týsdagur 9. desember 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2008
lýsingartilfar
‘08
37
Í Fótbúna í Havn hevur
3. ættarlið tikið við, og
gingið verðurr sostatt í
fótasporum hjá teimum,
ið undan fóru. Handilin
er kendur skóhandil, og
hevur hann søgu aftur til
1955
Tann 1. september tók nýtt ættarlið
við í Fótbúna í Havn, har tey hava
selt skógvar síðani 1955.
Harvið er tað 3. ættarlið, sum nú
slóðar fyri.
Fyrstur í røðini var Karl Joensen,
ættaður av Eiði.
Hann lærdi til skómakara í Klaks
vík. Fór síðani til Havnar og fór
undir ymiskt, m.a. at starvast sum
skómakari. Tað var ikki beinanvegin,
at Karl fór undir sjálvstøðugan
handil. Meira um hesa søguna kann
lesast í Sosialinum frá 5. september
2008, har Óli Jacobsen skrivar
søguna.
Men skal skjótt takast samanum
søguliga, so byrjaði alt við Villing
ardalsvegin, ið lá nakað fjarskotin tá.
Seinni flutti Carl skósmiðjuna oman
í Niels Finsensgøtu. Í 1955 flutti Karl
Joensen oman í húsini á horninum
Tróndargøta, Dr. Jacobsensgøta. Og
har er Fótbúni enn.
Betri tíðir gjørdu, at heldur enn at
umvæla, so keyptu fólk nýtt og
loysti hetta seg eisini eins væl. Sum
fráleið datt skómakarayrkið alt
meira burtur, og uppgávan gjørdist
meira at selja skógvar.
Ætt eftir ætt
Eftir Karl tók dótturin Marjun við.
Og nú hon hevur lagt frá sær, hevur
sonur hennara, Bjarni, tikið við.
Bjarni lærdi í Keypsamtøkuni í
Havn og arbeiddi so í 19 ár hjá
Statoil, harav tey seinastu 9 í
Danmark. Kona hansara Súsan, er
fødd í Føroyum av donskum
foreldrum.
Tey gjørdu av at flyta aftur til
Føroya við børnunum Silas og
Barbaru.
Fólk vitja aftur
Bjarni sigur, at í Fótbúna leggja tey
dent á hava gott og breitt úrval av
skóm.
Av tí, at hetta er gamal handil, so
vitja fólk aftur, og vit hava fleiri
fastar kundar, sigur Bjarni.
Fótbúni leggur seg eftir at hava
góðsku og ávís merkir. Eisini er eitt
eyðkenni, at tænastan er í hásæti.
Og nú jól eru í hondum, er
handilin sjálvandi á tremur við tí
nýggjasta, so ongin fer til fánýtis í
Fótbúna.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í fótasporum hjá forfedrunum
Fótbúni leggur seg eftir at hava góðsku og ávís merkir. Eisini er eitt eyðkenni, at tænastan er í hásæti
Meira um hesa søguna kann
lesast í Sosialinum frá 5.
september 2008, har Óli
Jacobsen skrivar søguna.
EIN K J ÓL I 33 M ØGULE IK AR
Á A R V E G U R 1 2 · T Ó R S H A V N · T E L 3 2 1 7 0 6
MAGNUS
skrivstovustólur
Svartur við høgum
ryggleni
½ prísur
NÚ kr. 350,-
æ