Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 10. desember 2008 lýsingartilfar 39 ‘08 Heimdesign í Dr. Jacob­ sensgøtu í Havn hevur tað mesta, ið tørvur er á í húsarhaldinum, tá umræður stell, kaffimaskinur, ketlar ella dustsúgvarar. Hjá Heimdesign eru tey klár til jóla, og nógv nýggj vøra er heimkomin Heimdesgin í Dr. Jacobsensgøtu varð sett á stovn í 2006 av Jóa Winther og familjuni, og verður rikin sum familjufyritøka. Fyritøkan selur stell, kaffimaskin­ ur, ketlar og annað. Um somu tíð, sum fyritøkan byrjaði, góvust Dulamenn, og Heim­ design keypti vørugoymsluna. Hervið førdu tey víðari søluna av dustsúgvarum, dustsúgvaraútgerð og dustsúgvaraposum, sum Dulamenn í mong ar hava selt. Alt hetta fæst nú hjá Heimdesign. Familjufyritøka Heimdesign verður rikin sum familjufyritøka. Hjálp verður heintað frá børnunum hjá Joa og frá foreldrum hansara, Sommer og Bjørga, sum ikki eru bangin fyri at geva eina hjálpandi hond, hóast tey eru farin um tey sjeyti árini. Framgongd Síðani byrjan, hevu støðug fram­ gongd verið, men nú merkist afturgongd, ella talan er um stilli, heldur Jói. ­ Tey, ið siga annað, fara lætt um sannleikan, heldur Jói, ið tó ikki leltur illa at, hóast tað dregur á luftina búskaparliga kring allan heim. Hjá Heimdesign eru teyu klár til jóla, og nógv nýggj vøra er heimkomin, so møguleikin fyri at finna røttu jólagávuna er stórur hjá Heimdesign. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hevur tú tryggjað børnini? Barnavanlukkutrygging Tel 345600, www.trygging.fo sansir.fo sansir.fo Bleytar jólagávur til børnini Í Miðlon Hoyvíksv. 67 100 Tórshavn Tel 321755 t Klár til jóla hjá Heimdesign Heimdesgin í Dr. Jacobsensgøtu varð sett á stovn í 2006 av Jóa Winther og familjuni, og verður rikin sum familjufyritøka