Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 235 - 5. desember 2008 lýsingar Advokatskrivari og lærlingur Søkt verður eftir advokatskrivara ella fólki við skrivstovuútbúgving. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hollan kunnleika til føroyskt og danskt mál í skrift og talu. Kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Eisini verður søkt eftir lærlingi til skrivstovu okkara. Bæði størvini verða at seta frá 1. januar 2009 ella skjótast til ber. Umsóknir við avritum av prógvum og ummælum skulu sendast undirritaðu í seinasta lagi 15. desember 2008. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Fríðu Patursson, advokat, tlf. 35 33 35 ella teldupost frp@jura.fo ADVOKATSKRIVSTOVAN Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Aksel V. Johannesen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Aðalfundur Aðalfundur verður í Norðurlandahúsinum, týsdagin tann 30. desember 2008 kl.11.00 við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári 3. Framløga og støðutakan til roknskapin 4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni 6. Ásetan av limagjaldi og lógarbroyting 7. Ymiskt Føroya Skipara- og navigatørfelag Føroya Skipara- og navigatørfelag Yviri við Strond 3 · FO-100 Tórshavn Tlf. 316973 · Fax 318516 · fsn@post.olivant.fo Pedagogar til Dagstovnin og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu Søkt verður eftir pedagogum til vøggu- stovu, barnagarðstovu og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu. Byrjað verður 1. januar 2009 ella eftir nærri avtalu. • Eitt pedagogstarv á 30 t. viku í barnagarðs- stovu • Eitt pedagogstarv á 40 t. viku í barnagarðs- stovu • Eitt pedagogstarv á 40 t. viku í vøggustovu • Eitt pedagogstarv á 35 t. viku at arbeiða við sertørvi í stovnum hjá Fuglafjarðar kommunu Dagstovnurin er skipaður í tvey hús við eini barnagarðstovu eini vøggustovu í hvørjum húsi. Frá 01.08.2006 er dagstovnurin ætlaður 76 børnum við tað at stovnurin varð víðkaður við eini barnagarðsstovu. Vit sóknast eftir pedagogum og hjálpar- fólkum: • ið kunna arbeiða sjálvstøðugt, og er førir fyri at orða seg skrivliga • hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum • hevur umsorgan fyri børnunum • er eldhugaður og jaligur • hevur góð samstarvsevnir • sær møguleikar fram um mørk Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur • eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan • samstarv við NSR tænastu, náms- og sálarfrøðilig ráðgeving, sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu Setanartreytir Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í dagstovninum Juliannu Næs á tlf 737780. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu verða Býráðskrivstovuni, Norður í Gerði 10b, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 16. desember 2008. Møguligar setanarsamrøður verða í viku 51. Kommunan skilir sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknir ella onga at taka. Fuglafjarðar Býráð Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Bioanalytikari Vegna barnsburðarfarloyvi søkir Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eftir einum bioanalytikara at byrja 1. februar 2009 fram til 1. februar 2010. Full arbeiðsvika, men møguleiki er fyri niðursettari tíð. Førleikakrøv • bioanalytikaraútbúgving • teldukunnleika Við tað, at deildin hevur fleiri granskingarverkætlanir í gongd í senn, er ynskiligt, at umsøkjarin er fleksibul, soleiðis at hann kann laga seg til tær ymisku gransk- ingarætlanirnar. Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í Føroyum, USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum - og nú eisini hjá vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 15 fólk. Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum Bio- analytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. desember kl. 12.00. Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. nr. 316696 ella 216696 til Pál Weihe, yvirlækna, ella t-post pal@ health.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til: Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøtu 5 Postsmogu 14 · FO-110 Tórshavn Tfl.: 316696 · T-postur: dfaa@health.fo Læknaval Teir limir, ið ynskja at skifta lækna frá 1. januar 2009, skulu siga frá nú ella í seinasta lagi 19. des. 2008. NES SÓKNAR SJÚKRAKASSI FO-620 Runavík · Tæf- 448129 KEYP DUNNUR OG GÆS Dunnur uml. 2-3 kg. Gæs uml. 5-6 kg. AVMARKAÐ NØGD. ØYVIND LÜTZEN Tel. 311782 / 211782 Steðgi forboð Hervið verður lýst, at frá Mikudegnum, 15 des kl. 08:00 verður steðgi forboð: Frá Vágsvegi nr. 11 (Halgeir Skaalum) og út til vegamótið “Marknoyarvegur/Toftavegur”. Vágs Kommuna Lesið -so eru tit við!