fríggjadagur 5. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 5. desember 2008
27
tíðindi
seg sjálvar á framsýningini í
monumentalum einsemi. Tó
kundu teir mongu reyðu
søluprikkarnir undir júst hesum
myndum bent á, at tey eru mong,
ið eru ósamd hesum viðvíkjandi
og sum tvørturímóti eru hugtikin
av teimum heitu og lekru litunum
og sansaligu myndaevnunum av
samanfløktum, naknum
kroppum.
Á einari av hesum myndunum
síggja vit tríggjar grønligar
kvinnuligar verur í løgnum
nektardansi framman fyri
eyðkenda profilin av Nólsoynni,
ið dagar ljósabláur upp móti
sóljugula himmalhválvinum. Í
staðin fyri bein hava hesar
verurnar tentaklar, sum vaksa
upp úr undirgrundini. Alt hongur
saman á ítøkiligan hátt í hesum
surrealistiskt merkta
hugaheiminum í myndum, sum
við teirri sløttu, monokromu
bakgrundini og teimum naknu
menniskjaverunum minnir eitt
sindur um lýsingar hjá danska
málaranum, Michael Kvium, tó
uttan hansara dapra svartskygni.
Ein onnur grønlig mynd, sum er
dømi um dekorativa ans
Rannváar, hongur í gongini og
hevur heitið “Mín frumborna”.
Sitandi kvinnuveran í miðjuni
kundi mint um ein mediterandi
Shiva. Í øllum førum kundi
íblásturin stavað úr India, har
listakvinnan hevur verið fleiri
ferðir og tekna og málað.
Fingrarnir á kvinnuni ganga út í
træðrir, ið binda hana til trunkan
av likamslimum í erva. Violettu
blómurnar í neðra eru
dekorativar, men innihaldsliga
hevur henda myndin ógvuliga
lítið uppá seg.
Tað skulu koma dagar
Sambært tíðindaskrivinum er
framsýningin hjá Rannvá Holm
Mortensen afturlítandi vísandi
tað, sum listakvinnan hevur
gjørt, umframt samtíðarlig og
nýggj verk. Vit hava sæð
monumentala verkið “Tað skulu
koma dagar” áður, og tað er enn
saman við hinum risaverkinum
“Samskifti” millum
áhugaverdastu verk Rannváar,
har hon í føroyskum høpi brýtur
upp úr nýggjum. Listasøguliga
eru hesi verk eisini serlig bara
við tað, at tey mær vitandi eru
tey størstu, sum nøkur føroysk
listakvinna hevur gjørt og her
mugu vit jú staðfesta, at støddin
er av týdningi. Verkið, ið er ein
monumental kollasja í 12
pørtum, er miðsavnað kring eina
fotomynd av málninginum “Hin
fjórða stættin” hjá italska
listamanninum Guiseppe Pelizza
da Volpedo og sett saman av
fleiri ymiskum myndum, millum
annað einum føroyakorti og
svørtum og hvítum fotomyndum
og oman á alla hesa
myndaherligheitina hevur
listakvinnan málað eina æðra- og
rørskipan, sum á einfaldan, men
sterkan hátt vísir á hvussu alt
hongur saman.
Sosiala indignatiónin er einki
øðrvísi í myndini hjá Rannvá í
mun til ta gomlu myndina hjá
Volpedo, sum er frá
aldarskiftinum uml.1900 og
aftrat teirri formligu nýskapanini
er tað hendan reina, sannførda og
ivaleysa rættvísiskenslan, sum er
hugtakandi í eini
hugsjónarleysari tíð.
Framsýningin í Listasavni
Føroya letur aftur 14.desember.
Bókin Rannvá Holm Mortensen
við teksti eftir Malan
Marnersdóttir fæst til keyps á
Listasavninum og í
bókahandlum.