Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 5. desember 2008 21 Mahmoud Ahmadinejad Um vit fyri fyrst lata hesar væl ella illa undirbygdu grundir liggja, so tykjast tíðindir um krígsætlanir móti Iran løgin. Mær vitandi hevur Iran ongantíð gjørt USA ella Ísrael nakað. Hinvegin er tað ein sannroynd, at bæði USA og Ísrael hava framt ovurstórar illgerðir móti iranum. Iran fekk longu í 1906 sítt fyrsta demokratiskt valda ting, og í 1951 fekk tað gamla ríkið fólka­ ræði. Men USA, saman við Onglandi (og lutvís Ísrael), beindi í 1953 við einum kvetti fyri demokratinum í Iran. Seinni hjálptu amerikanarar og ísraelar shahstýrinum at venja upp SAVAK, ta ræðuligu loyni­ tænastuna, sum tókst við at fongsla og pína iranskar demo­ kratar í stórum tali. Uppaftur seinni hjálptu bæði USA og Ísrael Saddam Hussein, tá ið hann fór í kríggj ímóti Iran og við eitri drap mangar 100.00 iranar. Nú rykkir lesarin kanska brýr og minnir greinskrivaran á, at Iran ætlar at fara í kríggj móti Ísrael. Og rætt er tað, tann iranski forsetin Mahmoud Ahmadinejad verður í vestur­ lendskum miðlum alsamt lagdur undir at vilja strika Ísrael av landkortinum. Men hvat segði Ahmadinejad? Sjálvur sá og hoyrdi eg hesa søgu endurtikna í eini sending í danska sjónvarpinum tað kvøld­ ið, Barack Obama varð valdur til forseta í USA. Men er søgan sonn? Ella er eisini henda søgan, tikin uppaftur og jabbað hundrað­ tals ferðir, dømi um fjømiðla­ skapta yrking? Blaðmaðurin Jonathan Cook, sum býr í Nasareth, viðger henda spurning í bók síni Israel and the Clash of Civilisations (Pluto Press, 2008). Hann vísir m.a. til Juan Cole, professara við Michi­ gan lærda hásúla og serfrøðing í Miðeystur­viðurskiftum. Í síni útsøgn tók forsetin í Iran upp­ aftur nøkur orð eftir Khomeini ayatolla sála. Juan Cole skrivar: Orðini, sum (Ahmadinejad) tá segði, eru, sum eg lesi tey, hesi: “Imamurin (Khomeini) segði, at hetta stýrið sum ræður í Jerusalem má (hvørva úr) tíðarinnar bók.” Ahmadinejad kom ikki við nakrari hóttan, hann tók uppaftur eina útsøgn hjá Khomeini og minti á, at palestinskt-vinarligir aktivistar í Iran áttu ikki at missa mótið – at valdið í Jerusalem var líka so lítið ein álhaldandi neyðsyn sum shahsins stjórnarvald hevði verið. Við øðrum orðum: Ahmadinejad nevndi í síni útsøgn hvørki orðini “Ísrael”, “strika út” ella “land­ kort”. Og kortini hava vit lesarar, lurtarar og hyggjarar tey seinastu árini at kalla dagliga hoyrt, lisið ella sæð ført fram, at forsetin í Iran segði seg vilja “strika Ísrael av landkortinum”. Taliban sigrandi Hetta førir okkum natúrliga inn á eitt annað øki. Tá ið ein maður sum Ahmadinejad forseti ikki hevur hótt við at “strika Ísrael av landkortinum”, hvørjum enda­ máli tænir so ein slík leysasøga? Svarið upp á henda spurning er kanska samstundis ein lykil til at skilja lagnutungar hendingar í Miðeystri tey seinastu tjúgu árini. Tað tykist í dag greitt, at Tali­ ban stendur til kanska at vinna stríðið í Afghanistan. Sambært tí ógvuliga køna pakistanska rithøvundinum Ahmed Rashid (Sí hansara monumentala verk Descent into Chaos, Allen Lane, 2008) eru tríggjar høvuðsgrundir til hetta, í fyrsta lagi, at USA ikki av álvara hevur viljað lagt nakað arbeiði í tjóðarbygging, og í øðrum lagi, at Bush hevur loyvt Pakistan og sínum vini Pervez Musharraf í frið og náðum at hjálpa, vápna og endurreisa Taliban (og Al­Qaeda). Triðja orsøkin til Talibans endurreisn er kríggið í Irak. Hesin bardagi kravdi so nógv vápn og so nógvar pengar og bant so nógva orku niður, at USA og Onglandi megnaðu ikki, saman við Europa, at byggja upp eitt haldgott og trygt fólkaræði í Afghanistan. Men tá ið hetta kríggj var so óklókt, hví bleiv tað so ført og framt? Fáur heldur í dag, at hetta hevði nakað við demokrati at gera. Vanliga verður peikað á tvær høvuðsgrundir: (1) at tryggja USA vald á allari olju í heimsins ríkasta oljuumráði og (2) at tryggja Ísraels framtíð. Tað nýggja imperiið Men Jonathan Cook leggur í Israel and the Clash of Civilisa- tions fram eina aðra hugsan. Ísraelskir