Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið Sjónvarp var einki og Bryggjubakki varpaði bara um fisk, kappróður og gamlan sið. Fermdu døturnar fóru beinleiðis frá at vera fittar og lýdnar smágentur, til at vera konur sum mammurnar. Í brúðarskríninum lógu smáblomstrutir kjólar við innsnitti frá Skálabúðini, pressaðir damaskdúkar og postalín við gullkanti frá Mariu Poulsen. Og ullinti fermingarfrakkin, gjørdist eisini frúu- og mammufrakkin. Uppreisturin Men inni á meginlandinum vóru rembingar í nýggja teenage umhvørvinum, og afturljóðið av rútmunum frá festivalum og kravgongum rakk eisini føroyskan ungdóm. Og so kom Joto - og einki skuldi aftur verða tað sama. Tær trokaðu seg inn í eina ostaklokku, fyri síðani at spreingja hana innanífrá. Joto var fyrst við niðurdeilum, sum komu upp um knæ. Og fólk vóru á gosi. Joto var fyrst við siðleysu gentucow­boy- buksunum. Og tey mundi sálast. Tá Joto var fyrst við miniskjúrtinum, vórðu gentur róptar horur og biðið varð fyri teimum. Og tá handilin fór at selja hítir til ungu genturnar, var alt longu farið á glið og kundi vera tað sama. Fyrsti mótahandilin í landinum Sum fyrsti mótahandilin í landinum lat Joto upp tann 15. oktober 1966. Nú handilin gevst, er greitt, at aftanfyri hugtakið Joto, stóðu tvær slóðbrótandi Tær tóku land Meðan ungdómsuppreisturin leikaði í inni á meginlandinum, gingu ungu føroysku genturnar ílatnar sum mammurnar. Men so kom Joto, og alt fór á glið Lagt til rættis: Rigmor Dam Gevið gætur: Greinin “Tær tóku land” varð fyrstu ferð prentað í Sosialinum 24. mars 2006. Aftaná fleiri áheitanir hava vit gjørt av at prenta hana uppaftur. Hanna Joensen, sum vit prátaðu við í greinini, var álvarsliga sjúk, tá samrøðan fór fram og hon andaðist fáar vikur eftir, at greinin hevði staðið í blaðnum. Joto í Miðbýnum lat endaliga aftur fyrr í ár. Nú rekur Tordis Joto á Landa­ vegnum. Elin Karbeck Mouritsen var tann heilt stóra fyrimyndin hjá ungdóminum um hetta mundið. Hendan myndin hekk í stóra vindeyganum hjá Joto. Rólant Samuelsen hevði stylað Elina í hottasta Up-art 60ara stýlinum )6