mikudagur 10. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 238 - 10. desember 2008
Í dag eru 60 ár síðan,
at heimsyvirlýsingin
fyri mannarættindum
varð samtykt av øllum
heimsins tjóðum.
Hetta hátíðarheldur
Amnesty Føroyar
við einum tiltaki í
Norðurlandahúsinum,
har ætlanin er at
varpa ljós á ymisku
mannarættinda
trupulleikarnar
Mannarættindi
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mynd Jens Kristian Vang
10. desembur hevur í nógv
ár verið hátíðarhildin sum
altjóða mannarættindadag
ur. Hetta fyri at hátíðarhalda
dagin, tá heimsyvirlýsingin
um mannarættindi varð sam
tykt.
Tað, sum er serligt við
heimsyvirlýsingini, er, at øll
heimsins
lond
skrivaðu
undir uppá, at øll fólk eru
líka nógv verd, sigur Elin
Mortensen, samskipari hjá
Amnesty í Føroyum. Hon
leggur afturat, at yvirlýsing
in hevur verið grundtankin
aftanfyri flestu átøk, ið eru
gjørd til frama fyri manna
rættindum seinastu 60 árini.
Amnesty og samkynd
Til tiltakið í dag helt Sonja
Jógvansdóttir ein fyrilestur,
har hon varpaði ljós á støð
una hjá teimum samkyndu í
Føroyum og í Heiminum.
Hon greiddi millum annað
frá, hvussu stríðið hjá teim
um samkyndu hevur verið í
Føroyum.
Eilin Mortensen er eisini
av tí fatan, at tey samkyndu
ikki hava nóg góð kor, og at
hetta er nakað Amnesty hev
ur arbeitt fyri leingi.
Samkynd og Amnesty
hoyra rættiliga væl saman. Í
summum londum verður
mann dripin, um mann er
samkyndur, og tað er ikki
rætt, um heimsyvirlýsingin,
sum øll lond hava skrivað
undir, skal haldast, sigur
Elin Mortensen. Hon leggur
afturat, at tey samkyndu er
ein av teimum minniluta
bólkunum, sum hava verið
og eru undir mest trýstið
frá samfelagnum.
Tað er munur á sam
kyndum í Føroyum. Alt
eftir, hvar í samfelagnum.
Men støðan hjá teimum er
als ikki nøktandi, metir Elin
Mortensen.
Nógv úrslit
Síðan Amnesty var sett á
stovn í 1961 og í Føroyum í
1965, metir Elin Mortensen,
at sera nógv úrslit eru kom
in burturúr.
Í 1977 vóru bara 16 lond,
ið høvdu tikið deyðarevsing
av. Í dag eru tað 136 lond. Í
tí sambandi meti eg, at
Amnesty hevur havt ein
virknan leiklut, metir sam
skiparin. Hon metir eisini,
at Amnesty hevur havt
nakað at siga í samband við
avtøkuna av Apartheit og tá
hjálondini blivu fræls.
Tó metir hon, at nógv er
eftir enn, og serliga støð sum
Darfur, Simbabve, Myamar
og Kongo eru í eini støðu, ið
als ikki kann góðtakast.
Tónleikur og
fyrilestrar
Í samband við dagin í dag,
skipar Amnesty allan dagin
fyri einum tiltaki í Norður
landahúsinum. Í morgun
vóru næmingar úr miðnáms
skúlunum til fyrilestrar og
tónleik, og í kvøld er
konsert við fýra bólkum.
Tað er ein sannroynd, at
tónleikur er ein góður háttur
at koma út til fólk, og tí
hava vit valt at hava ein kon
sert í samband við dagin,
greiðir Elin Mortensen frá.
Hon fortelur eisini, at til
takið, sum var í morgun, er
ein liður fyri at fáa tey ungu
meira við í Amnesty, tí sam
skiparin metir, at tað er sera
umráðandi at fáa tey ungu
at skilja boðskapin hjá
Amnesty.
Mannarættindi fyri samkynd
Nýggj barnabók: Mamma Mu
og Krákus halda jól
Jujja Wieslander hevur skrivað bókina um mammu Mu, sum er ein sera
vælumtókt kúgv í Svøríki. Eitt nú dugir hon at ganga á tveimum beinum og at
súkkla. Í bókini eru jólini í hond; Mamma Mu stendur í fjósinum og hoppar upp
og niður fyri at gera mjólkina til piskiróma, og so verður bóndin glaður. Men
Krákus er ikki glaður, tí hann hevur latið allar gávurnar upp, áðrenn jólaaftan.
Hetta er ein stuttlig bók, har myndprýðarin er tann kendi Sven Nordqvist, sum
vit kenna frá Findusi og Pettson. Niels Jákup Thomsen týddi út svenskum.
Sonja Jógvansdóttir greiddi í morgun frá viðurskiftunum hjá
teimum samkyndu í Føroyum og í altjóða samanhangi. Serliga
var hon inni á søguligu viðurskiftunum
Elin Mortensen, samskipari hjá
Amnesty Føroyar, metir, at nógv
er hent innan mannarættindi síð
an heimsyvirlýsingin fyri manna
rættindi varð undirskrivað av
øllum heimsins londum í 1948
Amnesty hevði boðið
miðnámsskúlanæmingum til
tiltakið, tí tey meta tað vera
umráðandi at hava tey ungu við