mánadagur 8. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 236 - 8. desember 2008
tíðindi
– Føroyski landgrunn
urin er framhaldandi
áhugavert leitiøki.
Tað hevur sínar av
bjóðingar, gamaní
– men eg havi góðar
vónir til, at tað stóra
kanningararbeiði,
ið verður gjørt, fer
at føra til, at Før
oyar fara at fáa eina
munandi inntøku
keldu afturat segði
Johan Dahl, oljumála
ráðharri, tá loyvini
í 3. útbjóðing vórðu
latin í Tinganesi
mánamorgun
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var Johan Dahl, lands
stýrismaður í oljumálum,
sum í morgun handaði trý
nýggj leitiloyvi á føroyska
landgrunninum. Hann vísti
á, at henda hending er ein
laðarsteinur í oljuleitingar
søgu okkara, og helt fyri, at
vit eiga eisini við slíkt høvi
at steðga eitt sindur á og
gera okkum nakrar tankar
um, hvussu hevur gingist,
og hvussu útlitini eru.
– Hyggja vit fyrst aftur
eftir, er nógv hent, síðani
fyrstu loyvini vórðu latin
fyri góðum átta árum síð
ani. Tað er ikki smávegis av
arbeiði og pengum, sum
eru – og framvegis verða –
løgd í oljuleiting á land
grunni okkara, og tað hevði
ikki verið, um økið ikki er
áhugavert.
Lat okkum ikki gloyma
tað!
Basaltið ikki ein
trupulleiki
Hóast vit enn ikki hava
funnið kolvetni í nóg stór
um nøgdum, so eru fram
stigini rættiliga stór kortini.
Vit plagdu at hoyra um
basalttrupulleikar í samband
við bæði innsavning av
seismikki og í samband við
at bora gjøgnum basalt. Her
eru munandi framstig gjørd
við tí virksemi, sum her
hevur verið hesi árini og
við tí tøkniligu menning, ið
verið hevur. Vit hava tí
eftirhondini eina munandi
betri mynd og eitt betri for
stáilsi av undirgrund okk
ara, umframt tað, at boring
í basalt er ikki tann trupul
leikin, sum stúrt varð fyri.
Landsstýrismaður
helt
fyri, at oljufeløg eru komin
og farin. Og soleiðis fer tað
helst eisini at verða fram
eftir. – Eg havi góðar vónir
um, at undirgrund okkara
er so mikið áhugaverd, at
tað framhaldandi verða fe
løg, ið koma at halda áfram
at leita. Signalini, vit fáa,
vísa, at áhugin avgjørt er til
staðar.
Við teimum loyvum, sum
í dag eru/verða latin, hava
vit 14 loyvi. 6 boringar eru
gjørdar, og tann týðandi
sera týðandi staðfesting er
gjørd, at kolvetni verða
framleidd í undirgrund okk
ara.
Framtíðin
Hvussu sær so út frameftir
spurdi landsstýrismaður og
segði:
– Tað er ein rættiliga
spennandi tíð, ið liggur fyri
framman. Við loyvunum,
sum verða latin í dag, eru
góð útlit til, at vit hava
tryggjað leitingarvirksemi
6 ár fram.
Tað kann nógv henda til
ta tíð, tí vónandi verða nakr
ar leitiboringar á skránni
næstu árini. Komandi ár
verður aftur ein spennandi
boring, ið ikki er so langt
frá Cambo brunninum, har
kolvetni eru staðfest. Hóast
vit kanska leggja virksemið
mest til merkis, tá boringar
eru, so gongur ein ørgrynna
av virksemi fyri seg, sum
vit ikki leggja so væl til
merkis.
Tað er nevniliga arbeiði
við at búna loyvini til at
gerast búgvin at bora.
Fleiri loyvi nærkast tíðini,
at avgerð skal takast, hvørt
borast skal. Tíðin fer at
vísa, hvussu nógvar boring
ar, vit koma at fáa burturúr
hesum, men útlitini eru
rímiliga góð. Hetta er í loyv
um, har boringar ikki vórðu
avtalaðar frá byrjan, men
har kanningararbeiðið, ið er
gjørt síðani, vónandi fer at
føra til, at kunnleikin til
loyvisøkini er blivin so
mikið góður, at feløg gera
av at bora royndarbrunnar.
Hetta er í tráð við tankan
um, at hava útbjóðingrumfør.
