Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 239 - 11. desember 2008 Jólasangur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Fyrrapartin í dag vóru 18 børn av Dagstovninum á Landavegnum í Havn og sungu fyri teimum gomlu á Ellisheiminum í V. U. Hammershaimbsgøtu. - Ein mamma at einum av bønunum nevndi tað fyri okkum í leiðsluni á stovni- num, og hetta vóru bæði vit og børnini sjálvandi beinan- vegin við uppá sigur Bryn- hild Guttesen, ið er vara- leiðari á dagstovninum. Børnini, sum eru í sokallaða skúlabólkinum, høvdu vant í einar 14 dagar, so tey vóru væl fyrireikaði, tá tey komu oman á Ellis- heimið, har tey sungu tríggjar sangir: Um reinsdjórið Rudolf við tí reyðu nøsini, um nissumammuna og nissupápan og um lítlu fittu nissu mína. Bæði børnini sjálvi og tey gomlu vóru væl nøgd við hugnaligu sangløtuna. - Hetta er fyrstu ferð, vit gera slíkt, men tað verður heilt vist ikki síðstu ferð, sig- ur Brynhild Guttesen. Tað ganga á leið 70 børn í Dagstovninum á Landavegnum, sum hevur fýra stovur. Eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur og eina stovu fyri børnini, sum skulu í skúla næsta ár. Ung syngja fyri eldri MF 4245 traktorur til sølu Trakrorurin er just høðus­ umvaldur og er í góðum standi. Koyrt 2600 tímar og er ár 2000. Við fylgir ein 2 ára gamal frontlessari við skuffu og balluklógv umframt tvillings hjól aftan. Tlf 211665. Händels Messias í Vesturkirkjuni Sunnudagin 14. desember kl 16:00 hevur Havnarkórið, undir leiðslu av Ólavi Hátun, konsert við Händels Messias í Vesturkirkjuni. Solistar verða Ulrike Sych, sopran, úr Eysturríki, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur og Ágúst Ólafsson, bassur, úr Íslandi. Milliardir at spara á sjúkrafráveruni Danskar fyritøkur kunnu spara einar tríggjar milliardir, um árliga sjúkrafráveran verður minkað við einum degi fyri hvørt starvsfólk. Fyri allan marknaðin merkir ein dagur 16.000 fulltíðarstørv. Starvsfólk innan tað almenna hava fleiri sjúkradagar enn á privata arbeiðsmarknaðinum: Almenn hava í miðal 11 dagar, meðan tey privatu hava átta dagar í miðal árliga, skrivar Børsen. Ein orsøk er millum annað, at nógv røktarstarvsfólk eru innan tað almenna. – Ein sjúkrarøktari kann undir ongum umstøðum fara til arbeiðis, um viðkomandi er ússalig, tí smittuvandin er so stórur. Hetta siger Henrik Holt Larsen, professari á Institut for Organisation, Copenhagen Business School, CBS.