Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið kvinnur, sum longu tá vóru tilvitaðar um, at Føroyar stóðu á einum mentanarligum og kynspolitiskum vegamóti. Handilin loftaði tveimum tíðarrákum og var sostatt við til at nøkta og metta ein marknað, sum ikki hevði verið áður: teenagara­ gentuna og frígjørdu kvinnuna. Tær báðar, Hanna Joensen og Tordis Jensen, høvdu verið búsitandi uttanlands í nøkur ár, tá tær heimafturkomnar settu sær fyri at lata upp handil við mótaklæðum til ungar kvinnur. Men av ymsum orsøkum, gjørdist tað, sum skuldi vera ein handil, til tveir handlar, sum komu at liggja lið um lið á Niels Finsens gøtu í Havn: Joto 7 og Joto 9. – Mamma segði, at vit klandraðust so illa, so best var, um vit fingu okkum hvør sín handil, sigur Tordis og flennir hjarta­ liga, meðan hon greiðir frá, at hóast tað bara er hálvtannað ár ímillum tær, so hava tær altíð verið ómetaliga ymiskar, bæði í sinni og skinni. – Hanna var nógv villari enn eg ­ ein sannur rebellur. Eg var meira gamaldags og líðin, sigur hon og flennir. So endin var, at Hanna læt mótahandilin upp í Niels Finsens gøtu 7, tann 15. oktober 1966, og Tordis lat upp Joto9 við brúkslutum, tann 1. mai 1967. Men navnið høvdu tær longu funnið og varð tað samansett av nøvnunum hjá teimum báðum: Johanna og Tordis. – Tað var ein fantastisk tíð, tí alt, sum vit seldu, var nýtt og spennandi og ikki at fáa nakra aðrastaðni í landinum, sigur Hanna, sum longu tá var rætti­ liga tilvitandi um leiklutin hjá frígjørdu kvinnuni. Tí setti hon sær fyri at selja trendsetandi klæði, sum settu kvinnuna í miðdepilin, men sum samstundis vóru sniðgivin við tí í huga, at kvinnan skuldi kenna seg væl í teimum. Og hon nevnir eitt nú jersey kjólarnir við Up­art mynstri og Hettemærks Parkas frakkar úr bummull, sum toldu bæði regn og vind, fyri ikki at gloyma lekru buksudraktirnar, eisini frá Hettemærks. Djarvir kundar – Mammurnar hataðu tað, og døturnar elskaðu tað, siga tær. Og tað var júst tað, sum var ætlanin við mótanum í seinnu helvt av sekstiárunum: At gera upp við gamlar siðir og at skelka tey ráðandi og myndugleikar av øllum slag, foreldur, lærarar, prædikantar og politisku skipanina. So tað vóru avgjørt tær meira medvit­ andi og progressivu ungu kvinnurnar, sum gjørdust kundar í Joto – tær, sum ikki vildu vera sum mammurnar. Í fyrstani vóru tað bara havnagenturnar, men sum frá leið vildu tær úr eitt nú Fuglafirði og Klaksvík eisini signalera, hvørjar typur tær vóru, við klæðum, smúkkum, frisurum og make up. – Til tíðir var so nógv at gera í handli­ num, at vørurnar vóru nóg illa pakkaðar út, áðrenn tær vórðu seldar, greiða tær frá, og nevna eitt nú kinaskógvarnar, eingangstrussurnar úr pappíri frá Ann Mari Lee, fyri ikki at gloyma blonku og strømmu satinbuksurnar, sum hvør genta í Havn pressaði seg niður í. – Og tað sá ikki altíð tespiligt út, tá tær skrúvaðu seg niður í buskurnar, sum skuldu vera vátar, tá tú fór í tær, so tær sótu heilt tætt, sigur Anna Maria, dóttir Honnu, sum hevur livað við Joto næstan alla sína tíð. Listin í hásæti Joto var sum sagt í tveimum handlum, og líka so øðrvísi, sum Hanna var, tá hon fór undir at selja mótaklæði til ungar gentur, líka slóðbrótandi var systurin í hinum handlinum, sum seldi nýggjasta rákið innan nútímans brúkslist, gávulutir og toy. Har var stílurin beint ímóti siðbundnu smáblomstruttu koppastellunum. Føroysku kvinnurnar, sum vóru tilvitaðar um góðsku og persónligan stíl, kundu nú keypa