Tað umfarið, sum nú er
byrjað, skal so vónandi um
nøkur ár eisini føra til, at
onkrir brunnar verða bor
aðir á hesum loyvunum.
So samanumtikið kunnu
vit staðfesta, at føroyska
økið framhaldandi er áhuga
vert leitiøki – tað hevur sín
ar avbjóðingar, gamaní –
men eg havi góðar vónir til,
at tað stóra kanningararbeiði,
ið verður gjørt, fer at føra
til, at Føroyar fara at fáa
eina munandi inntøkukeldu
afturat segði Johan Dahl.
Nýggju leitiøkini
Síðani handaði Johan Dahl
umboðum fyri ymsu fyri
støðufeløgini loyvini. Tað
vóru tríggjar umsóknir, og
lat hann øllum trimum
umsøkjarunum loyvi eftir
tilmæli frá Jarðfeingi.
– Fyrsta loyvið, er loyvi
nr. 15, ið verður latið til
GeysirPetroleum einsamøll
um. Hetta er eitt minni øki,
ið liggur í Hetlandsrennuni,
uppat einum loyvi, ið Geys
ir longu frammanundan hev
ur
saman
við Atlantic
Petroleum.
Næsta loyvið er nr. 16, ið
verður latið StatoilHydro
saman við Dong, Føroya
Kolvetni og Atlantic Petrol
eum. Statoil er fyristøðu
felag, og hevur 50% av
loyvinum,
Dong
hevur
30%, og Føroya Kolvetni
og Atlantic Petroleum hvør
síni 10%. Økið er úti á
Fugloyarrygginum, og er
rættiliga stórt. Faktiskt er
hetta nógv stórsta loyvið, ið
latið er á føroyska land
grunninum. Og vit skulu
kanska leita leingi í hesum
parti av verðini at finna so
stórt loyvisøki. Við hesum
loyvinum flytir leitivirk
semið seg rættiliga fitt norð
ureftir fram við markinum.
Triðja og seinasta loyvið
er nr 17. Tað fær Føroya
Kolvetni
einsamalt.
Nú
flyta vit okkum suðurum og
vestureftir. Øki, ið liggur á
Bankarygginum,
liggur
uppat einum verandi loyvi
hjá Føroya Kolvetni. Hetta
er ein partur av leitiøkinum,
ið lítil vitan er um, men er
kortini rættiliga spennandi
segði Johan Dahl, tá hann
handaði leitiloyvini í Tinga
nesi mánamorgun.
(Lesið meira um oljuløtuna í
Tinganesi í Vinnan í Sosialinum
týsdagin og lurtið á Vinnurásini á
Rás2 týsdagin.)
Risastórt øki latið til oljuleiting
Loyvini í tríðja útbjóðingar
umfari fevna um eitt
samlað øki, ið er 6.505
km2, soleiðis at samlaða
loyvisøkið á føroyska
landgrunninum í dag er
17.673 km2. Loyvini í tríðja
útbjóðingarumfari fevna
um eitt samlað øki, ið er
6.505 km2, soleiðis at
samlaða loyvisøkið á før
oyska landgrunninum í
dag er 17.673 km2.
Loyvisskeiðini eru millum
trý og seks ár. Skeiðini eru
býtt upp í tíðarskeið, har
avgerð skal takast við
endan av hvørjum skeiði,
hvørt farið verður víðari til
næsta skeið.
Arbeiðsskyldurnar fevna
um innsavnan og viðgerð
av ymsum dátum.
3. útbjóðing
Johan Dahl, landsstýrismaður: -Við teimum loyvum, vit hava latið í dag, verður loyvisøkið á
føroyska landgrunninum víðkað við meira enn 50% í mun til frammanundan. Vit taka soleiðis
enn eitt stórt stig framá í tí leitivirksemi, sum skal føra til, at kolvetni verða funnin og útvunnin
á føroyskum øki. Vert er eisini at leggja til merkis, at vit í dag hava latið tað higartil størsta loyvið
í vídd á føroyska landgrunninum. Her handar hann stjóranum í StatoilHydro, Rúna M. Hansen
loyvisbrævið
Mynd: Jens K. Vang
Samlaðu loyvini á Føroyaøkinum. Tey nýggju loyvini eru tey reyðu fyri norðan, grøna við markið og bláa sunnanfyri
Kelda Jarðfeingi