Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2008 lýsingartilfar 39 ‘08 Tað eru 19 ár síðani, at tvær dagrøktarmammur fóru at reka handilin Prýði á flogvøllinum í Vágum. Handilin er í dag kendur av flestu føroyingum, eins og av útlendskum ferðandi, og heilsanir koma úr øllum ættum Gávuhandilin Prýði, ið heldur til í Vága Floghavn, hevur í næstum 19 ár á baki. Tað vóru tvær dagrøktar­ mammurnar, ið fóru undir at reka Gávuhandilin Prýði. Tær hildu hetta vera spennandi og eina avbjóðing, og tær hava samstarvað væl. Nógv er hent síðani, og skal ein trupulleiki nevnast, so er tað, at hølini saktans kundu verið størri. Og starvsfólkini í gávuhandlinum á flogvøllinum koma í samband við nógv fólk millum ár og dag, og stuttligt er at fáa heilsanir úr øllum heimsins heraðshornum. Nýtt til jóla Í Prýðinum vænta tey, at nógvir bleytir pakkar eru undir jólatrøu­ num í ár. Nógvar troyggjur eru komnar í handilin til jóla, og sølan hevur verið stak góð. Serliga fegnast sølufólk og kundar um, at væl umtóktu moyrreyðu troyggjurnar eru at fáa aftur. Annars eru tað turrukløð, vøttir og annað, ið nógv verður selt av, og so gávulutir frá Rosendahl, Georg Jensen og tílíkt. Pyði hevur eittnú eisini souvinir, leikur og fløgur. Meira opin Broytingar eru gjørdar í handlinum, og kennist hann ­ og er hann ­ nú meira opin, enn áður, og hann kennist rúmligari. Nýtt innbúgv er eisini í handlinum. Um summarið vitja nógvir útlendingar Prýði, men annars eru tað føroyingar, ið mest vitja innar. Og tað, at mjørkin liggur av og á, kann eisini geva stuttligar og hugnaligar løtur, siga starvsfólkini í handlinum. Tey eru 4 starvsfólk, ið eru knýtt at handlinum. Gávubúðin Prýði er opin hvønn dag í vikuni frá klokkan 7 á morgni, til klokkan 17:30. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Prýði hevur bleytu pakkarnar til jóla Tel 42 22 70 · 460 Norðskáli STANLEY GÁVU- OG LITBÚÐ Vanligur prísur kr. 799,- Jólatilboð kr. 599,- Jólagávuhugskot Termokanna frá ... al t ti l tey sm á u Suttuketur úr kr 79,- Hoyvíksvegur 67 · Tórshavn · Tel. 315101 · Fax 315112 · babysam@post.olivant.fo t