heykar hava tey seinastu mongu árini havt eina ætlan um at fáa alt Miðeystur at detta sundur. Nakað veruligt ynski um, at palestinar skulu fáa sítt egna ríki, hevur ongantíð ligið á borðinum, uttan hjá eitt nú Rabin (sum av somu orsøk varð myrdur). Tvørturímóti hava hesir politikarar sett sær sum mál at búseta seg og fáa fult vald á vestara áarbakka, einum umræði, teir ikki eiga og ongan rætt hava til. Fyri at tryggja, at hesin politikkur, fatandi um etniska útreinsan, morð á vanlig fólk og stuldur, kann fremjast ótálmað, er neyðugt, at alt Miðeystur verður syndrað, so at bara eitt sterkt ríki, eitt imperium, stendur eftir. Talan er um eina grand strategy, har Miðeystur verður “ottomanniserað”, t.e. pettað sundur í smáar, veikar etniskar, ættarligar ella átrúnaðarligar eindir. Í hesum nýggja ríki fer Ísrael at hava sama vald og sama leiklut sum Turkaland hevði í tí gamla osmanniska ríkinum. Fullfíggjað syndran Nýafturhaldið rundan um Bush og heykarnir í Ísrael vóru samd um at fremja hesa ætlan. Hetta var ein orsøk til, at USA í 2003 fór í kríggj, uttan nakra skyn­ sama orsøk, móti Irak. Ætlanin hevur lukkast væl, tí Irak er longu syndrað í ein sunni­ muslimskan, ein shiamuslimskan og ein kurdiskan part, og er annars alt ein blóðugur ruðuleiki. Heykanna grand strategy var eisini grundin til kríggið móti Libanon og er somuleiðis orsøkin til ætlanir um kríggj móti Sýria. Og hetta er tann sanna orsøkin til, at Ísrael so fegin vil draga USA upp í eina krossferð móti Iran. Sum ein av ymiskum stuðlum undir síni meting nevnir Cook eitt essay frá 1982 eftir blað­ mannin Oded Yinon, sum eitt skifti starvaðist í tí ísraelska uttanríkisráðnum. Yinon skrivar: Ein fullfíggjað upploysing, har Libanon verður syndrað í fimm regionalar, staðbundnar stjórnir, er eitt fordømi fyri, at tað sama kann henda í øllum tí arabiska heiminum, haruppií Egyptalandi, Sýria, Irak og tí arabisku hálvoynni. Um Iran skrivar Yinon, at helm­ ingurin av iranum tosa persiskt, og at hin helvtin er turkar, í uppruna, tungumáli og lyndi. Sum heild er talan um eitt slag av meginætlan, sum skal fáa alt Miðeystur – Ísral undantikið – at detta saman sum eitt korthús. Framtíðin Hvat fer at vera av øllum hesum ætlanum, er ilt at spáa um. Men beint nú tykist slíkur ævintýr­ politikkur ikki at hava tíðar­ vindin við sær. Tann komandi stjórnin í USA tykist ætla at broyta kós og fara undir ein meira pragmatiskan Iran­ politikk. Hetta er lætt at skilja, tí tann hóttandi revolvara­framferðin hjá Bush er ein orsøk til, at Iran ikki hevur viljað tingast um sínar kjarnorkuætlanir. Í síni bók Treacherous Alliance (Yale University Press, 2007), tí higartil besta verkinum um iransk­ísraelsk viðurskiftir, førir Trita Parsi fram, at iranar eru ikki ­ sum ísraelskir heykar vilja vera við ­ fyrilitsleysir, men harafturímóti “rationellir” politiskir medleikarar. Niður­ støðan er, at einans tann diplomat­ iska tilgongdin kann kyrra ta hegemonialu kappingina millum Iran og Ísrael. Í Ísrael hevur tann fyrrverandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, nú tikið annað skinn um bak. Í samrøðu við ísraelska blaðið Yedioth Ahronoth førdi hann fyri stuttum fram (1) At palestinar eiga at fáa (at kalla) øll tey hertiknu økini aftur, (2) At teir somuleiðis, við vissum sertreytum, eiga at fáa Jerusalem, (3) At Sýria, aftur fyri ein friðar­ sáttmála, eigur at fáa Golan­ heyggjarnar og (4) At tað er stórlætisørskapur at fara í kríggj imóti Iran. Hvussu víkir og vendir, noyðist ein í dag at seta spurnartekin við idealmyndina av vesturheimsins politikki í hesum illa plágaðu londum. Lond sum USA, Ong­ land og Ísrael hava í Miðeystri – umframt í 1953 at sløkkja tann bjartasta demokrati­kyndilin á hesum leiðum ­ íbirt ein hóp av kríggjum. Heldur enn fólkaræði hava tey slóðað fyri ruðuleika, harðræði, tjóðartýning, eyðræn­ ing av orkukeldum og ófatiligari líðing. David Ben-Gurion skipaði fyri etniskari útreinsan Mahmoud Ahmadinejad, forseti í Iran, hótti ikki við at strika Ísrael av landkortinum