fríar, rustikkar og klassiskar brúks­ lutir eftir kendastu skandinavisku form­ og sniðgevunum. Tordis greiðir frá, at hon helst fekk íblástur til vørurnar, tá hon í síni tíð lærdi til vevirsku hjá Hånd­ arbejdets Fremme í Keypmannahavn. Í tí sambandinum vitjaði hon javnan Kunst­ indutrimuseet, og var sum heild ein partur av listahandverksliga umhvørvi­ num í Danmark, sum stóð í fullum blóma um hetta mundið. – Eg minnist, at Rólant var fyrsti kundin, sum kom inn og keypti eitt heilt Arabia stell, eitt tungt, brúnt keramikk stell, sum veruliga undirstrikaði trýssaratrendin, sigur hon, og vísir eitt eintak av stelli­ num, sum hon selur enn. Og soleiðis helt handilin fram í nógv ár, við vørum og gávulutum úr nútímans og til tíðir eisini eksotiskum stíli, úr messing, munnblástum glasi og keramikki. Arabia stell, Boda og Ruben Baron gløs, Pukeberg og Old Høganes. Og lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at tað sum Joto av fyrsta sinni legði fyri við, nevni­ liga vælumtókta finska merkinum Mari­ mekko, eisini er tað, sum handilin er kendastur fyri í dag. Provokeraði gomlu Havnina Hinumegin smoguna inn til Býarbóka­ savnið var mótahandilin, og haðani eru søgurnar nógvar, kanska júst tí, at kollveltingin var so stór. – Eg minnist enn, tá vit fingu smølu og síðu kjólarnir frá Holleufer, sum vóru prýddir við pailettum og vóru niðurring­ aðir á bakinum, líka niður á lendarnar, sigur Hanna og greiðir frá um stemningin í handlinum, tá heilir bólkar av vinkonum komu av bygd til Havnar. – Tær líkasum sníktu seg oman í kjallar­ an í handlinum at royna hesi nýggju vidundrini. Og eg gloymi ikki nístini og láturin, og so eygnabráðini, tá tær, í einum brotparti av einum sekundi, snaraðu sær á, og í speglinum sóu kvinn­ una, sum tær droymdu um at vera. Ein sonn dreymaverð, sum kortini var so fjar, at tað kundi ikki vera hugsingur um at fara í veitslu í einum slíkum kjóla, sigur hon. Og Anna Maria greiðir frá um kvinnurnar í Havn, sum vóru eitt fet djarvari enn tær á bygd. – Seinast í sekstiárunum var eitt undirgrundsumhvørvi í Havn, ið var myndað av ungum og modernaðum fólki, sum bæði dámdu og dugdu at njóta lívið. Tað vóru eisini tey, sum eitt nú tóku stig til at stovna Kaggan og at skipa fyri veru­ ligum veitslum har, sigur Hanna. – So tað gekk ikki long tíð, áðrenn fólk fóru at skipa fyri tiltøkum, har til bar at vísa seg í alskyns kjólum, sum vóru ikki sørt frekir og øsandi á at líta, sigur Hanna, og hon flennir, tá hon greiðir frá, at allar kortini ikki vóru so fríar og djarvar. – Tí, tá alt kom til alt vóru nógvar, sum lótu seg í ullintar troyggjur uttaná vøkru kjólarnar! Nýggj mótamentan Við Joto kom ein nýggjur og fremmandur dámur til Havnar, og meðan konditaríið áður hevði verið einasta staðið at hitta aðrar teenagarar í, lá nú væl fyri at treffa vinkonurnar í Joto eisini. Dreingirnir høvdu ongan mótahandil, har teir kundu keypa hippan trýssaramóta, so teir bíløgdu Beatles outfittini og onnur hit frá Nyhavn 17 ella frá Carnaby Street í London. At hava mótasýning var ikki heilt ókent í Havn, men tað var óvanligt at modellir­ nar og klæðini vóru til teenagarar. Joto hevði nakrar modellir, sum gingu móta­ sýning fyri handilin, og hesi tiltøk vóru ofta fyriskipað í samstarvi við frisørar. Rólant Samuelsen, sum umframt at vera fastur kundi hjá Joto, eisini var dugnaligur frisørur, sminkørur og stylistur í Havn, var tann fyrsti, sum keypti sær eitt Arabia stell, sum sæst her 47 Framhald á næstu síðu