Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið boðin til døgurða á einari aðrari hædd í sama bygningi. Tá skifti brúðarparið eisini til klædning og kjóla. Maturin var ein buffet við ymsum koreanskum rættum við kjøti, høsnarunga, grísakjøti, rísi og nudlum í ymsum sósum. Eisini vóru køkur og annað søtt omaná og sodavatn afturvið. – Tað smakkaði avbera væl, tí tey duga so ótrúliga væl at gera vælsmakkandi og heilsugóðan mat, sigur Annika. Meðan gest­ irnir ótu, gekk brúðarparið millum borðini og prátaði við fólk, áðr­ enn tey sjálvi fingu sær uppá. Eisini framførdi ein sangari eitt koreanskt lag. Tá øll høvdu etið var brúdleypið liðugt og gestirnir fóru avstað, bert tveir tímar eftir, at teir komu. Hetta er eisini tað, sum Annika heldur vera allarmest øðrvísi í mun til hjá okkum: at tað var so skjótt yvirstaðið. – Heima brúka vit ofta ein heilan dag og náttina við til at heiðra brúðarparið. Í Korea halda tey heldur ikki røður ella yrkja sangir, sigur hon. Foreldrini hava ræðið Eisini undraði tað Anniku eitt sindur, at foreldrini gjalda og leggja alt til rættis. Tí fáa tey eisini allar gávurnar, sum altíð er pengar. – Vit skuldu bara møta upp, sigur Annika, og hon vísir á, hvussu nógv foreldrini hava at siga har. – Eg havi altíð lært at vera sjálvstøðug og eri eggjað til at standa á egnum beinum. Í Korea hava foreldrini alt ræði, og familj­ an hevur alt at siga í lívinum hjá tí einstaka. Setur tú teg upp ímóti, so setur tú teg upp ímóti gamlari og siðbundnari mentan og tað verður sera illa upptikið, greiðir Annika frá. Kortini kundi hon ugga seg við, at foreldrini hjá David hava búð uttanlands í nógv ár, og tí skilja tey betur, at Annika er øðrvísi. – Tíbetur halda tey seg aftur, har onnur foreldur høvdu blandað seg uppí. Men kortini bleiv eg eitt sindur firtin viðhvørt, tá onnur hildu seg kunna ráða yvir mær, til dømis, hvat eg skuldi í, siga ella gera, sigur Annika, sum eisini helt tað vera sera torført at vera høvuðspersónur í einum tiltaki, har hon hvørki kendi málið ella mentanina til fulnar. Kortini kendi hon seg sera væl móttikna allastaðni, hon og David komu á vitjan hjá vinum og familju. – Tey vóru so sera hjartalig og blíð og ynsktu, at vit skuldu kenna okk­ um væl, sigur hon, og greiðir frá, at koreanarar eru tiltikið gestablíðir. Tosa seg til rættis At hava gift seg við einum per­ sóni úr einari aðrari mentan setir sjálvandi krøv til tolsemi hjá báð­ um pørtum. Til dømis undrar tað ofta David, at Annika er so knýtt at føroyska málinum og ment­ anini. – Av tí, at hann hevur búð í so nógvum ymiskum mentanum, er hann eisini sera opin og tolsamur. Hann dugir kanska betur enn eg, at seta seg inn í støðuna og hugs­ unarháttin hjá øðrum, sigur Annika, og endar samrøðuna við orðunum: – Vit eru nýgift og hava sjálv­ sagt ikki verið ígjøgnum so nógv saman enn. Tó royna vit at lurta og tosa saman um alt. Eisini tað, sum vit halda vera sjálvsagt. Tí tað, sum er sjálvsagt fyri meg sum føroying, nýtist ikki at vera tað fyri hann, og umvent. So tað krevur, at vit bæði eru sera tolin og ikki halda okkum kenna niður­ støðuna frammanundan. Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Privatar … Kendi meg sum eina asiatiska prinsessu Tilboðini eru at fáa í Telebúðunum kring landið og eru galdandi til jóla :-) WiFi ALNETSÚTVARP Lurta eftir fl eiri enn 6000 ymiskum útvarpsstøðum á alnótini. Tað einasta, ið krevst, er breiðbandssamband við tráðleysum beinara. 1.195,- Sig tað á jólum ... 30