Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 [ Nr. 237 - 9. desember 2008 ] Helgi Dam Ziska setti met um vikuskiftið, tá hann sum tann fyrsti syrgdi fyri sínum fimta FM-heiti á rað í snartalvi Talv www.farorechess.com 35 telvarar sessaðust við talvborðini í Havnar Telv­ ingarfelag, tá FM í Snar­ telving varð telvað seinna­ partin. Telvaði vórðu 9 dupultumfør ­ ella saman­ lagt 18 talv. Umhugsunar­ tíðin er bert 5 minuttir í part til talvið í snartelving og hetta innibar til tíðir sera undirhaldandi snartelving har ferðin var øgilig. Undan FM Kappingini í dag, vóru 3 telvarar. sum áður hava vunnið FM heitið 4 ferðir, síðani kappingin byrjaði í 1980. Spenningur var sostatt, um Helgi Dam Ziska megnaði at taka metið. Og Helgi megnaði setningin. Vann FM heitið við 15½ stigi, av 18 møgu­ ligum. Sostatt skrivaði Helgi seg í søgubøkurnar sum mest vinnandi snar­ telvarin nakrantíð. Leggjast kann afturat, at tað er heilt einastandandi at hava vunnið FM heitið 5 reisur uppí slag. Enn eitt met sum verður sera sera trupult at knógva. Men Helgi slapp ikki snikkaleysur í kappingini í dag. Olaf Berg, sum gjørdist nr. 2 við 14 stigum, gav Helga av álvara ein skarpan gang tá hann vann Helga 2­ 0. Nakað óvæntað úrslit, men Olaf hevði mist stig á leiðini og tískil rakk sigurin á Helga ikki til 1. plássið. Finnbjørn Vang gjørdist nr. 3 við 12½ stigi. Fleiri av okkara stinnastu snartelvarum luttóku í orr­ ustuni við FM vinnaran. T.d. John Rødgaard, Martin Poulsen, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Torkil Nielsen ­ umframt Olaf Berg og Finnbjørn Vang. Kappingina um styrkis­ virðislønirnar vunnu Rógvi Egilstoft Nielsen (1 rating­ virðisløn), Heiðrikur Tind­ skarð Jacobsen (2 rating­ virðisløn) og Einar Greger­ sen (3 ratingvirðisløn). Helgi fyri fimtu ferð Føroyameistarin 2008 - Helgi Dam Ziska FM 2004, 2005, 2006, 2007 - og 2008 Mynd: www.faroechess.com Mjølnir beit væl frá sær í Sørvági, men tað eydnaðist kortini oddaliðnum at vinna níggjunda sigurin á rað FlogbólTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var um reppið, at Mjølnir vann óvæntað stig við sær úr Sørvági um vikuskiftið. SÍ hevur verið at kalla einaráðandi í ár, men hesa ferð var tað bara so akkurát, at sigurin kom til høldar. Men tað eydnaðist so heimaliðnum at halda fast í góðu gongdini, soleiðis at tær framvegis hava seks stig niður til næsta liðið á talvuni. Hinvegin var hetta ikki fyrsta ferðin, at sør­ vágskvinnurnar hava verið trýstar í ár, og tí ber fram­ veigs væl til, at kappingin verður heilt spennandi. Í hinum báðum dystunum taptu bæði botnliðini, KÍF og TB. Í báðum førum varð talan um tryggan 3­0 sigur til ávíkavist Fleyr og ÍF, sum bæði royna at kvetta nakað av muninum upp til SÍ. SÍ var trýst Í Havn vann Fleyr tryggan sigur á KÍF, sum saman við TB stríðast fyri at sleppa undan aftasta sessinum Mynd: Álvur Haraldsen Eik-liga, kvinnur SÍ-Mjølnir 3-2 (25-16, 24-26, 25-22, 21-25, 15-12) Fleyr-KÍF 3-0 (Hava ikki fingið upplýst settúrslit) TB-ÍF 0-3 (18-25, 21-25, 18-25) Eik-liga, menn SÍ-Mjølnir 3-0 (25-18, 27-25, 25-20) ÍF-Fleyr 3-0 (25-16, 26-24, 27-25) FAKTA Hava spælt 133 ferðir Fyrsti kvinnulandsdysturin millum Danmark og Noreg varð spældur tann 6. september 1947. Tá varð hondbólturin rættiliga øðrvísi enn í dag. Danmark vann tann fyrsta dystin, sum varð spældur í Noregi við úrslitinum 3­1, eitt óhoyrt hondbóltsúrslit nú á døgum. Ikki fyrr enn 30. juni í 1964 vunnu norsku kvinnurnar sín fyrsta dyst ímóti Danmark. Noreg vann tá 8­4. Liðini hava hesi 61 árini spælt 133 kvinnulandsdystir. Danmark hevur vunnið 63 av teimum, og Noreg hevur vunnið 56 dystir. 14 av landsdystunum eru endaðir við javnleiki. Málúrtøkan er 2283 mál til Noreg, og 2311 mál til Danmark. Vaglið á Skála stongt Nevndin í Skála Ítróttarfelag hevur avgjørt at steingja vaglið, sum er heitið fyri kjakið á heimasíðuni hjá felag­ num. ­ Av tí at fólk ikki duga sær hógv á vaglinum, hevur nevndin avgjørt at steingja vaglið, skrivar Skála á heima­ síðuni. ­ Vaglið var upprættað við tí fyri eyga, at fólk kundu hava møguleika til at kjakast um ítróttarfelagið og vísa sín stuðul, bæði til nevnd, venjara og leikarnar. Tíverri eru alt ov nógv duldnevnd og útspilling at síggja. Hesar neiligu meiningarnar eru alt annað enn uppbyggj­ andi fyri felagið og tí hevur nevndin tikið hetta stigið.