Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið 40 Hvat skal eg fara í? Rebekka skal í jóla­ veitslu og hevur biðið dugnaligu damurnar í Sax & Føn um at leggja sær lag á. Við íblástri frá 20unum er hárið sett við bylgjum og eyguni eru nógv smurd við myrkum litum frá Gosh. Eygnaskuggarnir eru myrkagráir og grønir, og eyelinarin turkis. Húðin og muðurin eru varliga smurd við natúrligum litum. – Make­up til veitslu kann væl vera ógvus­ ligt. Men vit skulu minnast, antin at leggja dent á eyguni ella munnin. Um bæði eru nógv smurd, líkist tú lættliga einari klovn, sigur Marjun frá Sax & Føn. Marjun greiðir frá, at fólk gera rættiliga nógv burturúr, tá tey skulu í jólaveitslu. Tey flestu fara til frisør áðrenn, og nógv keypa sær eisini nýtt dress. – Men tað nýtist als ikki at blíva so dýrt. Til dømis ber væl til at fara í ein gamlan kjóla og so keypa sær okkurt nýtt at pynta við, til dømis smúkkur, eitt litfagurt turri­ klæði, eina nýggja tasku, stuttligir sokkar ella leggings, sigur hon. Lagt til rættis: Rigmor Dam Model: Rebekka á Fjallinum Myndir: Sunvá Ey. Lassen Lekkurt jólastás Frakki og kjóli frá Gelluni í SMS og smúkkur frá Glimmur í Niels Finsens gøtu í Havn. Bláu skógvarnir eru frá Bianco í SMS