra fyri, at tað fer at forkoma teim­ um báðum smærru sjúkra­ húsunum og nógvir politik­ arar duga ikki at síggja nak­ að sum helst skil í at seta ein stjóra afturat í heilsuverkin­ um. Og nú kann tað henda, at starvið verður av ongum kortini. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal snikkast saman, hevur fíggjarnevndin biðið Hans Paula Strøm, landsstýris­ mann í heilsumálum, koma við einum uppskoti um eina alternativa loysn, har ætlaða virksemið hjá heilsu­ verksstjóranum verður skip­ að inni í sjálvum Heilsumála­ ráðnum í staðin fyri, sum ein yvirskipað leiðsla. Grundgevingin fyri hesi umbønini er at hava eina loysn at detta aftur á, skuldi tað hent, at politisk undir­ tøka ikki er fyri at geva heilsuverksstjóranum so víðar heimildir, sum talan hevur verið um. Hans Pauli Strøm sigur, at fortreytin fyri, at heilsu­ verkstjórin kemur at røkka sínum endamáli er, at hann fær tær neyðugu heimildir­ nar til at fyriskipa virksemið tvørturum tey trý sjúkrahús­ ini og serviðgerðina uttan­ lands. ­ Hetta krevur, at sjúkra­ húsleiðslurnar, sum eru, verða umskipaðar við skerd­ um myndugleika og at sjúkrahúsini í roynd og verðu fáa eina felags ovastu leiðslu, sigur hann. ­ Skulu leiðslurnar á teim­ um trimum sjúkrahúsunum hinvegin varðveita sínar heimildir, verður heilsu­ verksstjórin eitt óneyðugt eyka leiðslulið, sum kann røkjast betri verið við teim­ um heimildum, sum longu liggja í Heilsumálaráðnu. Landsstýrismaðurin legg­ ur afturat, at er ikki polistisk undirtøka fyri at geva stjór­ anum tær neyðugu heim­ ildir, er tað frægari at skipa eina deild í sjálvum Heilsu­ málaráðnum, heldur enn at seta ein heilsuverksstjóra við skerdum heimildum. Og nú skal so politiska og fíggjarliga telvingin næstu dagarnar vísa, hvørja lagnu ætlaði superstjórin í heilsuverkinum fær. Tað var longsul eftir at vera m­eiri sam­an við fam­iljuni, sum­ fekk Dánjal Andreasen at siga stjórastarvið á Strand­ ferðsluni frá sær uppsøgn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Dánjal Andreasen flutti til Suðuroyar at taka við starvinum sum stjóri á Strandferðsluni, undirmetti hann, hvussu ringt tað fór at vera at vera burtur frá familjuni. Tað er orsøkin til, at hann nú hevur sagt upp sum stjóri á Strandferðsluni, bara sjey mánaðir eftir, at hann var settur sum stjóri á Strandferðsluni. Tað fortaldi hann í tíðind­ unum á Rás2 seinnapartin í gjár. Hann segði, at tað vísti seg ikki at bera til hjá kon­ uni at fáa arbeiðið í Suðuroy og tí føldi hann seg ov einsa­ mallan. ­ Seinastu mánaðirnar havi eg merkt, at tað telur nokk so nógv, legði hann afturat. Tí hevur hann gjørt av at flyta norður eftir aftur og at fáa eitt arbeiðið, har hann kann vera meiri saman við familjuni, segði hann. Hann fer úr stjóra­ starvinum á Strandferðsluni 1. februar og tá hevur hann fingið annað starv, men hann vil ikki siga, hvat starv, talan er um. Hann heldur, at ein nýggjur stjóri á Strand­ ferðsluni hevur betri møgu­ leika at trívast í starvinum, vissi tað verður ein, sum hevur røtur í Suðuroy og sostatt er kjølfestur har. Hann leggur kortini dent á, at suðuroyingar hava tik­ ið ómetaliga væl ímóti hon­ um og at hann hevur kent seg sera væl ímillum suður­ oyingar. Sostatt leggur hann dent á, at tað ikki upp á nakran máta er ónøgd við starvið, ella starvsfólkið, ella arbeiðsumstøðurnar annars, sum nú fingu hann at siga upp. ­ Tað er við sorgblídni, at eg fari av Strandferðsluni, sigur hann. Hann heldur eisini, at Strandferðslan er ein væl­ virkandi stovnur, har hon liggur á Tvøroyri. ­ Strandferðslan liggur væl á Tvøroyri og hon virk­ ar væl, leggur Dánjal Andreasen afturat. Lítil áhugi at verða superstjóri í heilsuverkinum Fær nýggi superstjórin fyri alt tað føroyska heilsuverkið, ikki tær heimildir, sum ætlanin var, er tað betri, at starvið ikki verður sett, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Mótstøðan ímóti starvinum er so stór, at tað tað kann væl henda, at tað verður niðurlagt, longu áðrenn tað er sett Raðfesti familjuna fram um stjórastarv Tá ið Dánjal Andreasen bjóð­ aði seg fram at verða stjóri á Strandferðsluni, undirmetti hann, hvussu ringt tað fór at verða at vera burturi frá familjuni. Og tað eydnaðist ikki konuni at fáa starv í Suðuroy og tí er tað við sorg­ blídni, at hann nú pakkar hann sekkin Eingin keypir bil Fíggjarkreppan í Íslandi ger, at íslendingar eru at kalla givnir at keypa bilar. Hagstovan í Reykjavík sigur, at í november vórðu 123 bilar skrásettir fyri fyrstu ferð, og so lítið hevur hetta tal ikki verið, síðani hagstovan fekk uppgávuna í 1995. Ellivu teir fyrstu mánaðirnar í ár vórðu 12.231 nýggir bilar skrásettir, og tað er 42,3 prosent færri enn somu mánaðir í 2007. Hinvegin vísa hagtølini, at íslendingar brúka gjaldskortið meiri nú enn fyrr. Frá januar til oktober brúktu teir gjaldskortið 3,9 prosent meiri enn somu mánaðir í fjør. Blái Krossur fegnast um avgerð At Løgtingið feldi uppskotið um at gera tað møguligt at bryggja sterkari øl í Føroyum, heldur Blái Krossur vera røttu leiðina at ganga. Serliga havandi í huga, at ølnýtslan í Føroyum, máld í alkohol litrum, er frá 1993 til 2007 økt við 36% ­ frá 99.000 litrum til 135.000 litrar. Somuleiðis er samlaða alkoholnýtslan vaksandi. ­ Hetta eigur at seta nakrar ávaringarklokkur í gongd, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláakrossi (myndin). Ein máti at tálma nýtsluni er at gera tað verri at fáa fatur á rúsdrekka. Blái Krossur tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaheilsuráðnum, at beinleiðis sølan hjá bryggjaríum eigur at halda uppat. Vit halda, at øll søla av rúsdrekka skal fara ígjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins.