fríggjadagur 5. desember 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
– Sýningarnar vóru í ítróttarhøllini á
Nabb, á Hotel Føroyum og eisini úti um
landi, eitt nú í Klaksvík. Tær vóru akkurát
líka so primitivar, sum tær vóru forkunn
ugar og fólk streymaðu til, sigur Hanna,
sum eisini vísir á, at við teenagarunum
kom eisini kravið til nýtt makeup.
– Vit seldu vakurleikavørur til ungar
kvinnur. So tað hevði stóran týdning at
sleppa at umboða tey røttu merkini, so
sum Revlon, Pierre Robert og Mary
Quant, sigur Hanna og leggur afturat, at
tú vart ikki veruliga við uppá mótan, fyrr
enn tí átti eina Mary Quant lebastift ella
eygnaskuggar. Hetta merkið var veruliga
trendsetandi og ímyndaði samstundis
rebelsku, loyndarfullu og sjálvstøðugu
kvinnuna.
Fyrsti stylisturin í Havn
Rólant Samuelsen, sum umframt at vera
fastur kundi í Joto, eisini var dugnaligur
frisørur, sminkørur og stylistur í Havn,
starvaðist eitt tíðarskeið í handlinum.
– Tá vóru fólk nógv meira tolin, enn tey
eru í dag, tí har gekk Rólant í niðurring
aðum flesablusum, platauskóm, reyðum
lakkbuksum og eygnaskuggum, sigur
Tordis, og Hanna sigur víðari:
– Óansæð hvat hann mælti kundunum
til, so lurtaðu tær eftir honum. Eitt nú
kundi hann finna uppá at siga »nei, veitst
tú hvat, hasa lebastiftina skuldi tú altso
tikið og skift út, tí her er ein, sum stendur
nógv betur til tína húð«, og so keypti
daman eina nýggja lebastift. Og tær
elskaðu tað, at hann feteraði tær og kom
við góðum ráðum.
Breyðskommin
Elisabeth Pike, sum nú býr í Canada, kom
einaferð heim við skjáttuni fullari av hug
skotum, eftir at hon hevði lært til
dekoratør í Canada. Nú skuldi hon prýða
vindeygað hjá Joto. Hon fór niðan til
Frants og keypti ein hóp av sokallaðum
Paskobreyðum, og eina rúgvu av appilsin
um. Matin legði hon í vindeygað og so
sløddi hon vørurnar hjá Joto millum
breyði og appilsinirnar. Ongin hevði
nakrantíð sær nakað líknandi og fólk vóru
á gosi. Tey trunkaðu seg framman fyri
vindeyganum, og trúgvandi fólk komu
inn í handilin og lósu skriftstøð upp fyri
teimum. Hanna minnist, at ein kona stóð
og bankaði á vindeyga og græt og rópti
upp um Jesus og breyðið, sum er heilagt
og ikki at spæla við.
– Eg hevði als ikki skonkt tí ein tanka, at
onkur fór at taka tað illa upp, sigur
Hanna.
Gummiparadísi
Í trá við tankarnar um seksuella frígering
gjørdi Hanna av at selja hítir til ungu
kvinnurnar. Hon bílegði hítir í ymsum
litum, setti pakkarnar á diskin og seldi so
til smædnar havnagentur. Hesaferð vóru
mótmælini so hørð og mong, at sjálvt
mamma Honnu og Tordis frætti um
standin niðri í handlinum. Hon, sum var
ein siðilig eldri dama, gjørdi ikki mætari
enn at fara heim í býin eftir syndafullu
vørunum, sum hon so ripaði í kolkom
fýrin heima í køkinum. Og fólk í granna
lagnum undraðust á, at alt stinkaði av
brendum gummi – ella preservativum,
sum tær vórðu róptar tá. Markið varð
rokkið, og fleiri hítir vórðu ikki seldar í
Joto.
Litaðar blæur
Brádliga skuldu allar genturnar í Havn
hava litaðar blæur á høvdinum. Tá keypti
Hanna niðurfyri av hvítum babyblæum,
sum hon kókaði í alskyns Dylonlitum frá
Málingahandlinum, og síðani seldi í Joto.
– Men tað var absolutt ikki líka mikið,
hvønn lit tú brúkti, ella hvussu tú setti
turriklæðið. Tí tað signaleraði, hvør typa
tú vart, greiða tær frá.
Tí eisini blæumótin hevði sínar heilt
serligu rammur, soleiðis at reyðsokkarnir
høvdu illavorðnar lillavorðnar blæur, sum
sótu stramt og aggressivt niður í pann
una, meðan fittu andaligu genturnar
bundu turriklæði aftur í nakkan, sum ein
koll, og so vóru tey ljósareyð.
– Aftaná blæurokið komu partisanturri
kløðini, og nú skuldu allar ganga í slitn
um tjóðveldistroyggjum og tuflustyvlum,
og vóru ikki longur horur, men kommun
istar, sigur Hanna at enda, við einum
skálkabrosi.
Tær báðar, Anna Katrina Højgaard og Marjun Berg vóru modellir fyri Joto. Hesar myndirnar eru frá 1976 og tær eru báðar fyrst í tjúgunum
48