Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 235 - 5. desember 2008 tíðindi ATLANTIC SOUNDSCAPES Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í hesum døgum verður føroyskur rútmiskur tón­ leikur marknaðarførdur á meginlandinum í Evropa undir heitinum Atlantic Soundscapes. Konseptið Atlantic Soundscapes er somuleiðis týdningarmikið amboð, ið Uttanríkisráðið nýtir í sambandi við branding av Føroyum. ­ Ynskja vit útlendingar at lurta eftir føroyskum tón­ leiki, er neyðugt, at føroyska tónleikavinnan lurtar eftir marknaðinum, sigur Jon­ hard Eliasen, føroyskur sendimaður í Brússel. Hann sigur, at hesin tankin hevur verið avgerandi fyri marknaðarátøkini, arbeitt hevur verið við seinastu tíðina. Tónleika­ og miðla­ vinnan í Týsklandi, Niður­ londum og Fraklandi hava havt avgerandi orðið at siga, tá ið tónleikabólkar úr Føroyum eru valdir at fram­ føra í hesum londum. Sama er galdandi í sambandi við fløgur, sum eru ella verða útgivnar í næstum. Rávøruútflutningur Avgerandi fyri møguleikar­ nar hjá føroyskari tónleika­ vinnu at skapa sær inntøkur á meginlandinum er, at eitt føroyskt undirstøðukervi verður bygt upp, ið kann beina føroyskan tónleik út á røttu støðini í Evropa ­ eisini tey virtuellu støðini á alnótini. ­ Føroysku vinnuligu áhugamálini eru at sleppa so langt út eftir virðisskap­ anarketuni sum til ber. Hetta er neyðugt, skal framleiðslan hjá gávuríku tónleikarum okkara ikki enda sum rávøruútflutningur til útlendska vinnuídnaði­ num at gera sær dælt av, sigur Jonhard Eliasen. Tætt samstarv hevur verið millum TUTL og Uttanríkisráðið. Hetta sam­ starvið hevur havt við sær, at víðfevnt netverk er bygt upp millum TUTL og booking­feløg og aðrar part­ ar innan tónleikavinnuna í Týsklandi, Fraklandi, Niður­ londum og øðrum londum við. Sáttmálarnir, sum TUTL í hesum sambandi hevur fingið í lag, skuldu givið TUTL munandi betri møguleikar til at veita dyggar tænastur til tónleik­ arar, sum hava førleika, dirvi og vilja at royna av­ bjóðingar á marknaðunum í Vesturevropu. Transmusicales Frá 3. til 7. desember 2008 er TRANSMUSICALES festivalurin á breddanum í Rennes í Fraklandi. Vanliga koma umleið 40.000 áhoyr­ arar at lurta eftir tí nýggj­ asta, rútmiski tónleika­ heimurin hevur at bjóða. Størstan týdningin hevur tó stóra tali av umboðum úr tónleikavinnuni, sum van­ liga luttekur á festivalinum. ­ TRANSMUSICALES hevur í ár 30­ára føðing­ ardag. Festivalurin er kend­ ur fyri at finna fram stórar stjørnur, áðrenn hesar eru kendar. Innan tónleika­ heimin er Transmusicale at meta sum týðandi góðsku­ metari. Vísast kann á, at festivalin hevur gjørt sítt til at gera til dømis Björk, Nir­ vana og Portishead kend, vísir Jonhard Eliasen á. TRANSMUSICALES hevur sett føroyskan tónleik við ORKA og Budam í brennidepilin á festivalin­ um, ið byrjaði mikudagin, og sum heldur áfram næstu dagarnar. ­ Talan er um stórhending í føroyskari tónleikasøgu, sigur sendimaður Føroya í Brússel. ORKA og Budam Í sambandi við festivalin hava plátufelagið Ici D`Ailleurs og TUTL gjørt avtalu um at útgeva fløguna hjá ORKA “Livandi Oyða” í Fraklandi, Týsklandi, Hálandi, Italiu, Japan og USA Longu nú kann við vissu staðfestast, at føroyskur tónleikur og Føroyar fara at fáa víðfevnda umtalu í sambandi við Transmusic­ ales. Stórar miðlafyritøkur eru áhugaðar í at gera sendingar og greinar í sam­ bandi við framførðslurnar hjá ORKA og Budam, sum verða á festivalinum. Dømi um miðlar eru The Guardian, AFP, France 3, Libération, L’Express, TF1 og Canal B. Týðandi fyri­ tøkur sum t.d. EMI, Rolling Stone Magazine og Glastonbury Festival hava tryggjað sær pláss til fram­ førslurnar hjá ORKA og Budam. Umboð frá tónleika­ vinnuni úr t.d. Frankaríki, Bretlandi, Ruslandi, Canda, Mexico, Brasilien, Schweiz, Spaniu, Letlandi, Belgien og Luxembourg hava boðað frá luttøku á konsertunum, sum ORKA og Budam standa fyri. Jonhard Eliasen sigur, at avtalan millum Transmusic­ ales og teir báðar føroysku tónleikabólkarnar kom í lag, tá ið bólkarnir fram­ førdu á Atlantic Sound­ scapes tiltakinum í Brússel í mai 2008. ­ Umboðini frá Trans­ musicales gjørdust hugtikin av sermerkta føroyska tónleikinum. Úrslit, sum spurdist burturúr hesum, varð, at ORKA verður høvuðsnavn á festivalinum. Herumfarmt verður Budam eisini sera sjónligur. ORKA og Budam skulu framføra í konsertsalinum L’Aire Libre dagliga, meðan festivalin stendur við, sigur Jonhard Eliasen. ORKA fer øll fimm kvøldini at spæla saman við navnframa franska tón­ leikaranum, Yann Tiersen, og er millum annað hetta við til at tryggja stóran áhuga fyri ORKA. Móttøka Uttanríkisráðið skipar á Transmusicales fyri mót­ tøku, har umboð fyri tón­ leikavinnuna og miðlar úr ymsum londum eru boðin við. Roynt verður í hesum viðfangi at tryggja luttøku, sum hevur týdning fyri føroyska tónleikavinnu og branding av Føroyum sum heild. Tiltakið verður leygardagin 6. desember. Portalurin fer at fylgja tiltakinum um vikuskiftið. Føroyskur tónleikur í fokus í Fraklandi