Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 236 - 8. desember 2008 ] Fleiri lið steðga Altjóða fíggjarkreppan hevur av álvara sett síni fingramerki á Formel 1, sum telist millum dýrastu kappingarítróttirnar í heiminum. Honda hevur longu boðað frá, at teir hava skorið Formel 1 av virksemi sínum, og fyrrverandi kappkoyrarin, Gerhard Berger, ivast ikki í, at fleiri onnur fara sama veg. – Spurningurin er bara, hvat næsta liðið verður, sigur hann. Fleiri lið hava eisini boða frá skerjingum. Eitt nú McLaren, sum hevur minkað sína fíggjarætlan úr 2,4 niður í 1,5 milliardir krónur. Henriette fer heim Danska kvinnulandsliðið í hondbólti má klára seg uttan Henriette Mikkelsen tað, sum eftir er av EM- kappingini í hondbólti. Henrietta eigur eina átta mánaða gamla dóttir, og hon verður altso tikin framum landsliðshondbóltin, eftir at mamman annars hevur verið til EM í eina viku. Ístaðin hevur venjarin, Jan Pytlick, tikið Mie Augustesen við í hópin. Avloysarin skal finnast Eftir at hava biðið Jógvan Martini Olsen farvæl, eigur Fótbóltssambandið nú at seta orð á tær dygdir, sum avloysarin skal hava Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fríggjadagin kundi nú fyrrverandi landsliðsvenjari okkara, Jógvan Martin Olsen, biðja almenninginum farvæl, tá móttøka varð hildin í FSF-húsinum við Tórsvøll. Tað mesta, sum er at siga, er longu sagt og skrivað um tíðina hjá Jógvan Martini sum landsliðsvenjara. Kanska hava orðini ikki altíð verið eins positiv, men eftir stendur framvegis, at hann átók sær eina serstakliga trupla uppgávu í eini tíð, har tað stóð greitt, at stórar skiftingar máttu fremjast, og at úrslitini tí neyvan fóru at verða eftir vild allatíðina. Og hóast hann helst visti, at kreditturin ikki varð tann stóri, tá talan var um hjálparvenjaran gjøgnum átta ár, so átók treiski toftamaðurin sær uppgávuna. Og sjálvt fremstu kritikkarar hansara mugu ásanna, at ein komandi landsliðsvenjari fær munandi betri fortreytir at arbeiða við, enn Jógvan Martin sjálvur hevði. Eftir er so hjá FSF at finna fram til, hvør avloysarin skal verða. Í september varð sagt, at góð tíð var at finna hendan, men september eru altso tríggir mánaðir síðani, og tí ræður nú um at skunda sær. Fyrireikingarnar eru týdningarmiklar, og her má og skal FSF gera sær greitt, hvat vit vilja við einum komandi landsliðsvenjara, og á tann hátt tekna eina vangamynd av tí, sum farast skal eftir. Sjálvandi má ansast eftir, at FSF ikki ovtekur seg fíggjarliga, men fyri føroyskan fótbólt er at vóna, at talan so ella so verður um ein kapasitet, sum eisini megnar at røkka út til feløgini kring landið. Tað er fyrst og fremst her, at lunnar verða lagdir undir eina góða føroyska landsliðsframtíð, og tað gerst best við at hugsa longur enn bara til dagin í morgin. Nakað sum føroyskur fótbóltur ikki hevur dugað nóg væl í skjótt fleiri ár. Donsku kvinnurnar spældu ein góðan fyrra hálvleik, men í øðrum hálvleiki orkaðu tær rumensku betur. Danmark fær bara eitt stig við í høvuðsumfarið Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Donsku kvinnurnar taptu 25-27 móti Rumenia. Tað merkir, at Danmark fær bara eitt stig við sær til høvuðsumfarið, har tær skulu spæla ímóti Noregi týskvøldið. Og er eyðsæð, at tað verður tungt hjá donsku kvinnunum. Stigið Danmark fær við sær bleiv bjargað ímóti Ungarn í evstu løtu. Ungarn tekur eisini eitt stig við sær til høvuðsumfarið, meðan Rumenia byrjar høvuðsum- farið við 4 stigum. Førdu í hálvleikinum Danmark hevði leiðsluna í hálvleikinum. 13-10 varð hálvleiksstøðan, og varð hend- an leiðslan bygd á eitt sera sterkt verjuspæl. Karin Mortensen stóð eisini væl í málinum, og hevði hon eina rúgvu av bjargingum í 1. Hálvleiki. Tað eydnaðist eis- ini donsku verjuni at halda rumenska stórskjúttanum, Christinu Neagu, sum vísti stórspæl í teimum báðu fyrstu dystunum. Slagelse-spælarin, Carmen Amareii gjørdi tó sítt til at halda Rumenia inni í dystinum. Álopið hjá dønum koyrdi eisini væl, og vísti Katrine Fruelund aftur gamlar taktir. Trine Troelsen fekk eisini nógv burturúr, og Lærke Møller varð sjálvur tryggleikin tá brotskøst skuldu skjótast. Rumenia kemur aftur Í byrjanini av 2. Hálvleiki varð einki, sum talaði fyri, at Rumenia skuldi koma aftur. Tær donsku stríddu seg uppá eina 17-13 leiðslu, men tá byrjaði so smátt at ganga galið. Meðan tær donsku kvinnurnar mødd- ust, so sóu tær rumensku møguleikan at taka leiðsl- una aftur. Tingini vóru nú vend, og Rumenia vann sær eina 21-19 leiðslu. Spenn- ingurin helt sær tó um úrslitið til endan, og Rikke Skov syrgdi fyri nøkrum málum fyri, at Danmark hekk í. Men tá alt varð lið- ugt, hevði Rumenia vunnið 27-25. Danmark spælir ímóti Noreg týskvøldið, Spania mikukvøldið og Ukraina hóskvøldið. Venj- arin hjá Danmark, Jan Pytlick metir, at Danmark skal vinna allar tríggjar dystirnar í høvuðsumfarin- um, um tað skal eydnast at koma í hálvfinaluna. Um vikuskiftið tóku tvær føroyskar svimjigentur lut í norðurlendsku meistarakappingini fyri ung Svimjing tíðindaskriv Leygardagin og sunnudagin var NJM í Södertälje i Svø- ríki. Svimisambandið send- ið hesuferð 2 svimjarar, Hildur á Fløttu úr Fugla- fjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag. Landsliðsvenjari var Petur Heðin á Fløtti, og leiðari Maud Poulsen úr Svimji- sambandinum. Í stuttari viðmerking sig- ur Petur Heðin á Fløtti at NJM sum altíð er ein stór avbjóðing fyri okkara svimj- arar, serstakliga tí at kapp- ingarstøðið er so høgt. Tær báðar Helena og Hildur hava nú roynt seg í altjóða kapping, og hetta fær eina góða ávirkan. Nakrar per- sónligar tíðir vórðu betrað- ar, men føroysku svimjarar- nar vóru ikki á sigurspall- inum Svimjisambandið fer í januar 2009 at leggja krav- tíðir til NJM í 2009 og 2010, og í hesum sambandi fer at verða úttikið eitt NJM-bruttolið av fyrsta- og annað-ársjuniorum. Danmark orkaði ikki í 2. hálvleiki Hildur og Helena í NM-kapping Carmen Andreea brýtur seg ímillum Lene Lund Nielsen og Rikke Skov í dystinum millum Danmark og Rumenia. Danmark var á odda í steðginum, men Rumenia vann kortini dystin Mynd: Polfoto/AP