Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 235 - 5. desember 2008 TÓNLEIKUR Esper H. Hansen polh@sosialurin.fo Føroyska Sendistovan í Brússel arbeiðir við at marknaðar­ føra føroyskan tónleik á evropiska meginlandinum Sosialurin hevur tosað við føroyska sendimannin í Brússel, Jonhard Eliasen, um leiklutin hjá Føroysku Sendistovuni á Transmusik­ ales festivalinum. Jonhard Eliasen greiðir frá, at Sendistovan í Brússel í eina tíð hevur arbeitt við at marknaðarføra føroyskan rútmiskan tónleik á megin­ landinum í Evropa undir heitinum Atlantic Sound­ scapes. Konseptið Atlantic Soundscapes er somuleiðis týdningarmikið amboð, ið Uttanríkisráðið nýtir í sambandi við branding av Føroyum. Avtalan, ið ORKA og Budam hava fingið við Tranmusikales festivalin, er ein avleiðingin av Atlantic Soundscapes tiltakinum, ið varð hildið í Brússel í mai 2008. Spurdur um tað er rætt, at tað er tað almenna skal marknaðarføra føroyskan tónleik svarar Jonhard Eliasen, at avgerandi fyri møguleikarnar hjá føroysk­ ari tónleikavinnu at skapa sær inntøkur á megin­ landinum, er, at eitt føroyskt undirstøðukervi verður bygt upp, ið kann beina føroyskan tónleik út á røttu støðini í Evropa ­ eisini tey virtuellu støðini á alnótini. Føroysku vinnuligu áhuga­ málini eru at sleppa so langt út eftir virðisskapanarketuni, sum til ber. Hetta er neyðugt, um framleiðslan hjá gávu­ ríku tónleikarum okkara ikki skal enda sum rávøruút­ flutningur til útlendska vinnuídnaðinum at gera sær dælt av. Tætt samstarv hevur eftir hesari tankagongd í sein­ astuni verið millum TUTL og Uttanríkisráðið. Hetta samstarvið hevur havt við sær, at víðfevnt netverk er bygt upp millum TUTL og booking­feløg og aðrar partar innan tónleikavinn­ una í Týsklandi, Fraklandi, Niðurlondum og øðrum londum við. Sáttmálarnir, sum TUTL í hesum sam­ bandi hevur fingið í lag, skuldu givið TUTL mun­ andi betri møguleikar til at veita dyggar tænastur til tónleikarar, sum hava før­ leika, dirvi og vilja at royna avbjóðingar á marknaðunum í Vesturevropa, sigur før­ oyski sendimaðurin í Brússel at enda. Sendistovan í Brússel marknaðarførir føroyskan tónleik Jonhard Eliasen, føroyskur sendimaður í Brússel, sigur, at konseptið Atlantic Soundscapes er somuleiðis týdningarmikið amboð, ið Uttanríkisráðið nýtir í sambandi við branding av Føroyum TÓNLEIKUR Pól Esper H. Hansen polh@sosialurin.fo Eftir tvær tær fyrstu kon­ sertirnar á TransMusicales í Rennes hava føroysku tón­ leikabólkarnir ORKA og Budam fingið sera góð ummæli frá fjølmiðlunum. Somuleiðis hava báðir bólkarnir fingið tilboð um at spæla ymsastaðni kring Evropa. Bæði ORKA og Budam hava fingið tilboð um at koma at spæla á kenda spælistaðinum ROYAL FESTIVAL HALL í Lond­ on. Hetta verður í sambandi við Noise of Art festi­ valinum 19. apríl 2009. Ein hópur av miðlum hava gjørt samrøður við og um ORKA og Budam, eitt nú The Observer. Í næstu vikur fer størsta tónleikablaðið í Onglandi, NME, at útgeva langa grein um ORKA og Budam. Í dag fer størsta franska sjónvarpsrásin TF1 at vísa brot av samrøðu við limir­ nar i ORKA. RFI, franska útgávan av BBC, fer sendi eitt 10 minuttir langt innslag av teirra samrøðu við ORKA í gjárkvøldið. ORKA og BUDAM hugtaka í Frankaríki Tilboðini eru at fáa í Telebúðunum kring landið og eru galdandi til jóla :-) WiFi ALNETSÚTVARP Lurta eftir fl eiri enn 6000 ymiskum útvarpsstøðum á alnótini. Tað einasta, ið krevst, er breiðbandssamband við tráðleysum beinara. 1.195,- Sig tað á jólum ... Fríggjadagin 5/12 frá kl 12.00 verða vit við Steinatún, Niels Finsensgøta 12, hetta til jóla. Vit hava opið seinnapartar frá kl 13.00