fríggjadagur 5. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 235 - 5. desember 2008
tíðindi
Í røðini av serframsýningum hjá
limum í myndlistafelagnum
(Felagið Føroysk Myndlistafólk)
í Listaskálanum, er tað hesa ferð
Rannvá Holm Mortensen, ið
eigur tørn við framsýning síni,
sum lat upp í november, og tað
skal sigast beinanvegin, at henda
framsýningin er fleiri ferðir
áhugaverdari enn seinasta
framsýningin í Listaskálanum,
sum var norsk og vánalig.
Bókin
Á sama hátt sum í hinum
førunum (til dømis framsýningini
hjá Inga Joensen og komandi
framsýning hjá Eyðuni av Reyni)
hevur Listasavnið givið út eina
lítla, prýðiliga bók um
listakvinnuna, ið er sum ein
myndaskrá til støddar við harðari
permu. Tað er Malan
Marnersdóttir, sum hevur
viðgjørt listakvinnuna í
tekstinum, ið er einar seks heilar
síður til longdar, men sum tykist
longri av tí, at týðingin á
donskum og enskum fylgir tí
føroyska tekstinum.
Sæð burtur frá hesi heldur
ørkymlandi tekstuppsetingini,
veita bæði myndir og tekstur í
bókini eina nøktandi lýsing av
listakvinnuni og hennara
menning frá byrjan til í dag, frá
ekspressionistiskum royndum til
surrealistiskan íblástur.
Høvundurin lýsir útvald verk á
objektivan hátt í sínum teksti,
sum gerst serliga áhugaverdur, tá
hon av og á loyvir sær sjálvum at
koma framat við kritiskum
staðfestingum sum til dømis á
síðu 44: “Álvarsemið í Samskifti
kundi tað sama tikið yvir og gjørt
myndina sera patetiska, men tann
spælandi samansetingin av
myndatøkni, myndevnum og
skemti, sum ræður í nøkrum
fáum, men týðandi pørtum av
myndini, bjargar henni undan tí.
Merkingin hjá hesum
listaverkum er, at tey eru
tilburðir heldur enn eginleikar,
úrslit av ávísum gerðum, sum
nema við týðandi mál í
samtíðini.”.
Eg eri fullgreið yvir, at ein tílík
stutt presentatión av einum
listafólki ikki beinleiðis leggur
upp til ein atfinningarsaman
tekst, men haldi allíkavæl, at
spurningar og ivamál kunnu vera
enn áhugaverdari enn svar.
Patetiskar myndir
Spurningurin er sjálvandi,
hvussu nógvur ivi er í verkunum
hjá Rannvá Holm Mortensen,
sum innihaldsliga tykjast næstan
góðvarin í teirra einfeldi, eins og
boðskapurin sýnist kensluborin,
at kalla patetiskur. Framsýningin
inniheldur grafikk, kollasjur,
akrylmyndir umframt eina
einstaka standmynd.
Áhugaverdar eru tær politisku
ella hugsjónarfullu kollasjurnar,
meðan teir meira sansaligu
akrylmálningarnir tykjast grunnir
onkursvegna sum teir hanga fyri
Ivaleyst
Ummæli
Kinna Poulsen
Framsýningin hjá Rannvá Holm Mortensen hongur
sera væl í Listasavni Føroya, - kanska ið so væl,
heldur ummælarin, sum í greinini rør framundir, at
framúr góða staðsetingin í millum annað háttvirda,
gamla salinum, ger áskoðaran varugan við veikleikar
heldur enn styrkir í summum av teimum framsýndu
verkunum