mánadagur 8. desember 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 8. desember 2008
lýsingartilfar
47
‘08
Maria Poulsen Búnýti
er handil í Miðbúnum,
ið hevur søgu afturi í
1800 árini. Síðani eftir
seinna heimsbardaga
hevur handilin verið í
somu familju, og nú 3.
ættarlið hevur tikið við,
er handilin eisini yngdur
og lyftur
Maria Poulsen er kent navn innan
handilslív í Føroyum, og fyritøkan
hevur í dag tvær deildir, nevniliga
eina HVS deild á Hálsi í Havn, og
handilin Maria Poulsen Búnýti í
Tórsgøtu.
Um 40 fólk arbeiða í báðum
deildunum.
Søguligur handil
Handilin hevur søgu aftur til síðst í
1800 árunum. Súsanna á Dul tók fyri
einum ári síðani við í handlinum
Maria Poulsen Búnýti, og hon er 3.
ættarlið í familjuni, ið rekur handilin,
tí abbi hennara keypti handilin
saman við øðrum eftir seinna
heimsbardaga
Og við hesum er eitt yngri andlit
komið í handilin, og er handilin
eisini broyttur, yngdur og lyftur,
síðani Súsanna yvirtók fyri einum
ári síðani.
Hon er tó ikki nýggj í Maria
Poulsen Búnýti, tí alla sína tíð hevur
hon hjálpt til í familjufyritøkuni,
men henni dámar tað og at hava
ábyrgdina av Maria Poulsen Búnýti
heldur hon vera spennandi og
avbjóðandi.
Klár til jóla
Hjá Mariu Poulsen Búnýti eru tey
klár til jóla. Vindeygu og handil eru
pyntað, og nógv vøra er heimkomin
til jóla.
Handilin er eisini víðkaður, so
betri rúmd er fyri teim mongu
spennandi vørunum.
Talan er bæði um vanliga búnýtis
vøru, og merkivøru, sum t.d. Georg
Jensen, Rosendal og EVA, sigur
Súsanna á Dul.
Hon sigur, at tey í Búnýti leggja
dent á at vera við i kappingini, og at
vera kappingarfør í prísi, og fyri
stuttum góvu tey blað til húsar
haldini kring landið, við tilboðum, ið
eru nú jólini nærkast.
Vit bjóða ein handil, har nógv er
hent síðsta árið, og sum verdur er at
vitja, sigur nýggi leiðarin í Maria
Poulsen Búnýti, Súsanna á Dul.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hjá Mariu Poulsen eru tey klár til jólini
4HKAN§HMHDQT@SEÈ@Ó4DKDAÞ§TMTLJQHMFK@MCH§NFDQTF@KC@MCHSHKIØK@
./+)!
%HMDHMEKCNFRMFFE@QSDKDENMSHKSÓM
RTLHJJHJQDUTQLDHQ@ƍ@RDMMMDX§TFS
,TLL@KXJSpROKp-OQHMFHSØM@Q
3HFS@§ÈIØKTL
395,-
N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687
Til tann
professionella
og til
nýbyrjaran
tlf. 31 10 36 · hnj@hnj.fo · www.bokhandil.fo
Bygd mod blådybet
Palle Dyreborg & Poul Jensen
Sethuse langs
solnedgangen
Palle Dyreborg & Poul Jensen
l