Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 238 - 10. desember 2008 Í gjár legði ALV fram eina verkætlan hjá stovninum. Talan er um eina glaskúlu, ið skal seljast og veita pening til menning til teirra, ið hava skerdan førleika Menningarátak Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast fyrsta føroyska glas­ kúlan ikki verður gjørd fyrr enn til jólar í 2009, legði ALV í gjár verkætlanina fram. Talan er um eina glas­ kúlu, ið skal seljast fram til jólar í 2009. Verkætlanin er gjørd í samstarv við “Lamara og fatlara”, ið er ein íslendskur felagsskapur. Verkætlanin verður skip­ að á tann hátt, at eitt lista­ fólk verður útnevnt at príða glaskúluna uttan at fáa gjald fyri tað. Síðani verður kúlan seld, og allur vinningurin fer til arbeiðið at betra um støðuna hjá teimum við skerdum førleika. Onga løn Sniðgevin av kúluni ger arbeiðið fyri onki, men afturfyri fær listafólkið ein faldara, har navnið hjá lista­ fólkinum verður marknaðar­ ført. Listafólkið verður valt í januarmánaðin, men verð­ ur ikki almmanakunngjørt fyrr enn í novembur, tá hátíðarhald verður og fyrsta kúlan verður latin onkrari fyrimynd innan vælgerandi arbeiði. Gjørd klár í Føroyum Tá kúlan er sniðgivin, verð­ ur hon send av landinum til framleiðslu, og síðani kemur hon aftur til Føroya, har fólk við skerdum før­ leika pakka og gera kúluna klára til marknaðin. Í Íslandi hevur kúlan ver­ ið gjørd í seks ár, og fyri­ skipararnir vóna, at hon verður ein líka stór suksé í Føroyum, sum í Íslandi. ­ Hvør kúla er serstøk og yndislig, júst sum hvørt barn á jørð, segði Kristina Larsen, stovnsleiðari hjá ALV, millum annað. Hon takkaði eisini MBF fyri teir­ ra hjálp við verkætlanini. Kærleikskúlurnar eru gjørdar í Íslandi síðan 2003, so í ár kemur sætta íslendska kúlan Glaskúla til førleikamenning v/Eydis Holm, Turiðargøta 25, Tórshavn, tel 315551 Kristina Larsen, stovnsleiðari hjá ALV, er sera fegin um ætlanina við kærleikskúlunum Aftur í ár fer Vestmanna Sangkór at stíla fyri jóla sangløtu í Kirkjuni í Vest­ manna. Hóskvøldið 11. desember kl. 20:00 syngur kórið jólini inn saman við nýggja kórleiðaranum, Ann – Kristin D. Hansen, musikklærara, og Ingu Poulsen Dam presti. Á skránni verða vælkendu jólasangirnir og eisini aðrir, ið eru minni kendir her um leiðir, men tó kendir í sínum uppruna­ landi, orgultónleikur og andakt. Øll eru hjartaliga vælkomin. Syngja jólini inn í Vestmanna Tíðaravmarkað starv sum einalærari í Fámjins skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. januar – 30. juni 2009. Í Fámjins skúla eru 3 næmingar í 1. – 5. flokki. Um starvið: Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans og hevur sjálvur meginpartin av undirvísingini í skúlanum. Søkt verður eftir einalærara, sum • undir árbyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans • skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim • skal vera førur fyri at loysa trupulleikar • í samstarvi við foreldrini skal virka fyri, at næmingarnir fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Førleikakrøv: Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir. Lønar- og setanartreytir: Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tæn­ astu í Fámjins skúla. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjar­ málaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsókn saman við prógvi, C.V. o.ø. skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. desember 2008 kl. 12.00. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 355050. Mentamálaráðið Einalærari í Fámjins Skúla Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undir­ vísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.