týsdagur 9. desember 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 237 - 9. desember 2008
Lummaturrikløðini
komu
veruliga til sín rætt, tá Tórs
havnar Manskór og kórið
Eystanljóð úr Gøtu og Leir
vík høvdu konsert í Vestur
kirkjuni sunnukvøldið.
Solistar vóru Eivør Páls
dóttir og Unn Patursson, og
eins og seinast, tá ið Eivør
Pállsdóttir var gestasangari
á jólakonsertini í Vesturkirkj
uni, máttu fólk leita sær til
kirkjuna í góðari tíð, um tey
vildu hava pláss. Nógv
máttu tíverri venda við aftur,
ella standa úti í forkirkjuni.
Um ein ikki longu var kom
in í jólahýr frammanundan,
so var hetta eitt upplagt høvi
at lata seg tøla. Eitt vælupp
lagt og professionelt Tórs
havnar Manskór, Eystanljóð
og einglaljóð frá Eivør Páls
dóttir og Unn Paturson bjóð
aðu jólunum vælkomnum
við lít. Við felagssangi, trom
petsolisti og himmalskum
sangi titraðu hjartastreingir
saman við tónleikaundirspæl
inum, so loftið lyftist uppfrá.
Sjáldan upplivað vit so stórs
ligna og vakra framførslu her
á landi.
rd
Dansistovan í Norðurlanda
húsinum var sunnudagin
umskapað til “søgusigara
holu”. Gólvið var bjálvað
við mjúkum seyðaskinnum,
og børnini sótu og lógu
pinnastill og lýddu á, meðan
føroyskir høvundar lósu
upp úr nýggjastu útgávun
um, sum koma út til jóla.
Tey, sum framførdu vóru:
Dánjal á Neystabø, sum
sang og spældi á tangentar,
áðrenn hann læs upp úr
nýggju bókini „Drongurin
sum gloymdi, hvussu man
spælir“. Sólgerð Andreassen
læs upp úr bókini „Knassi
og Rokkarin“ og Marjun
Kjelnæs úr „Hvør fjalir seg
í ferðataskuni?“, sum tær
báðar hava skrivað og givið
út. Gunnvá Zakariassen
læs úr „Skrímslasótt“, ið
Rakel Helmsdal hevur verið
við til at skriva. Eisini læs
Rakel Helmsdal sjálv úr
nýggjastu bók síni, „Vár
ferðini til Brúnna“. Odd
fríður M. Rasmussen læs úr
„Innantanna Anna og Tús
undbeinið Súni“, sum hann
júst hevur givið út, og til
endans læs Hans Tórgarð úr
nýggjari bók eftir Berg Ras
mussen, “Sigursteininum”
eitur hon.
Ikki kann sigast annað
enn, at føroyska barnabóka
dýrgripurin økist nógv í
virði hendan jólamánaðin.
rd
Himmalskir
tónar í
Vesturkirkjuni
Mjúklig bókaløta
Stórsligin konsert í Vesturkirkjuni Sunnukvøldið
Mynd: Ólavur Frederiksen
Eivør var ein
sannur eingil
– bæði á at líta og
á at lýða
Mynd: Rigmor Dam
Gólvið í Dansistovuni
var bjálvað við heitum
seyðaskinnum, sum børnini
sótu og lógu á.
Mynd: Rigmor Dam
Gomul landakort í skúlanum
Tað er ikki bara í Føroyum, at skúlafólk av og á kæra seg um, at frálæru
tilfarið er ov gamalt og tí ikki tíðarhóskandi. Tað sama er galdandi
nógvastaðni í Danmark. Eitt nú skrivar Fyns Stiftstidende, at í fleiri
skúlum har eru heims og Evropakortini alt ov gomul, soleiðis at á
teimum evropeisku kortunum er Jugoslavia framvegis til, og Týskland
er framvegis í tveimum. Felagið hjá donskum skúlanæmingunum krevur
tí, at kommunurnar játta teir neyðugu pengarnar, so skúlarnir kunnu
fylgja við tíðini.
Høgir hælir til pinkubørn
Seinastu tíðina hevur tað heilt stóra til pinkubørnini í USA verið
skógvar við høgum hælum. Nú kemur hetta rákið eisini til
Eoropa, har bretska mamman, Julia Taylor, á heimasíðuni www.
heelsforher.co.uk, er vorðin umboðskvinna fyri smáu
damuskógarnar. Teir eru at fáa í alskyns litum og mynstrum: til
dømis leopard og zebra, í ljósareyðum og svørtum. Julia Taylor
roknar við, at skógvarnir verða at finna undir nógvum jólatrøum
í ár. Hon lovar eisini, at skógvarnir á ongan hátt eru skaðiligir
fyri smáu barnaføturnar, tí teir eru sum smáir skóleistar, har
bleytir hælir eru seymaðir undir.