Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 8. desember 2008 lýsingartilfar ‘08 45 Føroya Tele er gomul fyritøka, sum hóast farin um tey hundrað árini, er ein nútímans og slóðbrótandi fyritøka. Á heimasíðuni hjá Føroya Tele er í hesum døgum kapping, har høvuðsvinningurin er dreymaferð áljóðandi eitt virði á 50.000 krónur Føroya Tele hevur fleiri enn hundrað ár á baki. Fyrsta telefonlinjan í Føroyum varð í 1905 sett upp ímillum Vest­ manna og Tórshavn av vestmenn­ inginum Ólavi á Heygum. Í 1906 yvirtók Føroya Løgting nevndu linju og legði alla telefonútbygging undir nýstovnaðan almennan stovn nevndur ”Færøernes Amtskomm­ unes Telefonvæsen”, men sum seinni fekk navnið ”Telefonverk Føroya Løgtings”. Núverandi Føroya Tele varð umskipað frá almennum stovni til alment partafelag við stovnandi aðalfundi 29. apríl 1998, meðan lógtingslógin er samtykt t. 3. apríl 1998 við afturvirkandi kraft til 1. januar 1998 , hetta fyri rokniskapa­ skylduna. Føroya Landstýri eigur 100% av partapeninginum, og er tað Vinnumálastýrið sum umsitur Føroya Tele fyri Føroya Landstýri. Ein nýggj føroysk fjarskiftislóg, samtykt í 1997 av Løgtinginum, setti skjøtil á eitt nýtt tíðarskeið á føroyska fjarskiftismarknaðinum. 1. januar 1999 fekk Føroya Tele konsessión frá Vinnumálastýrinum til at reka fjarskifti og fjarskiftis­ tænastur. Tað nýggja í hesum er, at fleiri aðrar fyritøkur eisini hava fingið konsessión, loyvi, og sostatt kunnu kappast við Føroya Tele. 1930: Allar bygdir í Føroyum knýttar saman av telefonneti hjá Telefonverk Føroya Løgtings. Skjótt vórðu fleiri telefonlinjur settar upp, og í 1930 vóru allar bygdirnar í Føroyum knýttar saman av telefonneti num við undantaki av, at telefonnetið í Suðuroynni bert hevði radiotelegraf­ samband við Tórshavn. Í 1953 fekk Tórshavn sum fyrsta pláss í landinum støð til sjálvval, og í 1978 høvdu allir felagar í landinum sjálvval. Í dag er telesamskiftið í Føroyum útbygt til eitt støði, ið kann javn­ metast við útbyggingina í teimum longst á leið komnu londunum í Evropa. Samtakið Føroya Tele er móðurfelag. Dótturfeløgini eru FT Net, FT Samskifti og Televarpið. Vinn dreymaferð Føroya Tele er nútímans fyritøka á so mangan hátt. Eisini roynur fyritøkan at vera so slóðbrótandi sum gjørligt, og leggur eisini dent á at menna tær vørur, tey produkt, ið fyritøkan hevur at bjóða. ­ Vit royna at gera okkara allar besta, sum heildarveitari innan kunning, samskifti og tøkni, verður sagt á Føroya Tele. Sum størsti veitari á kunningar­ og samskiftisøkinum, er Føroya Tele eisini týdningarmikil í strembanini eftir at veita føroyingum fremstu tøkniligu menningina. Í royndunum at nærlkast kund­ unum og at menna merknaðar­ føringina, hevur Føroya Tele í hesum døgum eina kapping á heimasíðuni hjá fyritøkuni. Talan er um eina spurnarkanning, har ein við at svara spurningum um marknaðarføringina, er við í dráttinum um eitt gávukort uppá dreymaferð, ið hevur eitt virði á 50.000 krónur. Eisini eru farteldur at vinna. Um ein ætlar sær at luttaka, skal ein vitja heimasíðuna www.ft.fo innan 22. desember. Drigið verður tann 23. desember. Stór fyritøka Føroya Tele er fyritøka við nógvum árum á baki, og er eisini størst á sínum øki. Umleið 250 fólk arbeiða hjá Føroya Tele. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nútímans fyritøka við yvir hundrað árum á baki Rein føroysk ull! Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 N. Finsensg. 18 · Tórshavn · Tlf. 318110 Fax 321007 · www.klivin.fo tel. 351220 Jólagávuhugskot Tórshavn | Kambsdalur kr. 295,- SONY NWZ-B135 1GB (250 sangir) Elegant snið. Bein- leiðis USB-samband (drag and drop) MP3 avspælari Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo Stórt úrval av jólaljósum kr. 699,- Bundgaard barnaskógvar Jólaskógvarnir til barnið Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KETILIN JÄSPI-ketilin er kendur í Før oyum. Við mest seldum ketlum á før- oyska markn aðinum nýtist ikki at siga meira... JÄSPI-ketilin fáa tygum hjá Mariu Poul sen. RINGIÐ 312 000 Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KETILIN JÄSPI-ketilin er kendur í Før oyum. Við mest seldum ketlum á før- oyska markn aðinum nýtist ikki at siga meira... JÄSPI-ketilin fáa tygum hjá Mariu Poul sen. RINGIÐ 312 000 n