fríggjadagur 5. desember 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 235 - 5. desember 2008
lýsingar
Stuðulsfólk til
Barnaverndartænastuna
Fyri: Sørvágs,- Miðvágs-, Sandavágs-,
Kvívíkar- og Vestmanna kommunur
Barnaverndartænastan søkir eftir fólki at
arbeiða sum stuðul hjá børnum við serligum
tørvi.
Børnini hava ymiskar trupulleikar og/ella liva
undir umstøðum sum gera, at tey hava tørv á
hjálp í heiminum, ella uttanfyri heimið.
Stuðulin skal verða við til at gera umstøðurnar
hjá barninum/familjuni so góðar, sum tilber,
so barnið kann mennast á ein fullgóðan hátt.
Stuðulin kemur arbeiða tætt saman við fam-
iljuni.
Tað er týdningarmikið, at stuðulin dugir at
tillaga seg, samstarva, er opin, jaligur, og hevur
tol.
Stuðulin má duga at síggja møguleikar fram
um mørk, so børnini/familjan fær avbjóðingar
í gerandisdegnum.
Ynskiligt er, at tey, ið sett verða hava hóskandi
fakliga útbúgving og royndir innan mennandi
arbeiði við børnum t.d.. námsfrøðingar, lær-
arar, ergoterapeutar, e.l., men fólk við aðrari
viðkomandi útbúgving eru eisini vælkomin at
søkja.
Arbeiðið verður skipað í samráð við Barna-
verndartænastuna og fakfólk innan økið.
Talan um 2. størv, ið fevna ávíkavist um uml.
35. og 20. tímar um vikuna, og verða at seta
skjótast tilber.
Lønar, og setunarviðurskifti eru sambært
galdandi reglum.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 22.12.08 kl. 12.00, og skulu stílast til:
Barnaverndartænastan
Hammersheimbsvegur 1
Postboks 19
FO-360 Sandavágur
ATT.: Jóngerð Nielsen
Nærri upplýsingar um størvini fáast á tlf.:
333960 frá
Jóngerð Nielsen, leiðara, ella Jan Terje Simon-
sen, málsviðgeri, allar gerandisdagar millum
kl.10.00-16.00.
Barnaverndartænastan
fyri: Sørvágs-, Miðvágs-, Sandavágs-,
Kvívíkar- og Vestmanna kommunur
Hammershaimbsvegur 1 • Postrúm 19 • 360 Sandavágur
Tlf. 333 960 • Fartlf. 213 960 • E-mail bvt@sandavagur.fo
Lærarastarv í
Norðskála-Oyrar skúla
Ein av lærarum okkara fer í farloyvi í januar.
Vit søkja tí:
1 lærara í tíðaravmarkað starv í tíðarskeiðnum
1. januar til 30. juni 2009
Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd
leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans
skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum eru stundisligir og nærlagdir
Starvið inniber hesi øki:
• Rokning í 2. flokki
• Náttúru og tøkni
• Handaverk/List
• Ítrótt/svimjing við yngru flokkunum
• Flokslærari
• Bókasavnið
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastarvið, skulu hava
læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum. Onnur eru eisini
vælkomin at søkja.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1-29.2
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera 1. læraranum
í hendi í seinasta lagi 15. des. 2008 kl. 10.00.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Óla Jákup Joensen, 1. lærara, á tlf. 737248
ella 737249 . Eisini ber til at senda teldupost til
1. læraran: oli.jakup.joensen@skulin.fo
Norðskála-Oyrar skúli hevur 75 næmingar í 5
flokkum. Við skúlan starvast 8 lærarar, 1
stuðul, og reingerðingarfólk.
Vit arbeiða alsamt við menning skúlans. Í ár
arbeiða vit við at innføra lærustrategiir á øllum
floksstigum.
Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heima-
síðuni: www.skular.sunda.fo
Norðskála-Oyrar skúli
Postboks 39
FO-400 Oyrarbakki
Tlf. 737249
Tel. 238877 · info@hotelrunavik.fo · www.hotelrunavik.fo
GISTING V/MORGUNMATI · SKEIÐ · FUNDARVIRKSEMI
Frá Føroya
Fiskimannafelag
Uppskot, sum skulu leggjast fram á
Landsfundinum 29. des., skulu vera
okkum í hendi innan 15. des.
Lesið
-so eru tit við!
Starv sum stuðul í
Eysturskúlanum
Eysturskúlin søkir eftir stuðli til næming við serligum
tørvi at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja 5.
januar 2009 og fyribils til 30. apríl 2009
Fyrimun hevur umsøkjari við royndum í mennandi
stuðulsarbeiði og viðkomandi útbúgving.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:
• Í undirvísingini at taka støði í teimum mongu
førleikunum
• At leita eftir sterkum síðum hjá næminginum
• At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt
okkara virksemi
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 19. desember 2008 á middegi.
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í
samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á tlf.
302540 ella 214752
Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 17
100 Tórshavn