fríggjadagur 5. desember 2008síða 61
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
61
Eg viiiil hava ...
Hvør kennir ikki til plágarí í handlum og
úr ynskibløðum, sum koma við postinum?
Í staðin fyri at siga kortanei, so lofta
heldur ynskinum við at lurta og vísa
barninum, at tú skilir og hoyrir
tað. Til dømis: »Ja, tú kundi
ordiliga væl hugsað tær hasa
dukkuna. Tað skilji eg væl, tí
hon er ordiliga fín og tú hevði
verið so góð við hana. Kanska
kundi tú ynskt tær hana í jólagávu?«
Málslig
menning
Les og fortel søgur
hvønn dag. Legg eisini
aldursvarandi bøkur og
uppgávur fram.
Fortel um tankar og
hendingar, sum tú
minnist. Eisini um
familjuna og tað sum
hendi fyrr í tíðini.
Vit kennast
Styrk relatiónirnar hjá
barninum við hesum
spælinum, har tit skulu
gita fólk, sum tit kenna.
Annar kemur við
upplýsingum um persónin.
Til dømis: Tann, sum eg
hugsi um, býr í Klaksvík.
Hann hevur myrkt hár og
eigur tveir synir. Hvør er
tað? So skal hin gita.
Aftaná skiftast tit.
Eg og tú á
netinum
❤ Ver saman við barninum, tá ið
tað fer á netið
❤ Lær barnið ikki at lata
persónligar upplýsingar frá
sær
❤ Far við, um barnið vil hitta
onkran, sum tað hevur lært at
kenna á netinum
❤ Lær barnið at vísa góðan
atburð á netinum
❤ Legg filtur á telduna, sum
forðar atgongdina til ávísar
síður
sosialurin 5. desember 2008
Navnastemplið er ein genial uppfinning, har tú skjótt
og lætt kanst seta navn í ting og klæðir hjá barninum:
bamsur, leikur, skógvar, jakkar, draktir... Vel sjálv tekst
og skrift. Tolir vask við 90° og heldur umleið 60 vask
við 30°. Navnastemplið er eisini vælegnað til fólk á
sambýlum ella ellisheimum. Fæst til keyps á spildur
nýggju heimasíðuni a www.fjas.fo, sum selur
mangt og hvat til børn og barnafamiljur..
* Familjan Eikilund
Tlf. 33 00 00
* Mia & Anton
Tlf. 33 00 00
Hvar er
húgvan
nú???
Mia
Anton