mikudagur 10. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 238 • 10. des. 2008
eykapart til bestamenninar.
Hóast sáttmálin tyktist at
vera hampiliga greiður, so vóru
tó ásetingar, sum vóru ymiskt
fataðar, og hetta skapti ónøgd
millum fiskimenn.
Ein av hesum ásetingum var,
at manningin skuldi bera sín
triðjapart av “alle slags Udgifter
til Anskaffelse af Agn og dets
Opbevarelse om Bord.” Henda
orðing vísti seg at vera sera
rúmsátt og varð ymiskt uppfatað.
Summir reiðarar lótu hetta vera
uppfylt við keyp av sild til agn
og ísi at goyma hana í. Aðrir
tóku umframt fyri ískassar,
frystipannur, lóður, ja enntá fyri
teir bátar, sum vóru nýttir til at
skjóta ritu til agn.
Fiskimenn vóru í slíkum førum
illa nøgdir við avrokningina. Tað
nyttaði ikki nógv hjá hvørjum eins
tøkum at gera nakað við hetta.
Hetta gav hugskotið til ein felags
skap fyri fiskimenn, sum kundi
vera mótpartur til reiðarafelagið.
Fiskimannafelag
verður eisini stovnað
Tað var í desember 1910, at
fiskimenn í Gøtu tóku fyrsta
stigið til stovnan av einum
fiskimannafelag. Tá sendu teir
bræv út til fiskimenn í øllum
bygdum í Føroyum við áheitan um
at virka fyri einum slíkum felag.
Úrslitið av hesum brævi var,
at síðst í februar 1911 høvdu 24
sóknir boðað frá, at tær høvdu
valt sendimenn til at møta á
felagsfundi í Havn 1. mars.
Henda dagin møttu 45 sendi
menn í avhaldshúsinum í Havn.
Á hesum fundi varð vald ein
bráðfeingisnevnd, sum aftur
helt fund tann 6. og 7. juni, og
nú varð uppskot gjørt um eina
felagslóg. Og á fjølmentum
fundi í avhaldshúsinum tann
14. november 1911 varð felagið
endaliga sett á stovn.
Fyrsti formaður gjørdist Símun
Pauli úr Kunoy, sum var lærari í
Gøtu, og sum hevði lagt gøtu
monnum lag á, tá teir sendu
brævið út.
Tann 12. januar 1912 kom
stjórn felagsins saman til fundar
fyri fyrstu ferð. Á hesum fundi
varð Rasmus Rasmussen (á
Háskúlanum) valdur til skrivara,
eitt starv sum hann hevði fram til
1947. Á hesum fundi, sum vardi í
2 dagar, varð lagt grundarlag fyri
tí samráðingarfundi, sum ætlaður
var at vera við Reiðarafelagið
tann 25. januar.
Um hesar samráðingar sigur
Rasmus Rasmussen í 25 ára riti
felagsins:
Samráðingin kom í lag, og
reiðarafelagið setti eina nevnd
til at samráðast við formann
fiskimannafelagsins um
kontraktina fyri 1912. Til tann
dag høvdu útgerðarmenninir
í Føroyum einsamallir ásett
kontraktini; nú kravdu fiskimenn
inir at koma við upp í leikin. Tað
var nokk ikki frítt fyri, at summir
av teimum eldru útgerðarmonn
unum hildu hetta vera burtur av
allari góðari leið. Ikki varð hildið
nógv um, ar fiskimenninir høvdu
sett ein lærara til álitismann
teirra, ein mann, sum slætt ikki
var fiskimaður ella sjómaður.
Men hann var førur fyri at orðføra
seg á ein sámuligan og so miðvís
an hátt, at hann var ikki lættur
at benda í orðadrátti. Teir flestu
innanfyri reiðarafelagið sóu tó
væl, at hetta mátti verða leiðin
og lagið í framtíðini, og soleiðis
komu samráðingarnar í lag á
sakligari grund.
Fyrsti lønarsáttmáli í
Føroyum
Ikki var tilætlað at vinna fram í
stórum stigum hjá F.F.; men tað
vóru tó ávís punkt, sum felags
formaður fiskimannafelagsins
setti sær fyri at fáa broytt. Tað
ráddi fyri honum minni um hvussu
stórar ella smáar broytingar í
fyrstu atløgu vóru, bert tað kundi
eydnast at vika tí gamla úr stað.
Og í royndum vóru broytingarnar
ikki stórar, men seinni tíðir hava
prógvað, hvussu gott hegni S.P.
úr Kunoy hevði til júst at seta
meitilin á, har tað kom at muna í
longdini.
Sáttmálin varð undirskrivaður í
Havn 27. og 28. januar 1912. Fyri
reiðarafelagið skrivaði formaðurin
Søren E. Müller undir. Hetta er so
vítt vit vita fyrsti lønarsáttmáli, sum
er gjørdur í Føroyum millum feløg.
Tann mest umfatandi broytingin
var í reglunum fyri frábýti. Hetta
er reglan sum gevur fiskimonnum
rætt til at ráða yvir sínum egna
parti sum at selja hann til aðrar,
sum kunnu geva hægri prís.
Hesin rættur var staðfestur í
sáttmálanum fyri 1908. Bert tað
at reiðarar sjálvkravdir hava sett
hesa reglu í sáttmálan, sigur at
teir hava ikki vera smáligir.
Umstøðurnar, áðrenn
FF var stovnað
Teir, sum fyrst og fremst løgdu
lunnar undir FF, vóru Símun Pauli
úr Kunoy og Rasmus Rasmussen.
Teir fingu í lag blaðútgávu, og
felagið gav í 8 ár út vikublaðið FF
blað føroyska fiskimanna. Hetta
var ikki lítið avrik, tá hugsað
verður um prentmøguleikarnar tá.
Hetta blað verður viðurkent fyri
at hava havt stóran týdning fyri
fiskimannafelagið, men kortini
gavst felagið við hesi útgávu,
tí tað eydnaðist at skapa illvild
millum fiskimenn móti blaðnum.
Í 1920 greiðir Símun P. úr Kunoy
frá gongdini og umstøðunum,
tá ið felagið varð sett á stovn.
Undir yvirskriftini: ”Kan den
færøske Fisker undvære at være
organiseret?” verður sagt:
”Den, som i Begyndelsen af
Aarhundredet lagde Mærke til,
hvorledes den færøske Skibs
fisker var stillet med Hensyn
til Kontraktafslutning overfor
sin Reder, maatte uvilkaarlig
spørge sig selv: Kan man med
god Samvittighed lade den
Slags passere uden at gøre
Forsøg paa at faa det ændret?
En Flok Mennesker kommer
tilfældigt sammen paa et
Kontor og en Sysselmand eller
Kontorist oplæser noget for disse
mennesker i et fremmed Sprog,
og bagefter har de saa Vilkaaret:
enten at skrive under eller at lade
være med at tage paa Fiskeri.
Hvad kunde disse Mennesker i
en saadan Situation gøre for at
ændre en Tøddel i Kontrakten,
den Kontrakt, som bandt dem
for et Aar til et farefuldt og
besværligt Arbejde, men som kun
gav dem et usselt Udbytte. Det
hjalp ikke stort, om de vekslede
Ord med Kontormanden, som
maaske ikke den Gang fandt det
formaalstjenligt at fraternisere
med Fiskerne. Og hvordan var saa
Kontrakten? Paa saa godt som
alle Punkter var den saadan lavet,
at Fiskernes saakaldte Tredjedel
havde Fradrag her og Fradrag
der. Snart skulde der betales for
Sild, Iskasse, Bøsser, Ammunition
o.s.v. foruden alt muligt andet
ved Salg af Fangst.
Mistonktu tann mest
erliga reiðaran
Følgen af den hele Ordning var,
at der bredte sig en grænseløs
Mistænksomhed mellem Fisk
erne, saa de mistænkte den mest
reelle Reder, en kan tænke sig,
som den, der godt kan lade fem
være lige. Fiskeren stod faktisk
hjælpeløs. Han kunde ikke med
Sikkerhed sige, om han blev
snydt eller ikke; han vidste kun
en Ting, at hvor meget han sled
og slæbte, rig blev han ikke. Og
det allerværste af det hele var,
at man kunde mærke, at det bar
derhen, at enkelte søgte at være
Venner med Arbejdsgiveren for
at opnaa noget for sig, saa at det
saa ud til, at den før saa ranke
færøske Fisker begyndte at blive
lidt duknakket.
Under disse lidet lystelige
Forhold var det, at Føroya
Ebba Muller var eitt konubrot. Hon
var donsk og gjørdst tíðliga einkja.
Hon gjørdist ein virdur formaður í
reiðarafelagnum í 10 ár. Eiden Müller
skrivar, at hann veit ikki øvugt orð
vera fallið millum hana og teir, sum
samráddust fyri fiskimannafelagið.
Ebba var verdóttir Søren Müller,
fyrsta formannin
Her í gomlu sýslumanshúsunum í Gongini fóru samráðingarnar fram, meðan Ebba Müller var formaður
Tað eydnaðist amtmanninum Rytter
at fáa semju millum reiðarafelagið
og fiskimannafelagið í eini spentari
støðu í 1918. Hetta mundi vera
hansara seinasta avrik í Føroyum.
Beint aftaná legði hann frá sær sum
amtmaður at mótmæla stuðlinum,
sum danski forsætismálaráðharrin
Zahle gav føroyskum sjálvstýris
monnum til fólkatingsvalið um hetta
mundi. Zahle var pápabeiggi Ebbu
Müller, sum gjørdist formaður í
reiðarafelagnum
Carl Mortensen, settur sýslumaður
á Tvøroyri, var ein stovnari av
reiðarafelagnum