Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 5. desember 2008 lýsingartilfar 55 ‘08 Nú eru nærum tvey ár síðani, at Flogfelag Føroya skifti eigarar og navn til 62ºN. Tillagingar og nýtímansgeringar hava verið neyðugar og 62ºN hevur í dag 70 starvsfólk og umsetur fyri á leið 75 milliónir krónur Nú eru nærum tvey ár síðani, at Dánjal Jákup Andreasen, Tummas Christophersen og Kent L. Christensen keyptu tað, ið tá kallaðist Flogfelag Føroya, og virkið fekk síðani annað navn, nevniliga 62ºN. 62ºNhevur virksemið á mognum økjum; tvær ferðaskrivstovur, eina í Gundadali og eina í Vága Floghavn, Hotellið við flogvøllin, matstovu og kiosk í floghavnini, bilútleigan, ið umboðar Hertz, Europcar og Sixt, flogvallartænastu, ið letur alt brennievni á flogfør og catering til øll farandi flogfør, umframt eitt sonevnt incoming bureau. Tillagingar Tillagingar og nýtímansgeringar hava verið neyðugar. 62ºN Airport Hotel, ið fyrr æt Hotel Vágar, er nútímansgjørt úr enda í annan, og lýkur øll krøv, sum ferðamaðurin, skeiðluttakarin og handilsferðandi vænta, tá tey bíleggja eina ella fleiri nætur á hotellinum. Nógv virkisøki 62ºN Car Rental hevur flutt høvuðs­ skrivstovu til floghavnina í Vágum, har flestu leigumál eisini verða gjørd, og virkið er júst valt at um­ boða eitt av størstu billeigufeløgum í heiminum, Sixt, og hesa góðsku­ meting og viðurkenning av 62ºN setir 62ºN stóran prís uppá. 62ºN incoming, ið er virksemi, ið er uppafturtikið, hevði sítt fyrsta virkisár í 2008. Virksemið fevnir um pakkaferðir fyri einstaklingar og bólkar, skúlaferðir, frítíðarhús, at búgva privat, útferðir, ráðstevnur, cruiseskip og útferðir fyri virkir og fyritøkur. 62ºN air Café og kiosk er undir støðugari menning, og lýkur í dag tey krøv, sum ferðandi í eini altjóða floghavn seta. 62ºN Travel er í dag føroyska ferðaskrivstovan, ið hevur flest royndir og flest ár á baki millum starvsfólkini, alt royndir, ið koma kundunum til góða, privatkundum, sjómonnum og handilsferðandi. Fyritøkan 62ºN hevur í dag 70 starvsfólk og umsetur fyri á leið 75 milliónir krónur. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo 62ºN er ein stór og nútímans fyritøka Stílur & elegansa Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna cool til jóla! Í Miðlon Hoyvíksv. 67 100 Tórshavn Tel 321755 t