Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 235 - 5. desember 2008 Høvuðsuppgávur skúlastjórans eru • at standa á odda fyri framhaldandi menning á námsfrøðiliga og fyrisit- ingarliga økinum • at fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur sam- starvsfólk skúlans • at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd • at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosi- alt Harumframt skal stjórin seta í verk • menningarætlan fyri skúlan • ítøkiligar broytingar samsvarandi visjón Mentamálaráðsins • eina HR-ætlan fyri skúlan Vit bjóða Eitt sera spennandi starv við nógvum ymiskum uppgávum. Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning, og tú fert at taka lut í leiðsluútbúgving, sum Mentamálaráðið skipar fyri. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalærara¬ útbúgving, hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving og hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, at umsøkjarar hava • leiðsluroyndir frá almenna- ella privata arbeiðsmarknaðinum • góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl • vilja og evni at royna nýggjar leiðir • áhuga fyri avbjóðingum • góðan málførleika, serliga í føroysk- um, norðurlendskum og enskum Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Runavíkar Kom- munuskúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt í lønarflokki 37.1 sambært avtalu millum Fíggjarmála- ráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin 1. oktober 2008 kr. 39.774,20. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsókn saman við prógvi, C.V. o.ø. skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2009 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella við t-posti: mmr@mmr.fo Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jesper- sen, deildarstjóra, á tlf. 355050, ella fara á heimasíðu ráðsins: www.mmr.fo (undir teiginum leys størv). Mentamálaráðið Fólkaskúladeildin Skúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla Starvið sum skúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla verður lýst leyst til setanar frá 15. januar 2009. Í Runavíkar Kommunuskúla eru 441 næmingar í 1. – 10. fl., og tað starvast 54 lærarar og hjálparfólk í skúlanum. Runavíkar Kommunuskúli er ein vælskipaður nútímans skúli við góðum arbeiðs- og læriumstøðum. Undirvísingin fer fram í trimum skúlabygningum, Glyvra skúla, Lamba skúla og Runavíkar skúla. Í Glyvra skúla ganga næmingar í 1. – 3. flokki, í Runavíkar skúla næmingar í 4. – 10. flokki og í Lamba skúla er skipað serligt undirvísingarumhvørvi fyri næmingar, ið hava autismu. Harumframt er ein serflokkur í Glyvra skúla og ein í Runavíkar skúla. Ábøtur eru gjørdar bæði í Glyvra skúla og Lamba skúla, so at bygningarnir lúka undirvísingarligu krøvini, meðan Runavíkar skúli er ein nýggjur skúli, har seinasta byggistig verður tikið í nýtslu um ársskiftið. Í hesum byggistigi eru fleiri høli, ið geva skúlanum serligar undirvísingarligar møguleikar m.a. námsfrøðiligur tænastu- depil, tónleikahøli, samkomuhøli og matstova. Umframt neyðug flokshøli og serstovur er Runavíkar skúli tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, og internet samband er í øllum skúlanum. Í Runavíkar Kommunuskúla hava allir lærarar fingið far- teldu. Mentamálaráðið hevur sum høvðusuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. the Dreams & Ragnar Atgongumerki í forsølu fáast á www.teleshop.fo Busssamband: Tel. 217752 og 424254 Leygardagin 20. desember kl. 18.00 í Mentanarhúsinum i Fuglafirði the Dreams Leygardagin 20. desember kl. 23.30 í Mentanarhúsinum i Fuglafirði stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum