Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 10. desember 2008 tíðindi Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað kenst ikki sørt óveru­ ligt, at Finnur Helmsdal – hesin væla garpurin, bygd­ ur sum ein rómversk høgg­ mynd – longu hevur lagt saman hendur og ikki er millum okkum longur. Finnur var kendur sum ítróttarmaður, politikari og forsprákari á sosiala økinum. Í Havnar Bóltfelag var hann partur av kenda liðn­ um í sjeytiárunum. Við sín­ um góða kropsliga førningi og eyganum fyri bóltspæli var hann millum teir bestu. Í hondbóltinum lá eisini væl fyri. Har var hann Kyndils­maður um ein háls. Finnur var ofta til dyst í Gundadali, og hann hjálpti eisini til við at krevja inn til dystir saman við nógv­ um øðrum fyrrverandi leik­ arum og nú stuðlum í HB. Í elstaráðnum á bakkanum norðan fyri ovara vøll verður saknur í Finni, og saknur verður somuleiðis í hansara sera beinraknu skriving um fótbólt, ikki minst um HB. Finnur var ongantíð bangin fyri at siga sína meining, og tað góða var, at tú altíð visti, hvar tú hevði Finn. Hann segði tað, hann meinti, og hann meinti tað, hann segði. Finnur gjørdist løgtings­ maður fyri Tjóðveldi í 1998. Í Løgtinginum eins og í Tórshavnar Býráð, har hann eisini sat, og í sínum starvi sum sosialráðgevi á Almannastovuni og leiðari á Barnaheiminum vísti Finnur sera stóran ans fyri sosialu viðurskiftunum hjá vanliga fólkinum. Jórun og børnini og fam­ iljan hjá Finni hava verið fyri stórum missi, nú Finn­ ur er farin handan sýnina. Vónandi finna tit styrk í, at sera nógv fólk hildu nógv av Finni fyri tað, hann var og stóð fyri. Vit í HB minnast við virðing Finn Helmsdal. Sum leikara, sum venjara og sum trúgvan HB­við­ haldsmann. Ærað verður minnið um Finn Helmsdal. Havnar Bóltfelag Kempan Finnur Helmsdal farin Tíðindaskriv Í hesum døgum nærkast heimasíðan hjá Ebenezer einum varða, tí um nakrar dagar fara vit at hava havt 1. millión vitjanir á heima­ síðuni, síðan hon gjørdist virkin. Hetta merkir, at heima­ síðan hjá Ebenezer er ein av mest vitjaðu heimasíðum av sínum slagi í Føroyum. Heimasíðan varð løgd alment út tann 3. november 2003. Seinasta mánaðin hava umleið 40.000 fólk verið inni og vitjað síðuna, og hetta gevur eitt miðaltal millum 1300 og 1400 vitj­ anir um dagin. Í sambandi við at heima­ síðan fer um milliónina, hevur Ebenezer valt at mark­ era hetta við at hava eina spurnakapping inni á síðuni. Hendan kappingin verður fram til 19. desem­ ber, og har verður møguleiki hjá onkrum at vinna eina eyka jólagávu. Heimasíðan hjá Ebenezer er: www.ebenezer.fo Ein millión vitjandi Andlát og jarðarferðir Poul Johnnes Andrea­ sen, ættaður úr Vík, búsitandi í Vági andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi í nátt, 79 ára gamal. Karstin Danielsen, Strendur, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 35 ára gam­ al. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum mikudagin klokkan 17.30. Jarðarferðin verð­ ur úr Sjóvar kirkju hós­ dagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Karstin, kunnu lata nýggja Missi­ ónshúsinum á Strondum eina peningagávu, konta í Eik ella Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Dagurin 10. desember. Judit. Apokrýfiska bókin í Gamla testamenti greiðir frá konubrotinum Judit, sum høgdi høvdið av herhøvdinganum Holofernes. Navnið er bíbilskt og merkir jødakvinna. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Seinasta sunnudag ­ annan sunnudag í advent ­ vóru 25 ár síðani Emil Olsen, prestur, varð prestvígdur. Sunnudagin eftir ­ triðja sunnudag í advent ­ varð Emil innsettur sum prestur í Eiðis prestagjaldi, og har hevur hann verið øll árini síðani. Prestur í 25 ár Emil Olsen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma og omma Johanna K. Túná Fjørdal Tvøroyri gjørdist sjúk, andaðist og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri ómetaliga stóra hjálp og stuðul. Takk til Jógvan Højgaard og Jónsvein Bech fyri troystarrík orð. Takk fyri gávur, blómur og kransar og samkenslu annars. Takk til organistin, sangarar, tykkum øll, sum hjálptu so væl til við ervinum, og til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna fam. Hildur og Bjarki