fríggjadagur 5. desember 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 5. desember 2008
35
Stutt Sagt
Dømd fyri
burtur
flyting
Ein bretskur dómstólur
dømdi í gjár ta 33 ára
gomlu Karen Matthews
seka í at hava medvirkað til
at burturflyta sína egnu
dóttir við tí fyri eyga at fáa
finningarløn aftaná. Tann
40 ára gamli Michael
Donovan bleiv dømdur fyri
at vera samsekur í málinum,
tí tað var hann, sum fjaldi
gentuna heima í húsum
sínum.
Tað var í februar, at
bretska løgreglan fekk at
vita, at tann níggju ára
gamla Shannon Matthews
var horvin. Løgreglan
fekk tó illgruna um, at alt
ruggaði ikki rætt við frá
boðanini, og tríggjar vikur
seinni
fann
løgreglan
gentuna.
Tað vísti seg, at mamm
an og maðurin, sum gent
an var hjá, høvdu ætlað
sær at fáa 50.000 bretsk
pund í finningarløn fyri
gentuna.
Karen Matthews
burturflutti sína egnu dóttir
Mynd: Reuters
Umhugsar
endurgjalds
krav
Í Teilandi umhugsar flog
felagið Thai Airways, um
tað skal krevja endurgjald
fyri fíggjarliga missin,
sum felagið hevur havt av,
at mótmælisfólk forðaðu
allari flúgving til og úr
Bangkok í fleiri dagar.
Thai Airways noyddist at
avlýsa umleið 1.000 flog
ferðir, og hildið verður, at
mótmælistiltakið
hevur
kostað felagnum einar fýra
milliardir krónur. Sambært
AP umhugsar leiðslan nú
at senda teimum, sum skip
aðu fyri mótmælistiltakin
um, rokningina.
Flogferðslan til og úr
Bangkok kemur ikki í
rættlag fyrr enn í morgin.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Nú er stundin komin. Afrikanskir leiðarar mugu
taka stig til at fáa Robert Mugabe frá
Raila Odinga, forsætisráðharri í Kenya
útlond
Ein dómstólur í
Turkalandi sigur, at
kurdiska mannaræ
ttindastríðskvinna
n Leyla Zana skal
í fongsul tíggju ár
afturat
Sambært rættinum hevur
Leyla Zana brotið lógina, tí
hon í níggju førum óbein
leiðis hevur sagt seg stuðlað
kurdiska flokkinum PKK,
sum er ólógligur í Turka
landi, og floksins leiðara
Abdullah Öcalan, sum situr
í fongsli.
Dómurin fall í gjár, og
har bleiv Leyla Zana dømd
10 ára fongsul. Verji henn
ara sigur, at málið verður
lagt fyri hægri rætt.
Tann 47 ára gamla manna
rættindastríðskvinnan hevur
longu sitið 10 ár í fongsli, tí
hon
sambært
rættinum
hevði samstarvað við PKK.
Nú skal so í fongsul 10 ár
afturat, um dómurin ikki
verður broyttur.
Leyla Zana hevur fingið
fleiri heiðurslønir fyri sítt
arbeiði fyri mannarættind
um. Eitt nú hevur hon fing
ið Sakharovheiðurslønina
frá ES, og fyri tveimum
árum síðani fekk hon ta
norsku Raftoheiðurslønina
fyri arbeiði sítt.
Fyrst fekk hon 10 ára fongsul
nú skal hon sita 10 ár afturat
Kanadiski forsætis
ráðharrin, Stephen
Harper, hevur forðað
fyri einari atkvøðu
greiðslu um misálit,
sum hevði koyrt hann
og stjórn hansara frá
Eftir dagsskránni hjá kanad
iska tjóðartinginum fyri
tingfundin
mánadagin
skuldi tingið atkvøða um
eitt uppskot um misálit á
forsætisráðharran og stjórn
ina. Men við einum óvanlig
um stigi hevur Stephen Har
per, forsætisráðharri, fingið
generalguvernørin at senda
tjóðartingið til hús við boð
um um at koma aftur á fund
tann 26. januar.
Kanadiska
stjórnin
er
minnilutastjórn, og 163 av
teimum 308 tinglimunum
høvdu boðað frá, at teir fóru
at taka undir við uppskot
inum um misálit. Teir tríggir
andstøðuflokkarnir
halda
ikki, at stjórnin kann halda
fram, tí hon hevur ikki
megnað at leggja eina ætlan
um, hvussu tað almenna
skal loysa avleiðingarnar av
fíggjarkreppuni.
Sjálvur sigur Stephen
Harper, at hann hevur biðið
generalguvernørin
senda
tingið til hús, so bæði stjórn
in og andstøðan kunnu fáa
betri stundir til at hugsa
um, hvat skal gerast í sam
bandi við fíggjarkreppuna.
Stephen Harper er ikki
tann fyrsti kanadiski forsæt
isráðharrin,
sum
hevur
brúkt heimildina at biðja
generalguvernørin
senda
tingið til hús, men politiskir
eygleiðarar vísa, at hetta er
fyrstu ferð, at tingið er sent
tilhús, fyri at forsætisráð
harrin skal sleppa undan
misáliti.
Hetta er ongantíð hent
fyrr í Kanada og neyvan
heldur í nøkrum landi í
bretska samveldinum, sigur
stýriskipanarserfrøðingurin
Ned Franks við BBC.
Fleiri
fátæk
í Oslo
Feløg og stovnar, sum
royna at hjálpa teimum
fátæku í norska høvuðs
staðnum Oslo, siga, at
talið á teimum, sum hava
tørv á mati og øðrum til
gerandisdagin, veksur í
hvørjum. Blaðið Aften
posten skrivar, at hvørja
viku standa umleið 700
fólk í bíðirøð eftir at fáa
mat og aðra hjálp. Tom
Lund Georgsen, ið arbeið
ir hjá einum hjálparfel
agsskapi,
sigur
við
blaðið, at tað er ógvuliga
týðiligt, at gjógvin mill
um rík og fátæk í Noregi
gerst altsamt breiðari.
Koyrdi tingið til hús fyri
at sleppa undan misáliti
Stephen Harper verður ikki frákoyrdur fyribils
Mynd: Polfoto
Leyla Zana hevur fingið fleiri
heiðurslønir
Mynd: Scanpix