fríggjadagur 5. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
24
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Myndir: Jens Kristian Vang
Tilfar: 2x3 á Hálsi
Tarin
er føroyska grannið
Fjøran og vøkru brendu sjólitirnir
hava givið okkum íblástur til
jólapyntið í ár. Tí bóðu vit tær báðar
kreativu kvinnurnar, Astrid
Andreasen, listakvinnu, og Brynhild
Dalsgaard, blómuseljara, um at vísa
okkum, hvussu vit kunnu brúka
føroyskt sjógæti at pynta við á jólum
– sum eitt ískoyti til innflutta grannið
Astrid Andreasen, listakvinna, er ein ordiliga jólanissa. Umframt at vera
kreativa sálin handan vøkru gullflykrurnar hjá Postverkinum, er hon eisini
upphavskvinnan til ársins jólamerki
Í jólapyntinum, sum Astrid hevur gjørt fyri Rákið, hevur hon millum annað
brúkt tara, goggur, fliður, igulker og skeljar. Sum teknari fyri Náttúrugripa
savnið hevur Astrid Andreasen, um nakar, skil fyri dýrgripunum, sum eru at
finna undir vatnskorpuni og framvið sjóvarstrondini
Hugflogið hevur ongin mørk, og tíbetur fylgjast evnini at finna uppá við
evnunum at skapa